mánadagur 5. mars 2018síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. mars 2018 · Nr. 27
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vikan ið fór
Føroyski landsliðsleikarin,
Sonni Ragnar Nattestad,
hevur ilt við at fáa spælitíð
í Molde BK og verður
útleigaður til Aalesund í
næstbestu norsku deildini.
Judo Føroyar setur nýtt
venjarapar at taka sær av
føroyska landsliðnum. Tað
er danski Roland Vogt, ið nú
myndar hetta venjaraparið
saman við tí her heima
so kenda Petur Sigurði
Johannesen.
Aleksandar Djordjevic verður
settur í starv sum venjari hjá
KÍ-kvinnum. Sjey ferðir áður
hevur hann vunnið FM-heitið
við teimum. Hann tekur
við eftir navnabróðurin,
Aleksandar Jovevic.
Tað verður kunngjørt, at
HM-steypið í fótbólti kemur
á vitjan í Føroyum. Hetta
verður tann 24. mars, har
eisini fyrrverandi franski
heimsmeistarin, Christian
Karembeu, verður við á
ferðini.
Tórður Thomsen ger
sáttmála við NSÍ, har boð
verða eftir honum alt fyri
eitt til stórsteypadystin,
av tí at bæði Símun Rógvi
Hansen og Andras Gango
dragast við skaðar.
Víkingur vinnur
stórsteypadystin ímóti NSÍ
á Tórsvølli. Dysturin endar
við 1-1-javnleiki, men í
brotssparkskappingini draga
verandi føroyameistararnir
longra stráðið.
07 Vestur styrkir seg beint
undan kappingarbyrjan
og skrivar sáttmála við
serbiska Nikola Krcmarevic
og ukreinska Kyrylo Silich.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Jørgen Niclasen, leikandi SÍ-venjari, um steypagullið
Gary Neville um avrikini hjá Ramsey, Xhaka og
Özil í Carabao Cup-finaluni ímóti Man City
Eg havi onkuntíð skemtað við, at tá ið SÍ
hevur tapt eina steypafinalu, so var tað tí
spæliloyvið hjá mær ikki var upp á pláss.
Tað var bara skemt. Men dreymurin
hevur verið har, og í dag gekk hann út.
Alt, sum fjepparar vilja síggja, er at
tú rennur so skjótt sum tú megnar,
men teir ganga runt á vøllinum. Á
Wembley. Skomm. Stór skomm.
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Torkil Veyhe
Føddur: 28
Yrki: Súkklari
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1. Víkingur
2. Dia Midjord
3. B36
4. Ægir
5. Italia
6. Anna Sunadóttir
Hansen
7. AS Monaco
8. Jann Benjaminsen
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
1
Hvør vann stórsteypadystin í fótbólti í fjør?
2 Hvussu eitur venjarin hjá kvinnulandsliðnum í
hondbólti?
3 Hvat var fyrsta føroyska felagið, ið Adeshina Lawal
spældi við?
4 Hvussu eitur svimjifelagið í Klaksvík?
5 Hvat land vann HM í mansfótbólti í 2006?
6 Hvør bleiv ársins leikari í føroyskum kvinnuflogbólti
í 2017?
7 Hvørjum fronskum stórfelag hevur Arsène Wenger
verið venjari hjá?
8 Hvussu eitur NSÍ-arin við bóltinum á myndini?
Myndin hesa vikuna:
Hvussu hevur fyrsta tíðin
í Team VIRTU verið?
- Lærurík. Tað er ein annar máti at
takkla kappingar. Ambitióninar
eru stórar, so tað verður væntað
nógv av einum. Men tað hevur
eisini við til at flyta meg nógv
longu nú, so eg gleði meg til restina
av árinum.
Hvønn leiklut hevur
tú á liðnum?
- Tað er ymiskt hvønn leiklut
man hevur. Tað er alt eftir
hvussu ruturnar eru og hvussu
væl koyrandi man er. Tær fyrstu
kappingarnar
havi
eg
havt
fríar teymar at søkja eydnuna í
byrjanini (útbrot), og hevur tað
ikki eydnast, so havi eg verið við til
at hildið alt samlað, so vit kunna
koyra fyri okkara skjóta mann.
Tað koma nakrar kappingar seinni
á árinum, sum passa mær væl, og
tá skal eg hava formtop. Helst fái
eg møguleikan at royna meg sum
tann, ið skal koyrast fyri.
Var tað ein trupul avgerð at
skifta frá ColoQuick-CULT?
- Tað er altíð ringt at skifta frá
einum staði, har man trívist, men
her vóru møguleikarnir størri og
eg havi betri liðfelagar, sum gevur
betri hjálp, og man er við at koyra
um sigurin oftari, umframt at vera
til størri og fleiri kappingar. Tá alt
kom til alt, so var avgerðin ikki so
trupul kortini.
Sum ungur, væntaði tú
at tú fórt at røkka so
langt sum súkklari?
- Tað hevur altíð verið ein
dreymur, ja, men eg kann ikki siga
eg væntaði tað fór at eydnast.
Eg havi allatíð roynt at gjørt
mítt besta og flutt meg so nógv
sum møguligt ár fyri ár, men eg
havi ikki havt nakran ordiligan
forgangara, ið er komin líka langt
og sum eg havi kunna spurt um
ráð. So tað hevur altíð verið gjørt
sambært bestu sannføring uttan
at vita hvat neyðuga arbeiðið
hevur verið. Eftir at eg flutti niður
kom eg at arbeiða við góðum
fólki, og eftir tað byrjaði eg eisini
av álvara at síggja møguleikan at
koma longri innan súkklingina -
helst enn longri enn eg eri nú, men
man kundi bara ynskt, at man kom
í gongd við neyðuga arbeiðið fyrr.
Hvat krevst fyri at koma
upp á eitt slíkt støði?
- Støðugt arbeiði og disciplin eru
lyklaorðini. Tað krevur, at man
allatíðina flytur mørkini og venur
regluliga hóast tað eru nøkur
tíðarskeið, ið eru minni spennandi.
Ein ávís mongd av talenti er eisini
neyðug.
Fiorentina-fjepparar
uttanfyri leikvøllin minnast
liðskiparan, Davide Astore,
sum sunnumorgunin
brádliga andaðist