Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. november 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 212 - 5. november 2004 Nr. 212 - 5. november 2004 9 Í heyst eru eini 46 nýggj pláss útvegað á eldrasambýlum í Eysturoy. Haraftrat er heim fyri demens latið upp í Runavík, og Eysturoyar Røktar- og Ellisheim verður nú útbygt við 24 plássum aftrat ELDRARØKT Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Kommunurnar í Eysturoy hava tikið stór tøk á eldra- økinum seinastu árini, og serliga nú í heyst er nógv hent á hesum øki. Í Leirvík og á Toftum eru nýggj og snotulig eldra- sambýlir júst tikið í nýtslu, og um fáar dagar verður væntandi móttøka á eldra- sambýlinum, sum bygt verður í Norðragøtu. Felags fyri sambýlini í Leirvík, Toftum og Gøtu er, at íløgan liggur um eina miljón fyri hvørt búfólkið. Um hetta er nógv ella á einari leið, duga vit ikki at meta um. Tað veldst sjálv- sagt um, hvussu nógv er fingið fyri peningin, sum lagdur er í hesar byggingar. Spurningurin er hinveg- in, um vit náa á mál og kunnu nøkta tørvin á eldra- røkt kring landið, um íløg- an liggur um eina miljón fyri hvørt fólk, sum hevur tørv á stovni. Taka vit Eysturoynna, er tað neyvan tann stóri trup- ulleikin, um íløgan liggur um miljónina, tí við teirri bygging, sum nú er farin fram á hesum øki í oynni, man fyribils tørvurin á stovnsplássum – saman við útbyggingini av Røktar-og Ellisheiminum og heimin- um fyri demens í Runavík – nærum verða nøktaður. Og tað er óført. Á Eiði var móttøka í eldrasambýlinum miku- dagin í samband við, at kjallarin nú er vorðin inn- rættaður og tikin í nýtslu. Í ovaru hæddini er pláss fyri 10 búfólkum, og í kjall- arahæddini er pláss fyri 5. Eldrasambýlið á Eiði, sum nú hevur pláss fyri 15 búfólkum, stendur í umleið 6 miljónum krónum, og á Eiði halda tey, at har hava tey fingið nógv fyri pengar- nar. Hvørt búpláss í eldra- sambýlinum á Eiði kostar soleiðis munandi minni enn búplássini í eitt nú Leirvík, Toftum og Gøtu. Stór tøk Tað er eitt stórt tak fyri eina kommunu at byggja ein slíkan stovn, tí almenni parturin av íløguni er lut- falsliga lítil. Landið rindar nevniliga 50.000 krónur av íløguni fyri hvørt búfólk, tá ið talan er um eldrasambýlið, men 500.000 krónur, tá ið ellis- og røktarheim verða bygd. Aftrat íløgunum, sum kommunurnar gera, noyð- ast tær eisini at rinda fyri náttarvaktina, og á Eiði snýr hesin kostnaður seg um eina hálva miljón krón- ur um árið. Annars liggur raksturin av eldrasambýlunum undir Heimarøktini, sum landið fíggjar. Tað eru tey, sum halda, at tað almenna átti at borið allan raksturin og soleiðis eisini náttarvaktina á eldra- sambýlunum. Men hóast kommunurnar kunnu vera ósamdar við landsmyndug- leikarnar um hendan partin av rakstrinum, rinda tær sum er náttarvaktina við gleði, tí hetta tænir borgar- unum í kommununum. Kortini halda tær, at landið eisini eigur at bera hendan partin av rakstrinum. Hóast føroyska ali- vinnan er í djúpum aldudali í løtuni, er áhugin fyri aling ikki burtur. Hetta prógv- aði ein fundur, ið Hans Jákup Mikkel- sen og Vinnuhúsið skipaðu fyri miku- morgunin ALING Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Mikudagin skipaði Hans Jákup Mikkelsen, sum dag- liga starvast í Vinnuhúsin- um, fyri fundi á Hotel Før- oyum um aling. Høvuðsheitið á fundinum var: "Er møguligt at fáa hægri prís fyri føroyska laksin?" Verkætlan Hans Jákup arbeiðir við eini verkætlan um alifisk, sum BP fíggjar. Verkætlan- in snýr seg um at kanna umstøðurnar hjá føroyskum alilaksi og at fáa at vita, hvat gerast kann fyri at betra um umdømið, sum føroyski laksurin hevur. Endamálið er at fáa meira fyri fiskin. Stigtakarin sigur, at fund- urin á Hotel Føroyum var væl møttur, og hann heldur, at tiltakið eydnaðist væl. – Umboð fyri alla ali- vinnuna í Føroyum vóru við, umframt umboð fyri fíggingarstovnar og vinnu- málaráðið. Hann vísir á, at hóast før- oyska alivinnan í dag er í einum djúpum aldudali, er ikki líkt til, at áhugin fyri og trúgvin uppá eina før- oyska alivinnu er burtur. Skotar við Í samband við arbeiðið við verkætlanini, hevur Hans Jákup havt samband við eitt nú skotsku alivinnuna, og í hesum sambandi vóru tveir skotar, sum hava drúgvar royndir innan alivinnu, við á fundinum. – Á fundinum greiddu skotarnir frá, hvat teir hava gjørt fyri at betra um prísin – og við góðum úrsliti, sigur Hans Jákup, sum sjálvur greiddi frá, hvat gerast kann á marknaðinum fyri at fáa betri prísin. Odd Eliassen, sum starv- ast á Havsbrún í Fuglafirði, greiddi frá møguleikunum at framleiða øðrvísi fóður. Leif av Reyni, sum starv- ast hjá Fiskaaling, tosaði um góðskueginleikar, og hvat gerast kann fyri at betra um dygdina á fiskinum. Hans Jákup Mikkelsen sigur seg vera ógvuliga væl nøgdan við uppmøtingina til fundin, og hann fegnast ikki minst um, at øll ali- vinnan var við, umframt fíggingarstovnar og lands- myndugleikar. – So, hóast alivinnan hjá okkum ríður lágt í løtuni, er áhugi og harvið eisini vón fyri framman, sigur Hans Jákup Mikkelsen. Eysturoyggin slóðar fyri í eldrarøkt Øll alivinnan á fundi um aling Ása Hanusson er leiðari fyri heimarøktini í Eysturoy. Her er hon til móttøku í eldrasambýlinum á Toftum. Mynd: Vilmund Jacobsen Umboð fyri alla ta føroysku alivinnuna vóru á fundi á Hotel Føroyum mikumorg- unin undir heitinum: "Er møguligt at fáa hægri prís fyri føroyska laksin?". Stórur áhugi var fyri fundinum Mynd: Jens Kr. Vang Fýra framløgur vóru á fundinum, og eitt nú greiddu skotar frá, hvat teir hava gjørt fyri at betra um prísin – við góðum úrsliti, sigur Hans Jákup Mikkelsen, sum saman við Vinnuhúsinum tók stig til fundin Mynd: Jens Kr. Vang Christmas Child varð fyri fyrstu ferð roynt í Føroyum í fjør, tá samkoman Lívdin í Hoyvík savnaði og sendi 250 skógvaeskj- ur við jólagávum til neyðstødd børn úti í heimi. Í ár hava fleiri samkomur verið við og inn komu heilar 1760 eskjur CHRISTMAS CHILD Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo So upprann tann stóri dag- urin, tá teljast skuldi, hvussu nógvar skógvaeskjur við jólagavum til neyðstødd børn úti í heimi tað hevði eydnast at savna inn. Og tað má sigast at hava eydnast sera væl, tí málið í ár var at senda 1000 eskjur avstað, men nú avtornaði, var talið heilar 1760 eskjur. Seinastu eksjurnar vórðu pakkaðar mikudagin og eru nú klárar at fara umborð á skipið, sum skal flyta tær til Onglands. Haðani fara fólk til fyrrverandi kommunist- isku londini við eskjunum úr Føroyum. Tað var sunnudagsskúlin í samkomuni Lívdini í Hoyvík, sum í fjør byrjaði við Christmas Child tiltakinum í Føroyum og sendi 250 jólagávueskjur av landin-um. - Í ár royndu vit at fáa fleiri samkomur, kirkjur og onnur at luttaka í tiltakinum og harvið fáa fleiri eskjur avstað og náa út til enn fleiri børn, siga tey á heimasíðuni hjá samkomuni. – Vit standandi undrandi og takkandi, og bøn okkara er, at Harrin má signa øll, ið hava givið og øll, ið fara at fáa gávurnar, siga tey í Lívdini. Alheims tiltak Átakið Operation Christ- mas Child hevur mong ár á baki, og í fjør vórðu savn- aðar yvir 6,6 milliónir skógvaeskjur í ymsum londum, sum vórðu latnar líðandi børnum í 95 lond- um. Felagsskapurin aftanfyri Operation Christmas Child er Samaritan’s Purse, ið er ein kristin hjálparfelags- skapur. Franklin Graham, sonur prædikumannin Billy Graham, er leiðari fyri fe- lagsskapinum. Í høvuðsheitum snýr átakið seg um at fylla eina tómu skógvaeskju við ym- iskum til drong ella gentu í einum ávísum aldursbólki. Skógvaeskjur verða nýttar, tí tær eru javnt stórar, og tí verður ikki mismunur gjørdur á støddini á gávun- um. Gávumild børn Nú arbeiðið í Føroyum fyri í ár er liðugt, og skógva- eskjurnar eru savnaðar í avskipingarhølunum hjá Skipafelagnum, klárar at verða avskipaðar til Bret- lands, gongur sjón fyri søgn, at føroysk børn, for- eldur, ommur og abbar hava eitt stórt hjarta, tá talan er um at rætta eina hjálpandi hond til neyð- stødd børn úti í heimi. Mong úti um oyggjaland okkara hava lagt tíð og pen- ing í at geva eina persónliga kærleiksgávu til eitt treingjandi barn úti í heimi. Saman við ymsum tinga- nesti er eisini ein persónlig heilsa, so barnið veit, hvað- ani gávan eri. Gávueskjurnar er pakkaðar inn í jólapáppír, tí hetta skal verða ein jóla- gáva, sum umframt at gleða barnið við tí sum er í eskjuni, eisin skal minna tað á bestu jólagávuna, sum givin er. Lesnaður verður lagdur við í eskjunar í Bret- landi, og hesin lesnaður greiðir frá um Gud sum gav Jesus, heiminum til frels- ara, og hvørs føðing vit minnast á jólum. Umframt allar mongu samkomurnar, hava fleiri einstaklingar latið skógva- eskjur til Christmas Child. Eitt nú hevði ein kona í Æðuvík av sínum einting- um hongt uppslag um til- takið upp á fiskavirkinum Lynfrost og skrivað, at fólk kundu koma til hana við skógvaeskjum. Úrslitið gjørdist, at hon kom við 32 skógvaeskjum. Um tú ynskir at verða við í tiltakinum næsta ár, er tað eitt gott hugskot longu nú at fáa tær eina skógvaeskju og byrja at leggja gávulutir í beinanvegin. Á tann hátt kanst tú keypa góðar gávu- lutir so við og við. Jú fleiri eskjur koma inn, fleiri verða børnini, ið fáa jólagávur - børn, sum ann- ars einki eiga og kanska ongantíð í lívinum hava fingið eina gávu áður. 1760 jólagávur úr Føroy- um til neyðstødd børn Hesar eru sam- komurnar, ið hava verið við í tiltakinum Berøa, Runavík Ebenezer Hebron, Argir Hebron, Leirvík Neria, Skála Filadelfia, Gøtu Filadelfia,Tórshavn Meinigheitshúsið, Tórshavn Meinigheitshúsið, Argir Nebo, 650 Toftir Kedron, Sørvágur Sunnudagsskúlin í Norðdepli Mizpa, Eiði Elim, Søldarfjørður Siloa, Fuglafjørður Missiónshúsið Thabor, Fuglafjørður Samkomur í Suðuroy Grønu skótar á Húsum Leygarkvøldið verður finalan í Nósabarnaprixkap pingini á Torginum í SMS. Tað hava verið trý undan- umfør, har tvey børn eru sloppin víðari hvørja ferðina NÓSABARNAPRIX Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Tað er lagt upp til eina sera spennandi sang- kapping á Torginum í SMS leygarkvøldið, har vit koma at uppliva nakrar av teimum bestu barnasongrøddunum í Føroyum. Umframt tvey tey bestu frá hvørjum und- anumfari, sleppur eisini besti trýarin við til final- una. Tað er 8 ára gamla Gunnbjørg Amundsen við sanginum „Bølle Bob". Framførsla henn- ara var serstakliga góð, og hon dugdi avbera væl at syngja og upptraðka. Tað er ilt at taka nakr- an av børnum framum og velja ein favorit, men ein, ið skarar framúr og heilt avgjørt kann blíva til nakað innan song- verðina, er Ingibjørg Hansen úr Mikladali. Á framúrskarandi hátt framførir hon sangin "Crazy" hjá Patsy Cline. Eisini verður skemt á skránni, og verða tað Angela, klovninurin Hannibal , Babyjames og onnur, sum fara at undirhalda. Nósabarnaprixkappin gin byrjar á torginum í SMS klokkan 18.00 leygarkvøldið tann 6. november. Kári Sólstein verður frásøgumaður. Vakrasta barna- songrøddin í Føroyum finnast Lotta er ein av teimum mongu føroysku børnunum, sum hava verið við til at pakka jólagávur til fátøk børn úti í heimi. Niður í eina skógvaeskju legði hon gávulutir til eina gentu á sínum egna aldri og merkti pakkan, so tað sæst, at hesin pakkin er til eina gentu Tað er ilt at taka nakran av børnum framum og velja ein favorit, men ein, ið skarar framúr og heilt avgjørt kann blíva til nakað innan songverðina, er Ingibjørg Hansen úr Mikladali. Á framúrskarandi hátt framførir hon sangin "Crazy" hjá Patsy Cline Barbara Petersen úr Tórshavn, við lagnum "Du kan sige ja-ja". Sofía Lind Rasmussen úr Klaksvík við sanginum hjá Celine Dion "I'm alive". Ingibjørg Hansen úr Mikladali við "Crazy" hjá Patsy Cline. Sharon Zachariassen av Argjum við lagnum „One moment in time" Helena H. Jørgensen og Sunnbjørg Thomassen við „Eingin er sum tú" Dóra Joensen við "Beautiful" Gunnbjørg Amundsen við sanginum „Bølle Bob C M Y K 9 8