fríggjadagur 5. november 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 212 - 5. november 2004
15
LANGUR
LANGUR
LEYGARDAGUR
6. NOVEMBER
2004
15
14
Nr. 212 - 5. november 2004
Tá Poul Olsen, sum er
yngstur av átta systkj-
um, herfyri fylti
seksti ár, fóru øll
systkini í føðingar-
dag. Tað er í sjálvum
sær kanska ikki so
óvanligt, men í sam-
bandi við runda
dagin, varð ein mynd
tikin av teimum, og er
tað fyrsta myndin,
sum nakrantíð er
tikin av øllum átta
undir einum taki
FØÐINGARDAGUR
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Poul Olsen og hansara sjey
systkin vórðu øll fødd í
Trongisvági. Tað eru 18 ár
millum Poul og elstu systur
hansara. Poul varð føddur
við Down Syndrom, so
hann varð sendur niður á
Rødbygård sum sjey ára
gamal.
Har hevur hann búleikast
líka síðani, og hevur hann
fingið eitt gott lív. Hann er
væl fyri og býr fyri seg
sjálvan.
Ein av beiggjunum hjá
Poul, Tórolvur Mohr Olsen,
greiðir frá, at tað ongantíð
var nakar ivi um, at tey øll
skuldu fara niður at vitja
bróðurin.
— Vit komu úr ymiskum
heraðshornum at vitja Poul
á stóra degnum. Hann var
sjálvandi øgiliga fegin um
at fáa øll systkini á vitjan
upp á ein gang, greiðir Tór-
olvur frá.
Poul hevur ofta verið
heima í feriu, men hetta var
fyrstu ferð, at øll sjey systk-
ini komu á vitjan í senn.
Tað sum kanska eisini
kann sigast at vera nakað
undrunarvert er, at tey
systkini, hóast nøkur eru
farin væl upp um sjeyti ár,
eru stak væl fyri. Tískil var
tað ongin trupulleiki hjá
nøkrum av teimum at ferð-
ast til Rødbyhavn.
Tórolvur sigur, at myndin
hevur ótrúliga stóran týdn-
ing fyri hann.
— Hetta er tann fyrsta
myndin av okkum øllum,
sum er tikin, meðan vit øll
eru undir saman taki. Eg
eigi eina aðra systkina-
mynd, men har er tað eina
sett inn í myndina aftaná,
greiðir hann frá.
Øll systkini búðu á ein-
um hotelli, har føðingar-
dagurin eisini varð hildin.
Tey ótu ein góðan bita og
hugnaðu sær saman. Tað
var ójavnt, hvussu longi tey
steðgaðu í Danmark, men
øll vóru tey savnað til
sjálvan føðingardagin, sum
var tann 20. september.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
75 ára føðingardagur
Í dag, 5. november, verður Sámal Christiansen,
Klaksvík, vanliga nevndur Sámal hjá Barbu, 75 ár.
Dagurin verður hildin saman við familju í Havn.
Dagurin
5. november. Malakias, deyður ár 1148. Írskur
munkur, sum varð valdur til biskup í Armagh í
Írlandi. Segðist at útinna mong undurverkini.
Summir halda, at sipað verður til Málaki, tann síðsta
av teimum 12 smáu profetunum í Gamla testamenti.
Bíbilska profetanavnið merkir mítt sendiboð.
8. november fyllir Judith
Lilholm Nielsen búsitandi í
Keypmannahavn 80 ár.
Judith Hansen, sum er
upprunanavn hennara, er
ein av døtrunum hjá Annu
og Tummas í Leynum, tey,
sum settu búgv í Múlheið-
um. Anna, dóttur Elsu og
Jens á Trøðni - og Tummas
var sonur Annu og Mikkjal,
bóndafólkini á Uppistovu-
garðinum í Leynum.
Barnaflokkurin í Múl-
heiðum taldi 15, og tey
komu øll væl undan. Í 1944
mistu tey pápan. Tummas
slerdi út av trolaranum
»Skálaberg« á fiskiveiðu. Í
1952 doyði Anna.
Judith var fjórða í røðini
av systkinaflokkinum í
Múlheiðum. 9 mánaðar
gomul var hon, tá hon kom
til Havnar í 1925 at vera hjá
Biritu og Edvard Linden-
skov í Rættará, foreldrum
okkara. Tummas í Leynum
og móðir vóru systkina-
børn.
Barnaárini gekk Judith í
skúla hjá Amaliu Joensen,
Christines Minde (Bauers
hús) í Rættará, síðan í
realskúla og eftir lokið
prógv beint fyri kríggið í
1939 var at finna sær
arbeiði, tí hóast evnini til
víðari lestur vóru hildin at
vera har, varð einki gjørt
við tað, tí hóttandi heims-
stríð stóð fyri durum, og
tað læsti fyri so mangari
ætlan hjá teim ungu.
Judith fer á Telefonstøð-
ina sum boðgenta, m. a. at
bera boð niðan á Telegraf-
støðina,
álitisstarv
var
hetta, nú kríggj var, og alt
sum bar á brá av militeri
var undir strongum eftirliti.
Síðan hjá Kaaber, tann-
lækna og fer so á sakførara-
virkið hjá Husted Ander-
sen, landsrættarsakførara.
Her var hon øll árini, til
Husted Andersen flutti av
landinum í 1950, men
Judith helt fram í sakfør-
aravirkinum, sum nú gekk
undir navninum Per Kehler
og Leivur Lützen, lands-
rættarsakførarar.
Í 1953 fluttu Judith og
Henning Lilhom Nielsen av
landinum, tey giftust í
1949, hann kom til Føroya
sum
slaktarameistari
í
Smæruni í 1947. Henning
stovnaði
slaktarabúð
í
Keypmannahavn - og slakt-
arin á Jydeholmen í Van-
løse hevur framvegis gott
navn á sær. Nú rekur son-
urin Bent handilin, har 10
fólk starvast.
Henning doyði í apríl
1993, 70 ára gamal, sjálv
var hon tá givin á sak-
føraravirkinum Oppenheim
& Prangen, men longu tá
var farið at bila við heils-
uni, og Judith hevur seinni
árini búð á røktarheimi í
Brøndshøj.
Judith var eisini skrivari
hjá próstinum, reinskrivaði
tekstir til føroysku sálmab-
ókina og bókina Víkinga-
synir.
Hon skrivaði lógartekstir,
har Husted Andersen var
juridiski kunnleikin, hann
var sum oftast juridiskur
ráðgevi hjá Petur Mohr
Dam, t. d. tá hann legði
málið fram um stýrisskipan
Føroya
undir
krígnum,
lógartekstir til viðtøkur til
tryggingarfeløgini,
sum
løgtingið stovnsetti, har
Husted Andersen somu-
leiðis var juriski ráðgevin.
Og Judith var nærlagdi og
miðvísi tekstskrivarin.
Judith var livandi og
virkin,
nærløgd,
hon
gloymdi ongan, hevði gott
samband við øll síni, og
eingin serligur dagur fór
framvið, at hon ikki mint-
ist. Tí kennist tómleikin nú
hon ikki ringir sunnumorg-
nar, sum vanligt var tey
mongu árini - og mongu
løturnar heima hjá teimum
í Vanløse, vekja sorgblíð
minni.
80 ára dagurin verður
hildin í Brøndshøj sunnu-
dagin 7. november. Sunnvá
verður har, Bent, sonurin
og familja, og treyðugt so
at ikki onkur støkkur inn á
gólvið.
Vit vitjaðu fyri stuttum
og kundu fegnast um, at
hon kennir okkum, fríða
bros hennara boðar frá tí,
hóast hon ikki fær sagt stórt
meir enn einstøk orð, so
váttar brosið, at hon fatar
og nemur.
Adressan er: Judith Lil-
hom Nielsen, Pilehuset 25,
Bystævneparken,
2700
Brøndshøj.
Judith Nielsen áttati
Sámal Christiansen
75 ár
Góði pápi, verpápi og
abbi
Tíðin gongur alt ov
skjótt. Tað ræður um at
fáa sum mest burturúr.
Hetta verður ofta sagt, tá
hugsað verður um lívið
og gerandisdagin. Og
spurt verður ofta, hvussu
ein skal fáa dagin at
ganga ?
Hesir spurningar hava
ongantíð
volda
tær
trupulleikar, tí tú hevur
higartil havt eitt sera
innihaldsríkt lív, hevur
sett tíni fingramerki í
bygdini og hevur eitt sera
gott bakland í mammu. Seinastu árini hevur tú
sjálvur sett dagsskránna, og hon hevur ikki verið
keðilig. Tónleikur, abbabørn, seyðir, eplir, rabarbur,
bátur og onnur evnið hava mynda gerðandisdagin.
Ein góður og trúgvur vinarskarði er eisini týdn-
ingarmikil depil í tykkara lívi.
Lívið gott tit hava liva,
vakin, virkin og so góð,
fyrimynd vit skulu skriva,
heilsu bera vit nú fró.
Vit ynskja tær tillukku við degnum og ynskja, at tit
bæði fáa nógv góð ár afturat.
Frá okkum í Yemen, Sæby, Minnisota,
Egå og Tórshavn.
Sjey systkin savnað um beiggjan
Átta systkin av-
myndað saman
fyri fyrstu ferð
nakrantíð: Frá
vinstru: Jákup
Matras Olsen,
Trongisvágur,
Jastrid
Dragsten,
Keypmanna-
havn, Maria
Eliasson,
Keypmanna-
havn, Poul
Olsen, Rødby-
havn, Óli Jákup
Olsen, Trongis-
vágur, Cederfelt
Olsen, Tvøroyri,
Solveig Lowe,
Darlington,
England og
Tórolvur Mohr
Olsen, Sandur
Privatmynd
C
M
Y
K
14