fríggjadagur 5. november 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 212 - 5. november 2004
Nr. 212 - 5. november 2004
7
Musikkskúlin í Suð-
uroy gongur nýggjar
leiðir fyri at fáa meiri
burturúr pengunum
og tað stendur ikki á
at fáa næmingar
MUSIKKSKÚLI
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Børn vita oftani ikki, hvat
tey hava hug til. Tí eiga vit
at beina tey á røttu kós.
Hetta er ein sannroynd,
sum musikkskúlin í Suður-
oy hevur tikið til sín.
Musikkskúlin í Suðuroy
gongur nú nýggjar leiðir.
Endamálið er fyrst og
fremst at fáa børn at taka
ljóðføri í hond. Men enda-
málið er eisini at fáa meiri
burturúr tí avmarkaða pen-
ingi, sum verður tillutaður
musikkskúlanum.
Men tað er altíð spæli-
gleðin og hugurin, sum skal
dríva verkið, sigur Ulf
Nordlund, studentaskúla-
lærari, musikkskúlalærari
og leiðari fyri musikk-
skúlan í Suðuroy.
Leita eftir næmingum
Hann hevur sera drúgvar
royndir í at arbeiða við
børnum og hann sigur, at
ofta er tað trupult at fáa
næmingar til musikkskúlan.
– Tað vanliga er, at mus-
ikkskúlin letur næmingarnar
koma til sín. Tað er ikki
vanligt, at musikkskúlin ger
eitt uppsøkjandi arbeiði fyri
at fáa næmingar.
Men tað ger musikk-
skúlin í Suðuroy.
Farið verður út á skúlar-
nar at royna tónlistarligu
evnini hjá næmingunum.
Við sær hava lærararnir
eina serliga tónleikaroynd.
– Tað ræður um at finna
teir næmingar, sum hava
evnini at spæla og at eggja
teimum at ganga í musikk-
skúla. Vit skulu finna teir
evnaríku næmingarnar og
geva teimum møguleikan at
royna seg, sigur Ulf Nord-
lund.
– Á henda hátt fáa vit
eggja
næmingarnar
at
melda seg í skúlan. Vit
fortelja næmingunum, at
vit halda, at teir hava góð
evni at spæla eitt ávíst ljóð-
føri og at vit halda, at teir
áttu at melda seg til skúlan.
– Hetta er eitt tilboð til
næmingarnar,
sum
teir
allarflestu taka av.
Tað stendur heldur ikki á
at fáa næmingar til musikk-
skúlan.
Undirvísa í bólkum
Men í Suðuroy brúka teir
ikki einstaklingaundirvís-
ing, har ein lærari venur við
einstøkum næmingum.
– Vit halda, at vit fáa ikki
nóg nógv fyri peningin á
tann hátt. Tí hava vit heldur
gjørt størri orkestur, har vit
fáa undirvíst fleiri næming-
um ísenn. Einasti máti at fáa
sum mest burturúr pengun-
um, er at undirvísa í bólkum.
Hann heldur, at tað er
neyðugt at ganga aðrar
leiðir við musikkskúlanum
úti um landið, har bygdir-
nar eru spjaddar, enn tað
tey ganga í Havnini og í
Klaksvík, har alt er samlað.
– Men tað skal gerast á
ein hátt sum ger, at næm-
ingarnir tíma at halda á.
Hann dylir kortini ikki
fyri, at tá ið næmingarnir
verða heilt dugnaligir at at
spæla uppá, so verður tað
neyðugt við einstaklinga-
undirvísing.
– Men tað er yvirhøvur
ikki tað, vit tosa um á hesum
støðinum.Vit skulu hava tað
stuttligt og tann sosiala sam-
veran hevur stóran týdning í
undirvísingini.
– Men tað skal heldur
ikki takast frá næmingun-
um, at nógvir teimum eru
rættiliga evnaríkir. Teir
skulu bara haldast til.
Yvirhøvur heldur mus-
ikkskúlalærarin, at tað eru
nógv fleiri børn við tónlist-
arligum evnum í Føroyum,
enn tað er vanligt í Dan-
mark, Svøríki hinum norð-
urlondum.
– Í Føroyum eru nakrir
serligir
møguleikar
at
menna tónleikarar, sum eg
ikki havi sæð aðrastaðni.
Hann veit ikki, hví so er,
men hann ein orsøk kann
vera, at føroyingar eru van-
ir at syngja allarstaðni, har
teir eru.
Lærarin leggur afturat, at
musikkskúlin hevur eisini
fingið samstarv í lag við
Vágs skúla, soleiðis at
næmingar við atferðartrup-
ulleikum av ymsum slagi
sleppa í musikkskúlan at
spæla.
Hann sigur, at royndirnar
av hesum eru sera góðar,
bæði tí næmingarnir hava
evni at spæla og tí at skúlin
leggur til merkis, at tað
eisini mennir næmingin á
annan hátt.
Hann sigur, at hesin áhug-
in hjá børnunum í Suðuroy
at spæla í musikkskúlanum,
speglast aftur í samfelagnum
annars. Eitt nú vísur tað seg
nú at vera nógv lættari hjá
skúlanum at fáa fyritøkur at
stuðla skúlanum peninga-
liga, eitt nú hevur skúlin
fingið munagóðan stuðul frá
sparikassunum báðum, Suð-
uroyar og Føroya.
Konsertir hetta
vikuskiftið
Fyribils úrslitið av roynd-
unum í Suðuroy verður at
hoyra hetta vikuskiftið, tá
ið orkesturvikuskifti verður
í skúlanum í Trongisvági.
Hetta vikuskiftið fara
musikkskúlanæmingarnir
at vísa síni kynstur fyri suð-
uroyingum í einum stórum
harmoniorkestri og einum
hornorkestri.
Umframt næmingarnar,
verða
eisini
Tvøroyrar
Hornorkestur, GHM, Klar-
inetorkestrið og Tórshavnar
Ungdóms Harmoniorkestur
við.
Í tí sambandinum verður
konsert í skúlanum í Trong-
isvági seinnapartin sunnu-
dagin klokkan 15.
Spæligleðin skal dríva verkið
Hesir báðir halda taktini á
trummunum
Í musikkskúlanum í Suðuroy undirvísa tey í bólkum fyri at fáa meiri fyri pengarnar. Fyribils
úrslitið verður at hoyra á konsert í skúlanum í Trongisvági hetta vikuskiftið
Næmingarnir eru sera hugagóðir. Musikkskúlalærarin er vísur á, at gjørdi musikkskúlin í
Suðuroy ikki eitt uppsøkjandi arbeiði, hevði ikki ein tann einasti av hesum næmingunum verið
í musikkskúlanum
Fríggjadagin 5. no-
vember klokkan 16
letur upp ein nýggj
framsýning í Leika-
lund við 16 listaverk-
um eftir Astrid Luihn.
Harafturat verða
eisini fleiri tekningar
eftir listakvinnuna
við framsýningini
TÍÐINDASKRIV
Leikalund
Innan føroysku listina eru
myndirnar hjá Astri Luihn
sermerktar.
Hon arbeiðir við grafikki
og málningalist, og flestu
verk hennara eru soleiðis
samansett av hesum báðum
tøkum.
Gjøgnumgangandi
á
myndunum
síggja
vit
fuglar.
Bjargafuglar,
kvæðafuglar,
ævintýra-
fuglar og allir siga teir sína
søgu.
Verkini, ið verða sýnd
fram í Leikalund, eru gjørd
á linoleum. Partar av mynd-
ini eru skornir út, partar eru
prentaðir og partar eru mál-
aðir.
Við
hesum
blandaða
tøkni gandar Astri Luihn
fram sterkar og hugtakandi
myndir.
Astri Luihn er fødd í
1949 og er útbúgvin MA
við lærda háskúlan í Oslo.
Hon hevur í mong ár arbeitt
burturav við list, og hon
hevur sýnt fram víða hvar.
Nevnast kunnu lond sum:
Týskland, Írland, Danmark,
USA, Áland, Svøríki og so
sjálvandi í Føroyum.
Somuleiðis eru verk eftir
Astri umboða á fleiri
almennum støðum. Eitt nú
kunnu
hennara
myndir
síggjast í Listaskálanum,
Listasavnið Reykjavikar,
Nordatlantisk Brygge í
Keypmannahavn,
Den
Danske Bank og Føroya
Sparikassa.
Framsýningin við Astri
Luihn er at síggja í Leika-
lund allan november mán-
að.
Til ferniseringina klokk-
an 16 fríggjadagin, spælir
Kjell Orseth nøkur løg, og
Edward
Fuglø
bjóðar
vælkomin. Framsýnginin,
ið tekur við eftir Astri
Luihn, er við Kára Svens-
son, sum sýnir fram í de-
sember.
H.C. Andersen-
dagur
í Klaksvík
Í sambandi við, norður-
lendsku
bókasavnsvik-
una, skipar Klaksvíkar
bókasavn fyri einum H.C.
Andersen-degi mánadag-
in 8. november.
Hendan dagin verður
upplestur av ævintýrum
hjá H. C. Andersen kl.
16.00 og kl. 17.00.
Klokkan 19.00 verður
hugnaløta fyri vaksin og
foreldur/ børn. Tá verður
ævintýrið
"Mishátti
dunnuungin" lisið fyri
børnunum. Aftaná fara
børnini at tekna okkurt av
ævintýrunum hjá H.C.
Andersen, sum tey kenna.
Meðan børnini tekna og
hugna sær verður ævin-
týrið "Tað ótrúligasta"
lisið fyri teimum vaksnu
og sagt verður frá um
H.C. Andersen og lív
hansara. Síðani verður
kaffi, saft og køkur at fáa.
Á øllum teimum norð-
urlendsku bókasøvnum,
sum taka lut í felags
bókasavnsvikuni verður
skipað fyri einum tílíkum
upplestrarkvøldi
sama
kvøld.
Tað eru átta ár síðani at
byrjað varð at hava eitt
felags upplestrarkvøld í
øllum Norðurlondum, og
er hetta fimtu ferð, at
Klaksvíkar bókasavn er
við. Ymiskt er, hvat hevur
verið lisið hesi árini. Í ár
hevur norðurlendski fyri-
skipanarbólkurin valt at
lesa ævintýr hjá H.C.
Andersen við tað, at tað
komandi ár eru 200 ár
síðani, hann var føddur.
Gallaveitslan
hjá KÍ klár
Fyrireikingarnar til 100
ára veitsluna hjá Klaks-
víkar Ítróttarfelag eru so
at siga komnar undir land.
Veitslan verður í KÍ høll-
ini leygarkvøldið 13. no-
vember klokkan 19.30.
Mangt og hvat verður á
skránni. Jákup Ziskason
stendur fyri matgerðini og
borðreiðir hann við trí-
rættaðari matskrá. Undir
borðhaldinum fara mill-
um annað Pipar og Salt at
undirhalda.
Eisini fara allir FM
vinnararnir hjá KÍ júst
farna kappingárið á pall-
in, KÍ-cheerleaders fara at
framføra, ársins KÍ arar
verða kosnir, heiðurslimir
verða kosnir og gestarøð-
arar vera eisini at hoyra.
Til dansin aftaná spæla
Fróði og Deiggj.
Atongumerki til veitsl-
una kunnu keypast á
Statoilstøðunum í Klaks-
vík og Gundadali og í
Kiosk Vár í Klaksvík.
Fyrireikararnir siga, at
enn er ikki so langt síð-
ani, at atgongumerkini
vórðu løgd út til sølu, so
enn er ikki greitt, hvussu
undirtøkan higartil er.
- sae -
Um stutta tíð verður
arbeiðið at fríðka um
Vágstún í Klaksvík
boðið út. Gamli
kirkjugarður verður
meiri opin og bæði
fríøki og parkering-
søki verða gjørd á
økinum niðan fyri
minnisvarðan fyri
teimum sjólætnu
FRÍÐKAN
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Síðani rund-
koyringin við posthúshorn-
ið var liðug fyri umleið
einum ári síðani, hevur
økið rundan um verið nýtt
sum best ber til. Ferðslan
oman og niðan við gamla
kirkjugarði norðarumegin,
hevur verið nakað ivasom,
tí uppmerkingin ikki hevur
verið nøktandi.
Samstundis sum økið
heldur ikki hevur verið
nakað serliga vakurt á at
síggja. Men tað verður
broytt nú.
Býráðið hevur samtykt
ætlanina um at fríðka økið
við Vágstún. Tekningin frá
Fuglø Arkitektum vísir,
hvussu økið við gamla
kirkjugarð kemur at síggja
út – helst komandi summ-
ar.
Steinbjørn
Jacobsen,
borgarstjóri sigur, at ar-
beiðið verður boðið út sum
skjótast, og er ætlanin at
nakað skal gerast í ár og so
restin komandi ár.
– Hetta er eitt arbeiði,
sum má gerast í stigum, tí
vit mugu sýna ferðsluni
atlit, greiðir hann frá.
Lætt atkomuligt
Sambært tekningini verður
sjálvur garðurin rundan um
minnisvarðan fyri teimum
sjólætnu tikin niður. Ein
nýggur garður verður so
laðaður, men hann verður
munandi lægri enn tann í
dag. Síðani verður plantað
rundan um, so at minnis-
varðin kortini verður væl-
vardur.
– Vit meta, at vit kunnu
varðveita friðin rundan um
minnisvarðan best á henda
hátt, sigur Steinbjørn Ja-
cobsen.
Síðani
rundkoyringin
kom, hevur eitt fríøki verið
niðan fyri kirkjugarðin.
Fólk hava kanska verið
nakað í iva um, hvat tað
skal nýtast til, men sam-
bært hesi ætlanini at fríðka
Vágstún, verður norðari
parturin av økinum nýtt til
fríøki, har benkur og annað
kemur at standa. Sunnari
parturin verður so nýttur til
parkeringspláss, men tað
verður ógvuliga avmarkað,
hvussu nógvir bilar kunnu
standa har.
Hendan ætlanin letur upp
fyri minnisvarðanum, og
tað verður munandi lættari
at koma til hann í fram-
tíðini. Hóast tað ber borg-
arstjórin ikki ótta fyri, at
herverk ella nakað annað
fer at vinda upp á seg.
— Hatta er eitt so mikið
vakurt stað, at eg trúgvi, at
tað fer at fáa frið, sigur
borgarstjórin í Klaksvík,
Steinbjørn Jacobsen.
Astri Luihn í Leikalund
Vágstún skal snøggast
Astri Luihn hevur listaframsýning í Leikalund í Klaksvík í
november mánaði. Fernisering verður fríggjadagin klokkan 16
Soleiðis kemur Vágstún at síggja út sambært modellmynd frá Fuglø Arkitektum
C
M
Y
K
7
6