fríggjadagur 5. november 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 212 - 5. november 2004
Nr. 212 - 5. november 2004
13
Tórfinn Smith
Valevni Javnaðarfloksins til
býráðsvalið
Ferðslutrýstið á vegirnar í
Havn er øgiligt. Býráðið
hevur roynt at bøta um.
M.a. við fleiri rundkoyr-
ingum, sum eru til munandi
bata. Tær skulu eisini til.
Tað styttir eitt sindur um
tíðina at koma oman í býin
um morgunin, og úr aftur
býnum seinrapartin. At
finna eitt parkeringspláss
er eisini ein trupulleiki, ert
tú ov seinur á sjóvarfall-
inum.
Eftir mínum tykki kunnu
vit gera eins nógvar rund-
koyringar
sum
okkum
lystir, og sama við parker-
ingsplássum, so loysir hetta
bert ein part av trupul-
leikunum. Og so als ikki
framtíðartrupulleikarnar, tí
ferðslan økist í hvørjum.
Her eru snøgt sagt ov
nógvir bilar í mun til
vegakervið og parkerings-
plássini vit hava. Ikki minst
skal havast í huga, at mark
er fyri, hvussu nógv skal
leggjast undir asfalt og
betong.
Annað málið, í sama
sambandi er, at tey, sum
búgva í útjaðaranum í bý-
num, eru, um tey vilja ella
ikki, noydd til at rokna ein
ella fleiri bilar í húsar-
haldskostnaðin. Møta ym-
iskar tíðir til arbeiðis, ella
hava ymiskan tørv á flutn-
ingi.
Vit hava eina bussleið,
sum fáur í dag vil vera fyri
uttan. Men hendan kann
gerast munandi betri. Bæði
fyri dagliga flutningstørvin
og ikki minni, hugsað vit
um okkara dýrabæra um-
hvørvi.
Tí eigur komandi býráð
álvarsliga
at
umhugsa
møguleikan at víðka buss-
leiðina heilt munandi.
Eitt hugskot hevði verið,
at tvífaldað títtleikan í
buss-skipanini.
Hetta hevði m.a. havt við
sær:
• At ikki var neyðugt at
bíða leingi eftir næsta
bussi
• At fólk harvið nýttu
bussleiðina
munandi
meira
• At tú slapst undan par-
keringstrupulleikum,
skuldi tú eitt ørindi í býin
• At ikki var neyðugt at
írokna ein ella fleiri bilar
í húsarhaldsroknskapin,
og at tú harvið kundi
brúkt pengarnar til okk-
urt annað, sum var meira
skilagott
• At vit sluppu undan mun-
andi luftdálking
• At vit sluppu undan mun-
andi vegasliti og harvið
dálking orsakað av as-
faltdusti
• At kommunan spardi
pening at gera p-pláss
• At komunan spardi pen-
ing til asfalt-umvælingar
Hetta hevði kostað komm-
ununi meira fyrstu tíðina,
men eg eri sannførdur um,
at vit, sum tíðin líður,
høvdu
spart
munandi
kommunu- og landsbú-
skaparligt, og ikki minni, at
hvør einstakur hevði verið
betri fyri, - bæði so og so.
Vert at hugsa um.
Jógvan Arge
býráðslimur fyri
tjóðveldisflokkin
Eitt tað størsta prinsipi-
ella málið, sum hevur ver-
ið frammi farnu býráðs-
setuna, er ein nýggj heild-
arætlan fyri Havnina.
Hetta málið endaði við,
at meirilutin í býráðnum
samtykti at vaksa um býin
við einvíst at leggja Hoy-
víkshagan av til grund-
stykkir.
Vit í minnilutanum at-
kvøddu ímóti hesi ætlan, tí
vit hildu ikki javnvág vera í
henni.
Vit mæltu beinleiðis til,
at atlit eisini vórðu tikin til
sjónarmiðini hjá teimum,
sum virka í Hoyvíkshag-
anum í dag, men tað varð
alt feiðað av borðinum.
Listi E hevur verið á
rundferð í kommununi og
lurtað eftir, hvat fólkið í
teimum verandi og kom-
andi bygdunum hevur at
siga.
Har kom klárt og týðu-
liga fram, at fólk eru bang-
in um, hvat eitt fyrilitar-
leyst stýri á Vaglinum í
Havn kann finna upp á gera
við teirra bygdir og um-
hvørvi.
Høvdu vit í minnilutan-
um ikki verið so trek, hevði
býráðið longu havt gjørt
eina samtykt um at leggja
so at siga allan Kollafjørð
undir asfalt og betong eftir
nøkrum árum.
Høvdu vit í minnilutan-
um ikki treiskast í málinum
um at gera ruskpláss í
nátúrperluni á Glyvursnesi,
so hevði tann ætlanin verið
samtykt nú fyri valið.
Vit í tjóðveldisflokkinum
vilja taka atlit til teir nýggju
partarnar av kommununi.
Vit halda ikki, at nakrir
fáir politikarar í Havn uttan
fyrilit kunna fara við
teimum, sum teimum lystir.
Stigini mugu takast í
góðum samljóði við tey,
sum byggja hesar bygdir.
Í sama andrátti siga vit, at
heildarætlanin fyri Havnina
skal takast uppaftur. Hon
vendir skeivt. Hon beinir
fyri vinnumøguleikum, og
næstan øll ferðslan inn í
býin fer at koma úr einum
horni.
Vit meina, at í nýggju
heildarætlanini skal havast
í huga, at Havnin eisini
verður útbygd vestureftir,
har stórt lendi er tøkt.
Tann nýggja heildarætl-
anin skal tryggja meiri
javnvág í býarmenningina,
so Vesturbýurin og Argir
fáa javnbjóðis umstøður
við Eysturbýin og Hoyvíks-
hagan.
Hetta tryggjar samstund-
is, at tann nógva ferðslan
inn í býin verður býtt í
ymsar ættir.
Og fram um alt hava vit
sett okkum fyri, at borg-
ararnir fáa høvi til at siga
sína hugsan um fram-tíðar-
ætlanirnar.
Ert tú samdur við okkum,
velur tú Lista E á valdeg-
num 9. november.
Býarmenning og heildarætlan
Páll Michelsen
Valevni javnaðarfloksins
Til hvørt val koma okur
øll at seta okum henda
spurning, og gera okk-
um nakrar tankar um,
hvussu vit vænta og
vóna at býur okra menn-
ist tey næstu 4 árini.
Komandi býráð kemur
at fáa nógvar krevjandi
uppgávur.
Nevnast
kunnu uppgávur innan
barnaansingina, skúla-
verki, eldraøki, helsu-
verki og betran av karm-
um fyri vinnuna. Um tað
er at byggja hús, seta
okkurt
vinnuvirki
á
stovn, ella hava onnur
mál, ið koma undir
kommunalu umsiting-
ina, má býráðið tryggja
eina
• Vælvirkandi umsiting
• Sakliga málsviðgerð
• Ábyrgarfulla fíggjar-
stýring
• Góða vegleiðing
• Góðar umstøður
Eitt nývalt býráð eigur
at hava sum fremsta mál
tryggleika og trivnað
borgarans, at umsita og
varðveita øll virðini í
býnum, fáa tað at bera til
búskaparliga og vinnu-
liga, so at býurin verður
lokkandi hjá bæði fyri-
tøkum, familjum og
einstaklingum, tí har
gróður er í vinnuni og
samfelagnum,
búsetir
fólk seg.
Tá ið børnini eru
komin
í
skúlaaldur
mugu vit bjóða teimum
bestu møguligu karmar.
Eitt vælútbygt skúlaverk
við góðum møguleikum
hjá næmingunum til at
mennast bæði andaliga
og tekniskt. Tað er ikki
ov nógv sagt, at tá ið tað
kemur til at skapa góðar
karmar fyri einum góð-
um undirvísingarverki,
so hevur okra kommuna
gingið á odda. Hetta
kemst sjálvandi av, at ein
av grundhugsanunum í
javnaðarhugsjónini er
jú, at okur skulu hava
eitt vælútbúgvið fólk, og
at øll skulu hava somu
møguleikar til at nema
sær kunnleika, óansætt
stætt
og
fíggjarligu
møguleikar foreldranna.
Saman við ynskinum
um arbeiði til allar
hendur er eitt av høvuðs-
málum okara, ein góð
útbúgvingarskipan við
somu møguleikum til
øll. Tað er gleðiligt at
ásanna, at stórt sæð allir
flokkar í dag hava tikið
hesa hugsan til sín, men
vandi er í hvørjari væl-
ferð. Soleiðis eisini her.
Tí fara okur at standa á
odda fyri at geva fólka-
skúlanum bestu umstøð-
ur at arbeiða undir, so-
leiðis at øll okra børn
hava somu møguleikar
til lærdóm og útbúgving.
Eisini vita okur, at
tann mennig ið verður á
staðnum byggir á tað,
tey undanfarnu ættarlið-
ini
hava
stríðst
og
knógvað fyri. Teimum,
ið hava búleika her á
staðnum og lagt lunnar
undir tað støðið vit hava
i dag, vilja vit veita
sømulig kor nú teirra
arbeiðsorka er farin at
vikna. Arbeiðast má
fram í móti at eldra-
røktin og umstøðurnar
hjá teimum eldru gerast
betur. Javnaðarflokkurin
vil altíð standa sum tann
flokkur ið vil tryggja
teimum eldru góð kor.
Hús eru keypt til eldra-
sambýli og framhald-
andi má arbeiðast við at
fáa fleiri sambýlispláss.
Eisini mugi okur áhald-
andi arbeiða fram í móti
at økja tali av røktar-
heimsplássum.
Hartil
mugu okur leggja stóra
orku í at tær kommunalu
uppgávurnar, í samband
við Suðuroyar sjúkrahús
verða væl røktar. Sum
valevni javnaðarfloksins
fari eg at streingja á, at
arbeiði heldur fram at
útvega teimum eldru
lættastu og bestu livium-
støður.
Býráðið – næstu
fýra árini
VIÐMERKINGAR
VAL04
Betri bussleið kundi loyst fleiri trupulleikar
VAL04
VAL04
Birgir Sondum
x við lista E
Eitt tað besta vit (vónandi
komi eg inn) í nýggja
býráðnum mugu fara í
gongd við, er at fáa tey
løgtingsvaldu fyri suður-
streym, helst alt løgtingið
at skilja sjónarmiðini hjá
stórkommununi.
Tað má ikki koma uppá
tal at stovnar verða fluttir úr
kommununi. Hvar nýggir
stovnar verða lagdir er ein
onnur søk. Øll lond hava
brúk fyri einum sterkum
høvuðsstaði.
T.d. tarnar landið okkum
at útbyggja eldraøkið, við
at játtanir frá landinum eru
alt ov lágar, og ofta eru
oyramerktar til útjaðaran,
hóast øll vita at tørvurin er
størstur í Havn.
Gongd má koma á bygg-
ingina av skúladeplinum í
Marknagili.
Nýggja býráðið
VAL04
Hildur
Eyðunsdóttir
býráðslimur og valevni
Tjóðveldisfloksins,
www.eydunsdottir.com
Eg skilji væl, at eigarin
av húsunum hjá Anton
Degn kennir seg snýtt-
an. Hann keypti eina
ogn, sum ongar treytir
hingu við, og ætlaði
sær at byggja eini
býarhús
sum
vóru
sambært
byggisam-
tyktunum
Men eg haldi ikki at
henda byggiætlanin var
góð og gagnlig fyri býin.
Degnshúsini
skulu
heldur takast við í eina
menningarætlan
fyri
miðbýin, har Tinghús-
vegurin verður umskap-
aður til trivna og lív, til
eina
gongugøtu
har
gomlu
urtagarðarnir
vera latnir upp fyri al-
menninginum,
har
klubbagarðurin verður
til fólk at trívast í, sum
eitt virðiligt býarpláss
frammanfyri Tinghúsini.
Ein íslendskur rithøv-
undur helt fyri, at Tórs-
havn var vakrasti høv-
uðsstaður í norðanlond-
um, júst tí so nógv av tí
gamla var varðveitt.
Men tað merkir ikki at
einki má henda í býnum.
Býurin skal vera livandi
og mennast, men menn-
ingin skal gerast við ansi
fyri tí sum er vert at
varðveita, og við at tað
sum verður bygt í dag,
eisini fer at verða vert at
varðveita.
Heildarætlan fyri
miðbýin
Málið við Degnshúsun-
um er eitt gott dømi um
at vit mugu hugsa mið-
býin á nýggjum. Vit
mugu
endurskoða
byggisamtyktirnar, so
vit fáa tann býin sum vit
ynskja, ein hugnaligan
bý, har fólk búgva, men
eisini ein bý sum angar
av býarlívi. Útvent virk-
semi
sum
handlar,
kafé'ir,
hárfríðkanar-
stovur,
sjónleikahús,
venjingamiðstøðir
og
mangt annað, skal fáa
fólk at trívast í Havn, og
vit skulu eisini varðveita
bústaðarøki í býnum, tí
einki skapar so gott lív
sum
spælandi
børn,
sjaggandi
gomul
og
virkin ung. Ein góð
heildarætlan er hon sum
setur ávís øki av til
handilsgøtur og onnur til
bústaðarøki.
Keiøkið við í
miðbýarætlanina
Eisini havnarlagið eigur
at vera við í heildarætl-
anini. Aðrastaðni kring
okkum, hava býir valt at
flyta góðshavnir útum
býin, so hvørt sum bilar,
bingjur og skip eru
vorðin so stór at tey
hótta trivnaðin. Ístaðin
eru gomlu havnirnar
gjørdar um til býarøki,
har mentan og vinna
trívist í tí serstaka um-
hvørvinum sum er fram-
við
sjóvarmálanum.
Hetta er gjørt í Keyp-
mannahavn, í London,
og tað er eisini í ferð við
at blíva gjørt í Reykja-
vík. Avbjóðingin er hin
sama í Havn. Serliga nú
altjóða reglur krevja, at
keiøkið verður stongt
fyri almenninginum, er
neyðugt at hugsa um
aðra nýtslu av havna-
lagnum. Tað nyttar held-
ur ikki nógv at tosa um
at tálma ferðsluna í mið-
býnum, so leingi sum
allur farmurin og øll bil-
ferðafólkini skulu um
miðbýin. Eisini tí mugu
vit taka keiøkið við í
miðbýarætlanina.
Samstundis mugu vit
sjálvandi finna útav
hvussu vit skipa sam-
ferðslu og farmaflutn-
ing, so trupulleikarnir
ikki bara verða fluttir,
men so at hetta virk-
semið verður til gagns,
har tað verður flutt. Ein
betri miðbýur skal ikki
merkja at Kollafjørður
ella aðrir útjaðarar ger-
ast verri fyri.
Trivnaður skapar
menning
Besta amboðið at fremja
trivnaðin í Tórshavnar
kommunu, er ein góð
heildarætlan, sum verð-
ur gjørd í fullum opin-
leika, so bæði tey sum
búgva í kommununi, og
tey sum gera íløgur í
kommununi kenna seg
trygg. Vit skulu skapa
ein bý har trivnaðurin
verður settur fremst. Har
fólk vera tikin framum
bilarnar, har mentan og
vinna trívist saman.
Miðbýurin
fyri fólkið
Jens Johannesen
Tvøroyri, býráðsvalevni
Javnaðarfloksins
Kommunan hevur havt
stóra skuld at dragast við
tey seinastu nógvu árini.
Hon hevur at kalla verið
skuldarbundin í fleiri ár. Á
seinasta býráðsfundi varð
upplýst, at skuldarbyrðan
hjá kommununi eru einar
80 mill., ella við øðrum
orðum tvær álíkningar, tí
upplýst varð samstundis, at
inntøka kommununnar var
góðar 40 mill.. Tað kostar
kommununi um 13 mill.
um árið í rentum og av-
drátti, so um eini tvey-trý ár
fer at nærkast einari álíkn-
ing í skuld. Um rætt verður
borið at, so er tað ein stórur
møguleiki fyri, at okur um
stutta tíð kunnu fara at
hugsa um at nýggjar íløgur.
Í komandi ári verður barna-
frádrátturin 4.500 kr..
Tvøroyri skal gerast ein
tryggari býur, tá tað snýr
seg um tryggleika hjá
børnum í ferðsluni. Á Sev-
mýrisvegnum og aðrastaðni
í býnum eiga okur at gera
trongar, so at bilarnir verða
noyddir at minka um ferð-
ina. Vegastrekkir, sum líkj-
ast teimum úti undir Heyg-
num, eiga at breiðkast. Og
sjálvandi
skal
býráðið
bjóða slík arbeiði út, so tað
kann gerast so bíligt og
skjótt sum gjørligt.
Tvøroyrar býur skal vera
góður og dragandi at búgva
í. Trivnaðurin skal koma
okum øllum tilgóða. Okur
skulu fara væl um allar
borgarar í sóknini, allir
skulu vera líka fyri lógini,
øll skulu kenna seg trygg.
Hetta kann gerast við, at
heilt nágreiniligar reglur
eru fyri tey ymisku økini i
kommununi, soleiðis at
borgarin veit hvørjar skyld-
ur og rættindi hann/hon
hevur, tá tað snýr seg um
ivamál. Tað eigur ikki at
vera so torført at stýra, tá tú
veit, hvør kósin er.
Í kommununi skulu øll
trívast væl, bæði eldri og
yngri. Okur halda ofta at
hesi eru bara grenj, men
sætt er tað, at hesi báðir
bólkar næstan eru heilt
gloymdir. Kommunan hev-
ur onki hølið at vísa okra
eldru á. Okur skulu virða
tey eldru betur. Atburðurin
móti okra eldri hevur ikki
verið serliga góður. Her
skal vend koma í.
Eisini tey ungu, ið ikki
íðka tann vanliga ítróttin,
skulu okur hugsa um. Um-
støðurnar skulu vera góðar.
Eitt ungdómshús eigur at
finnast, har okra ungdómur
kann hittast eftir skúlatíð
undir
tryggum,
rús-og
roykfríum umhvørvið. Her
skal sjálvandi útbúgvið fólk
vera til staðar. Her eru bert
nøkur fá hugskot, sum
uttan stórvegis kostnað,
kann verða til gleði og til
gagns fyri øll.
Øll skulu trívast í okra
býi.
Tað ger onki um nýggj
andlit koma inn í býráðið.
Set tín kross við meg tann
9. novembur, ella við eitt av
okra valevnum á javnað-
arlistanum.
Kári Árting
Hetta segði ein havnar-
maður við meg ein dagin.
Prátið var fallið inn á
gartnaríið hjá Torstein, sum
lá har yvir av SMS. Komm-
unan hevði skund at selja
økið, so okkurt spekula-
sjónsbyggjari kundi klams-
ast upp har, í staðin fyri at
lata onkran føra driftina
víðari undir treytum, ella at
lata tað fella saman við tí
grøna økinum omanfyri.
Lukkutíð fyri okkum øll,
sýnist tað nú sum treytirnar
sum býráðið fekk hesa
stórfingnu
gávu
undir,
forða fyri, at bygt verður á
økið. Hetta er tíverri ikki
eindømi av snævurskyggni
og umhvørvisvandalismu.
Vit harmast um trøðna við
Jóannesar Paturssonargøtu
og um skúlabyggingina við
Kongagøtu,
samstundis
sum vit fegnast um, at
Tinganes bleiv bjargað.
Kirkjubøsjingar tit eru við
í komununi nú, men ansi
tykkum, annars liggur
múrurin sum grótkast fyri
ein bátahyl í Sugguni ein
penan dag, um skilið slepp-
ur at halda fram.
Umhvørvispolitikkur er
meira enn reinir vegir,
reinar áir og reinar vágir.
Tað er bara ein sjávfylgja,
at hetta skal fungera. Um-
hvørvismál er at fáa alt
hetta, sum tíðin krevur,
bilar, handlar, o.s.fr. at
sampakka við tað sum er.
Okkurt gamalt má víkja,
men hetta skal gerast við
varsemi, Havnin hevur eina
elligamla søgu, og tað hava
Kirkjubøur, Kollafjørður
og hinar bygdirnar í komm-
ununi eisini. Men tað er
ikki bara søgan tað snýr seg
um, tað er eisini trivnað-
urin. Tá ið stórar broytingar
skulu gerast, eigur fólkið í
grannalagnum at fáa stund-
ir og umstøður at koma við
sínum viðmerkingum, tí tað
er sjáldan bert ein máti at
gera tingini uppá. Hetta við
at trumla tingini ígjøgnum
uttan fyrilit, er vónandi ein
farin tíð. Men so mugu vit
eisini standa saman hin 9
novembur, og siga teimum,
sum hava rátt fyri borgum,
at nú er nokk.
Annfinn Brekkstein
valevni Sambandsfloksins til
býráðsvalið
Nú Suðurstreymoy verður
ein kommuna, hava bygd-
irnar, sum hava lagt saman
við Havnini, innbygt í sam-
anleggingarsáttmálan
at
hava staðbundnar nevndir.
Uppgávan hjá hesum
nevndum er at ráðgeva og
vegleiða býráðið í ym-
iskum málum og at kunna
borgarstjóran og harvið
býráðið um, hvat rørist í
bygdunum, hesar nevndir
umboðað. Eisini eiga hesar
nevndir at verða kunnaðar
og at fáa høvi til at vegleiða
og koma við meiningum, tá
stórar broytingar verða
framdar í teirra bygdum.
Tey fólk, ið nú verða vald
í nýggja býráðið, hava
skyldu til at fylgja við í
allari kommununi, frá tí
norðastu og út á smápláss-
ini Hest, Koltur og Nólsoy
o.s.fr.
Skulu fólkini í hesum
bygdum kenna seg sum
part av stóru kommununi,
javnbjóðis við tey í megin-
økinum — hetta er uppgáv-
an hjá tí nývalda býráðnum
at syrgja fyri, nevnliga at
servisera allar borgarar líka
í allari kommununi — setir
tað krøv til tey fólkavaldu,
nevnliga at fáa samansjóað
allar borgarar í nýggju
kommununi, so øll fáa
javnbjóðis rættindi, óansæð
hvar tú býrt í kommununi.
Tá ber av sonnum til at tosa
um nærdemokrati.
Tað er ikki rætt at út-
delegera heimildir til tær
staðbundu nevndirnar, tí tá
vendir samanleggingin á
høvdinum. Hinvegin kundi
nývalda býráðið havt eina
felagskonto á fíggjarætl-
anini, sum var oyramerkt til
smáplássini. Ella rættari
sagt: til menning og trivnað
á smáplássum. Tað kundi
verið eitt hugskot.
Allir borgarar í kommun-
unum, sum hava lagt saman
við Tórshavnar kommunu,
verða nú borgarar við somu
rættindum og somu skyld-
um sum allir aðrir í felags-
skapinum. Vit koma at fáa
og njóta, missa og svíða, í
sama lagi og í góðum og
rættvísum samstarvsanda
og solidaritetsfatan. Hetta
skal vera eyðkennið hjá tí
nýggju Tórshavnar komm-
unu, tí tá hava vit eitt sterkt
demokratiskt fólkaræði.
Men lat okkum ongantíð
gloyma, at tað eru teir
fólkavaldu býráðslimirnir,
sum eru valdir at umboða
alt fólkið í tí nýggju Tórs-
havnar kommunu.
VIÐMERKINGAR
Tvøroyri, býurin, har øll kunnu trívast
Staðbundu nevndirnar og Tórshavnar Býráð
VAL04
Havnin er um at missa sálina
VAL04
VAL04
C
M
Y
K
13
12