Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. november 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 212 - 5. november 2004 Nr. 212 - 5. november 2004 11 Nú er greitt, at tað verður George Bush, ið fer at stýra USA komandi fýra árini eisini. Um okkum dáma tað ella ikki, so mugu øll demokratiskt sinnað virða og góðtaka hesa sannroynd. Men vit hava samtíðis skyldu til at vera á varðhaldi, seta spurningar og ávara, tá hetta er neyðugt. Og tað verður ongantíð meira neyðugt enn júst nú. Sæð í bakspeglinum og við kjarnuveljarum forsetans, tí religi- øsa høgra, í huga, er orsøk til at vera óttast og tí vera á varðhaldi, tí júst hetta val kann fáa sera óhepnar fyri USA og heimin annars. Um ikki Bush tekur í egnan barm eisini, (hvat vit tíverri hava ringar royndir av) rekur ein hóvligari politikk, ja flytur seg frá høgru og inn móti miðjuni, úti sum heima, kunnu vit skjótt gerast vitni til, at heimurin fer at verða ótryggari og vandamiklari. Sjálv- andi hevur heimurin brúk fyri støðuføstum politikarum, men einsíðugt og einoygt støðufesti valdast, tá hugsað verður um, hvussu heimurin nú einaferð er settur saman. Tað er okkara sannføring, at heimurin hevði verið trygg- ari, um demokratiski flokkurin vann valið. Tað gjørdi hann ikki, og tí mugu vit hugsa og virka út frá tí sann- roynd. Um vit vilja tað ella ikki, so ávirkar gongdin í USA allan umheimin. Búskapurin í USA undir Bush er farin heilt út av lagi við himmalhøgum undirskoti, orsakað av skatta- lættum til tey ríku og galloperandi vøkstrinum í herðnað- arligu útreiðslunum. Hetta undirskot verður nú bara skumpað víðari til komandi ættarlið og fer tað aftur at avmarka møguleikarnar at gera íløgur í eina betri heilsu- og sjúkratrygging, sum er alneyðug í USA. Fyri ikki at tosa um útbúgvingartilboð til tey fátæku. Hóast vit bara kunnu vóna, at Bush og hansara fólk fara at vera meira hóvlig, so sær svart út. Vandi er fyri, at eitt Bushstýrt USA fer at gera skilnaðin og kluftina millum kristna og muslimska heimin enn djúpri. Vandi er fyri, at eitt Bushstýrt USA fer at halda fram við sínum einvegis heimspolitikki, har hvørki ST ella hóvlig og sosialt/ humanistisk hugsandi lond í Vesturheiminum fara at vera eftirspurd. Vandi er fyri, at høgrakreftirnar fáa alt ov stórt vald. Her er útnevningin av nýggjum hægstarættardóm- arum mest ræðandi. Hóast Bush vann tepurt í 2000 og hann tí lovaði at virða og taka hædd fyri hinari helvtini av amerikanska fólkinum, so hevur hann ikki hildið hetta lyftið. Hevur tvørturímóti gjørt alt fyri at framala tað ekstrema høgra, sum fatar um hernaðarligar og kristnar fundamentalistar. Við tí úrsliti, at tað hevur skapt eitt øgiligt hatur millum liberal og so tey høgravíðgongdu. Vandi er fyri, at hann fer at halda fram á hesi leið við eitt nú at útnevna konservativar dómarar til Hægstarætt. Og tað fer at gera kluftina millum hóvligar og víðgongdar amerikanarar enn størri ikki bert komandi fýra árini men langt inn í framtíðina. Tað verður ein vanlukka fyri Verðina fáa kristnu funda- mentalistarnir og hernaðarligu heykarnir rundan um Bush ov nógv vald. Teir kunnu koma at seta eld í heimin. Vil Bush USA og heiminum væl eigur hann at seta hóv- ligar amerikanarar í týðandi lyklastørv, fólk, sum heldur enn at brenna brýr, byggja brýr. DAGSINS MEINING Sosialurin Vandi á ferð VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Jan Poulsen Valevnið Javnaðarfloksins til Tórshavnar Býráð Vit í Javnaðarflokkinum siga í okkara valskráð, at vit vilja arbeiða fyri, at foreldur at fleiri børnum sum ganga á dagstovni í Tórshavnar kommunu, skulu fáa systkinaavsláttur, soleiðis at tey hava ráð at hava børnini á dagstovnum. Hetta gera vit, tí vit vita at tað er sera tungt fíggjar- liga at fáa endarnar at røkka saman frammanund- an, tí alt annað er so kostn- aðarmikið her í kommun- uni, eittnú húsaprísirnir. Um ein ung familja skal seta búgv her í kommun- uni, so er tað av alstórum týdningi, at tað ikki verður ein ov tung byrða um tey skulu hava børn eisini. Tað kann ikki vera rætt, at tey skulu halda seg aftur við at fáa fleiri børn, tí tey ikki hava ráð til tað. Vit sum polittikarar skulu vera við til at virka fyri, at skapa karmar og økja um trivnaðin, soleiðis at fólk støðast í kommununi, og vilja seta búgv her. Tað gera vit eisini við at fáa sett í verk, at foreldur at fleiri børnum á dagstovni, skulu fáa systkinaavsláttur. Javnaðarflokkurin og harvið eisini eg, vil arbeiða hart fyri at fáa sett í verk systkinaavsláttur á dag- stovnum, í kommununi. Systkinaavsláttur á dagstovnum VAL04 Gerhard Lognberg løgtingsmaður og borgarstjóri í Skopun Og hvat so, tá samgongan hevði hetta fyri at privati- serað Postverkið, og pen- ingur var avsettur á fíggjar- ætlanini fyri 2005. Hetta var nógv viðgjørt, bæði í flokkinum og samgonguni. Sjálvandi hevur hetta mín stóra áhuga, tí handaði eg løgmanni og tingmanning Javnaðarflokksins eitt skriv hesum viðvíkjandi, har ið eg gjørdi mína støðu púra greiða. Eftir at samgongan var samd um at privatiserað, kemur postverksstjórin í bløðini, og greiður frá, hvussu alt skal gerast. Tað ljóðaði, sum at posthús skuldi verða í hvørjum pilsuvogni. Nei, nei og aftur nei. Tað er samgongan sum skal verða samd um lógina um postverkið. Og her havi eg púra greiða støðu. Samgongan skal fyrst verða samd um karmar, síðani skal hetta fyri tingið. Tá ið hetta er gjørt, kann postverkstjórin siga hvussu posthúsini verða framyvir. Í Skopun er nærum einki eftir. Sparikassin flutti úr Skopun. Føroya Banki hevur næstan einki virk- semi í Skopun. So er tað posthúsið sum er eftir. Tað skal ikki verða við Gerhard sum sam- gongulimi, at posthúsið skal úr bygdini! Teistin siglur á Skopun. Har við er tað heilt náttúr- ligt, at posturin verður sorteraður í Skopun. Hetta er púra greitt mín støða, og hon broytist ikki. Eg eri ikki valdur til at avtofta, men at byggja upp! Postverkið privatiserast Jói Winther Valevni hjá Javnaðar- flokkinum í Tórshavnar kommunu Tað er nógv sum liggur á láni: Tað má gerast ein nýggj kanning, um nýggi ring- vegurin eigur at verða gjørdur. Øll skulu verða hoyrd so at vit ikki leggja ein veg sum er til ampa fyri borgararnar. Ein veg sum kanska ikki álíkavæl nøktar tørvin í framtíðini, og gera ein veg sum tekur nakað av tí nærmasta heiðafuglalívi vit hava í býnum.Vit mugu fjálga um teir fáu grønu plettarnar vit eiga, og ikki leggja tær fáu traðirnar sum eru eftir undir asfalt, bert fyri løtuvinning. Hølistrupulleikarnir í Argjaskúla skulu loysast, og ikki sum nú bert við eini fyribilsloysn. Parkerings trupuleikarnir í miðbýnum mugu loysast, so at gang- andi og súklandi kunnu kenna seg trygg við, at bilar ikki standa til ampa allastaðni. Grøn økir sum ikki má koyrast á mugu gerast, har skulu barnagars børnini og onnur kunna vera, uttan at himprast fyri trygdini. Flestu vita at fríska luftin og natúran eru heilsubót. Hví veit sitandi samgonga ikki tað?. Um tú vil tað besta fyri øll í kommununi, so skift tey út. 9’nda hevur tú møguleikan, eg vil, vil tú? Kommunan fyri øll VAL04 VAL04 Meta C. Palle Tá ið tú ert á vitjan í onkrum av hinum norð- urlendsku høvuðsstøð- unum, finnur tú altíð handlar, sum selja heimavirkaðar lutir, ið eru serstakir fyri við- komandi land. Í Føroyum hava vit Heimavirkisfelagið, sum eg haldi átti at fingið møguleika at vera meira sjónligt. Nú, tað frættist at H.N. Jacobsens Bóka- handil skal broytast, hevði tað verið eitt frá- líkt hugskot, at Heima- virkisfelagið kundi framsýnt og selt før- oyskar heimavirkaðar lutir har. Samstundis kundi tað verið við til at varveitt og ment føroyskt heima- virki. X við lista C. Ein góð kommuna Anna Maria Persson Valevni Javnaðarfloksins til Tórshavnar Býráð Tað tykist, sum at øll sum stilla upp til kommunuvalið í Tórshavn, prioritera eldra- økið høgt. Guð gævið sagt, at so varð, tí ongastaðni er tørvurin á ellis- og røktar- heimum so stórur sum í Suðurstreymi. Tórshavnar kommuna er væl fyri fíggj- arliga og hevur tí ráð til at raðfesta vælferðaruppgáv- urnar. Mett verður, at økið manglar 89 pláss í 2005. Tølini siga eitt. Runt í kommununi sita gomul og avlamin, sum ongum bíði- lista eru á, men sum sakt- ans kundu trongt til eina hjálpandi hond. Summi kundu við eitt sindur av hjálp havt ein tryggari ger- andisdag heima, og onnur høvdu klárað seg í einum sambýli ella í eini eldraíbú. Sjálvt um vit hava stovn- ar í Havn til tey gomlu, sum eru ringast fyri, so eru alt ov nógv, sum ongastaðni sleppa inn, tí pláss er ikk fyri teimum. Eg havi verið sjúkrasystir í kommunu- læknaviðtalu í Havn í 23 ár. Ómetaliga ofta hava vit sitið og tosað við bæði gomul og teirra avvarðandi, um at nú má okkurt gerast, tí nú klára tey tað ikki longur. Hetta er ikki grenj, men gerandisdagurin hjá mongum, sum royna at taka sær av sínum gomlu, sum klára seg verri og verri, gerast sjúkari, gloymskari og meira óhjálpin, og mugu hava fólk hjá sær alt samdøgrið. Øll familjan er rakt, tí øll vilja vit gera tað allarbesta fyri okkara egnu. Ofta hevur tað verið svárt, at víst fólki frá sær, uttan at kunna hjálpa. Um eg í so- vorðnum løtum varð spurd, um eg var stolt av at vera føroyingur, hevði eg sagt nei. Sjálvt um landið enn hevur ábyrgdina av økin- um, so verður tað kommun- an, sum í nærmastu framtíð kemur at reka tað. So lat okkum longu nú ávirka, hvussu tað verður skipað og rikið á skilabestan hátt. Røktar- og umlættingar- heimið Lágargarður er ein vælvirkandi stovnur fyri tey, ið krevja kvalifiseraða hjálp alt samdøgrið. Á Lágargarði eru 48 bú-fólk. Vit hava brúk fyri einum Lágargarði aftrat. Kommunan hevur pen- ingin. Og vit kunnu tryggja, at hann ger gagn. - Ættarlið eftir ættarlið. Jóhan Heri Joensen Fuglafjørður Nú stundar aftur móti vali, nógv eru valevnini, sum bjóða seg fram meira og minni í jólahýri við gávu í hond. Hvussu úrslitið verður er sum altíð ilt at gita, men vónandi verða tað fólk sum ikki stara seg blind í dag- ligum bagatellum, men seta kós fram í tíðina, taka arbeiði í álvara og ikki minst vilja brúka tíð uppá hetta týdningarmikla ar- beiði. Fólk, sum hava visiónir og viljan at skapa nakað býnum og fólkinum til frama. Sjálvur havi eg sitið í býráðnum í 8 ár, og øll árini sum formaður í mentanar- nevndini sum hevur havt ábyrgdina av: skúla, barna- ansing, eldrarøkt, miðstað- arøkið, og mentan annars. Ikki er ringt at leggja til merkis tey stóru mál, sum mentanarnevndin hevur sett í verk hesi árini. • Á eldraøkinum slóðaðu vit fyri í landinum táið Vesturstova opnaði. • Hava avsett pening og skulu byggja nýtt ellis- heim. • Barnarøktin er útbygd við dagrøkt og frítíðar- skúla. Børnini verða nú ansað til og við 2. flokk. • Nýggjur skúli tikin í nýtslu, og skúlin sum heild uppdateraður. • Stuðlað Mentanarhúsið soleiðis, at tað kundi verða tikið í nýtslu . • Lagt graslíki á vøllin • Deilt út plantupakkar og sett í verk urtagarðskapp- ingina. • Miðbýurin er í fer við at blíva fríðkaður. • Høvdahúsini sett upp sum fornminni.. • Piddasa handil verður keyptur í hesum árinum. • Standmyndir í bátahylin- um. • Enn ein standmynd/ minnisvarði bestilt og verður uppsett í nærm- astu framtíð. • Mentanin annars fingið stuðul sum onga aðra- staðni í landinum. • Fuglafjørður trínur fram sum mentanarbýurin, sum onnur brúka sum fyrimynd. Tey bleytu virðini koma upp at venda hvørja ferð val er, og nógv eru tey, sum koma við ætlanum og vøkrum dreymum. Tíðin hevur víst, at flestu dreym- arnir blíva við at verða dreymar, sum flákra í vindinum, har teir verða hangandi til teir 4 ár seinni aftur verða nýttir sum uppafturtiðnað agn. Táið eg fyri 8 árum síð- ani kom inn í býráðsarbeiði valdi eg, í , staðin fyri bert at tosa um dreymar, heldur at føra teir út í lívið. Javnaðarflokkurin vil halda áfram at loysa mál við at hyggja fram í tíð- ina. Tað sigur C sjálvt. hvønn tú skalt velja. VIÐMERKINGAR Halla Samuelsen valevni hjá Javnaðar- flokkinum Einki Psykiatriskt Røktar- heim er til tey sum hava sálarliga sjúku, men stórur tørvur er á einum slíkum. Nógv eru tey, ið standa á bíðilista at sleppa inn á Ellis- og Røktarheim, og ringt er at sleppa inn. Tey sum hava eina sálarliga sjúku, hava oftani uppaftur verri við at sleppa inn. Tí hevði tað verið sera gott, um vit høvdu eitt Psykiatr- iskt Røktarheim til teirra. Fleiri fólk sum eru liðugt viðgjørd á Psykiatrisku deildunum, men sum ikki klára seg sjálvi, áttu heldur at sloppi inn á eitt Psykiatriskt Røktarheim. Eingin ivi er um, at stórur tørvur er á einum Psyki- atriskum Røktarheimi til tey, sum hava sálarliga sjúku. Javnaðarflokkurin er greiður yvir støðuna, og vit ynskja at gera nakað við hetta, nevnliga at útvega Psykiatriskt Røktarheim til tey, sum hava sálarliga sjúku. Fái eg tín stuðul til Bý- ráðsvalið 9. nov., ert tú við til at gera umstøðurnar hjá teimum sum hava sálarliga sjúku, betri. So skal eg gera mítt til, at hetta mál verður loyst skjótt og væl. Ein Lágargarð aftrat VAL04 Psykiatriskt Røktarheim til tey sum hava sálarliga sjúku VAL04 Tey bleytu virðini VAL04 Jógvan Finnur Poulsen Búsetingarmynstrið her hjá okkum hevur higartil verið so, at hvør skal eiga síni sethús. Hetta hevur umframt nógvan pening eisini kravt stór byggilendi til hvønn búreising. Í mongum førum má sigast, at úrnýtslan hevur verið alt ov lítil. Lendi har byggj- ast kann er avmarkað, tað sær ein og hvør, sum eygu hevur. Her má ikki oyðslast men gagnnýtast sum best. Fleiri kommunur, eisini nakrar minni enn okkara, hava boðið borgarum sínum alterna- tivan møguleika - nevni- liga raðhúsabygging ella íbúð. Væl veit eg um kann- ing, sum gjørd varð her fyri árum síðan v. v. hesum, og at áhugin var lítil. Tilboð býráðsins var búseting úti á Dal, men eg hugsi, at betur hevði verið um møgu- leikin eisini var inni í Fuglafirði. Tað eru ikki øll, sum leggja í at eiga stórt grundstykki at halda og høvdu gleðiliga tikið av slíkum tilboði. Hetta er eitt av málun- um, sum troka á at vera loyst. Hesum fara vit at ar- beiða fyri. Eingin ivi valdagin - sjálvandi C Tað sigur C sjálvt. Búsetingar- møguleikar VAL04 C M Y K 11 10