Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-05, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. mars 2018síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 5. mars 2018 · Nr. 27 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... André Olsen Tað sá álvarsamt út undir dysti­num millum KÍF og Kyndil sunnudagin, tá al­ bog­in hjá KÍF leikaranum, Rúni Joensen, miðskeiðis í fyrra hálvleiki, fór úr lið. Við góðari hjálp frá Kyndla leikara­num, Róki Akralíð, eydn­aðist tó beinavegin, at fáa hála albogan uppá pláss aftur. Rúni Joensen greið­ir frá, at støðan hendi, tá hann í álopsstøðu leyp upp at skjóta, men fekk eina takk­ ling og lendi skeivt á armi­ num. Eg minnist at eg leyp upp at skjóta, og at eg í skotroyndini fái eina takkl­ ing og detti afturav. Royndi at lofta mær við hondini, har hondin setti seg fasta í gólvið og eg sjálvur detti omaná hond­ina. Eg sá ikki sjálvur albogan, men Rókur Akralíð hjá Kyndli sá beinavegin at al­bogin var farin úr lið, og var skjótur við at hjálpa mær við at seta armin uppá pláss aftur. Sóu einki brot á landssjúkrahúsinum Rúni Joensen mátti steðga við at spæla dystin eftir støðu­na, og tað var hugsandi, at okkurt brot kundi vera framt í arminum hjá Rúna Joen­sen undir støðuni, so­ lei­ð­is at vandi var fyri, at hann misti restina av hesum kapp­ingarárinum. Men eftir at hava verið til kanningar á landssjúkrahúsinum sunnu­ kvøldið, er greitt, at talan ikki var um nakað brot hjá Rúna Joensen. Rúni Eg var sunnukvøldið á skaða­stovuni og í røntguni, har eg var sendur heim við armi­num í einum haldara. Tó sóu tey einki brot í arminum, so eg vænti ikki at tað fer at ganga so lang tíð, til eg sleppi at spæla hondbólt aftur, sig­ ur Rúni Joensen. Lítið av spenningi eftir í deildini Sjálvur dysturin millum KÍF og Kyndil endaði annars við at steypavinnararnir úr Kynd­li struku avstað við sigri­num. Endaliga úrslitið av dystinum var ein 34-28 sig­ ur til Kyndil, eftir hálv­leiks­ støðuna 19-15 til Kyndil. Rúni Joensen og KÍF hava sjey dystir eftir at spæla av kappingarárinum, har tað tykist at vera lítið av spenningi eftir. Tað skal vera ógvuliga løgið, um FM- finalan hjá monnum í ár ikki fer at vera spæld millum H71 og Neistan, ið eru greið odda­lið í deildini. Eitt sindur av spenningi er eftir um hini plássini – millum annað um triðja plássi, har tætt er millum VÍF og Kyndil. Á hinum plássunum liggur Team Klaksvík sum nummar fimm, STÍF sum nummar seks og KÍF sum nummar sjey í deildini. andre@sosialurin.fo t Sjálvt Real Madrid veit ikki Albogin hjá KÍF leikaranum, Rúna Joensen, fór í gjár úr lið undir dystinum móti Kyndli. Við góðari hjálp frá Kyndla leikaranum, Róki Akralíð, eydnaðist tó beinavegin at fáa albogan uppá pláss aftur ALBOGIN HJÁ RÚNA FÓR ÚR LIÐ Um vikuskiftið skipaði Fótbóltssambandið fyri ráðstevnu um barna- og ungdómsfótbólt. Høvðusgesturin var fyrrverandi ungdómsvenjarin hjá Real Madrid, Jesús Gutierrez, sum vanliga verður nevndur Guti. Seinast á ráðstevnuni greiddi hann frá síni tíð sum venjari í ungdómsdeildunum hjá Real Madrid. Her greiddi hann frá, at hann vandi spælarar sum Nacho Fernández og Daniel Carvajal, sum í dag spæla í besta liðnum í felagnum. Tað áhugaverda er, at Guti segði seg ikki kunna staðfesta tíðliga, at hesir fóru at klára tað. Jú, teir høvdu eitt gott høvd og arbeiddu hart, men tað var ongantíð givið, at teir fóru at klára tað. Størsta mistakið hann gjørdi var, at hann ikki brúkti Marco Alonso, sum í dag spælir fast hjá Chelsea. Hann er í dag ein høgur spælari, sum nýtir gott av síni hædd, men tá hann var 14 ár var hann lítil. – Eg kundi ikki brúka hann móti FC Barcelona, sum hevði fimm ella seks spælara, ið vóru væl størri, greiddi Guti frá. Hetta fær meg enn eina ferð til at hugsa um, hvussu týdningarmikið tað er ikki at avskriva spælarar. Tað eru óteljandi søgur um spælarar, sum bara eru avskrivaðir. Eisini venjarin hjá Víkingi, Maurice Ross, sum er uppvaksin saman við navnframum spælarum í Glasgow Rangers, greiddi í Fótbóltspanelinum frá, at tað eru ikki altíð evnini á bóltinum, sum eru týdningarmiklast – men hugburðurin. Guti endaði við at greiða frá, tá ein 14 ára gamal bóltsnillingur úr Brasil kom til royndar venjing. – Eg gjørdi ein feil við Marcos Alonso, men eftir tvær vikur av royndarvenjing, skrivaði eg eina rapport, har eg bað Real Madrid keypa hendan unga mannin. Hann er tann besti 14 ára gamli spælarin eg nakrantíð havi sæð, men felagið hjá honum í Brasils megnaði at halda fast í honum, greiddi Jesús Gutierrez frá. Navnið á spælaranum var Neymar Jr. trondur@sosialurin.fo