Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mars 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. mars 2018 · Nr. 36 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi síða 8-9 Nýggir deilda­r­ leið­arar í Vágum tíðindi síða 8-9 Djór skulu ikki ganga leys Tað tykist vera greitt, at tað verður eing­in breið semja um ta nógv um­ røddu pensjónsnýskipanina, sum tos­að hevur verið um so leingi. Í veruleikanum er ilt at fáa eyga á, hví so stór ósemja er millum Sam­ bands­flokkin og samgonguna sam­ an við Sjálvstýrinjum. Sambært Bárði Nielsen, for­ manni Sam­bands­floks­ins, so er tað mót­rokn­ingin í grund­ar­upp­hædd­ ini, sum ósemja er um. Sam­bands­ flokk­ur­in hevur læst seg fastan har – og sam­gongan heldur upp á sítt. Men trupult er at skyna ímillum, hvør er tann stóri trupulleikin, tá alt kem­ur til alt. Á ein hátt virkar tað, sum um ósemja verður dyrkað fram um semjuna. Tað hevði sjálv­ andi verið nógv best, um breið semja var um pen­sjón­ina. Og ein »breið semja« í hesum føri er í minsta lagi ein semja við Sam­ bands­flokk­in og sam­gong­una. Tað er helst eingin vón at fáa Fólka­flokkin við, tí sjónarmið floks­ ins víkja so nógv frá hinum, tá tað snýr seg um ein almenna pensjón og eina sam­haldsfasta pensjón – tó at tað vóru Fólkaflokkurin og Javnað­ ar­flokk­urin sum í 1991 samtyktu lóg­ina um Samhaldsfasta. Eins og vit sóu tað við fólka­pen­ sjón­ini, sum Javnaðarflokkurin, Sam­bands­flokk­ur­in og Sjálv­stýr­is­ flokk­ur­in gjøgnumførdu í 1959, so ger­ast slíkar skipanir so fastur part­ ur av politisku skipanini, at sum tíð­in líður, so kenna øll tingfólk og all­ir flokkar ognarlut í skipanini. Og tað hevur stóran týdning, tá vit tosa um eina grundleggjandi skip­ an, sum skal halda í nógv ár. Men tað ber til hjá einum smøl­ um meiriluta at samtykkja eina skipan kortini. Serliga tá tað er greitt, at mótstøðan er meira fyri at vera í móti, at tí at viðkomandi veruliga eru ímóti. Tað sóu vit so væl við flat­skatt­ i­num undir seinastu samgongu. Øll hildu, at Javnaðarflokkurin og ser­liga Tjóðveldi vóru so hart ímóti hesi skip­an, at tað fyrsta tey fóru at gera, var at rulla hana afturaftur, tá tey komu til valdið. Men tað hendi ikki og tað ætla tey heldur ikki. Skip­anin gevur so nógvar pengar í lands­kassan, at hon verður varð­ veitt. Sama verður helst við fiski­ vinnu­ný­skip­an­ini. Tá hon er komin at virka, og øll eru glað, fer heldur eing­in borg­arlig samgonga at rulla hana aftur­aftur fyri at geva nøkr­ um ein­staklingum okkara felags fiska­til­feingi. Men tað er ein løgin ar­beiðs­hátt­ ur. Setið tykkum heldur saman og tos­ið tykkum til sættis. Tað hevði klætt Sam­bandsflokkinum at verið við til at samtykt eina komandi pen­sjóns­skipan. Tosið tykkum til sættis Á páskum verð­ ur aftur møgu­ leiki at uppliva sjón­leik á Tjóð­ savn­i­num MÚSIN OG TÝSKARIN er ein skemti­ligur og søgu­lig­ur sjónleikur fyri skúl­a­børn og vaksin. Sól­ey Danielsen hevur skriv­að og spælir leikin á Tjóð­savn­i­num, í rúmi­ num har Kirkj­u­bø­s­tól­ar­nir standa. Leikurin varð fyrstu ferð sýnd­ur í sambandi við Heyst­fagnaðin 2017. Í miðøldini ynsktu bisp­ar­ nir Erlendur (músin) og Jó­ hann­es (týskarin) at byggja flott­astu og størstu kirkj­u­na – hana, sum vit í dag kenna sum Múrin í Kirkju­bø. Men hvat søgdu før­oy­ing­ar, ið bæði skuldu byggja kirkj­u­na og gjalda fyri hesa ov­ur­stóru ætlana hjá músini og týsk­ar­ anum? Og bleiv kirkjan nakr­ an­tíð liðug? Sýningar verða skírisdag 29. mars kl. 15 og 16.30 og ann­an páskadag 2. apríl kl. 15 og 16.30. Framsýningin hjá Tjóð­savninum í Brekkutúni er eisini opin hesar dagar. Ókeypis atgongumerki fá­ ast við dyrnar, men av­mark­ að pláss er til sýninarnar. Vaks­in sleppa við, við at gjalda gjalda vanligt at­gong­ u­gjald til Tjóðsavnið. www.tjodsavnid.fo Sjónleikur á Tjóðsavninum í Hoyvík á páskum Tað mátti ikki verið so ringt at funnið breiðu semjuna Sóley Daneilsen hevur skivað leikin og spælir sjálv leikinm, sum verður sýndur á Tjóðsavninum í Hoyvík á páskum Myndir: © Tjóðsavnið / Ólavur Frederiksen Kunnandi tiltak um eftirlit eftir viðgerð fyri bróst­krabba Landssjúkrahúsið fer í næst­um at broyta eftir­ lits­gongd­ina hjá kvinnum, ið ganga til eftirlit eftir við­gerð fyri bróstkrabba. Í hesum sambandi skip­ ar Lands­sjúkra­hús­ið fyri kunn­andi til­taki í Veitsl­u­ høll­ini á Lands­sjúkr­a­hús­i­ num, mán­a­kvøldið 16. apr­íl um eft­irlit eftir viðgerð fyri bróst­krabba. Tað verður Michael And­ ers­son, yvirlækni, dr. med., og ser­lækni í bróstkrabba, sum fer at greiða frá, og fólk fáa høvi at seta spruningar, sigur Krabbameinsfelagið, sum bjóða kaffi og te til høvdið. Kunna um eftirlit eftir krabb­aviðg­erð Michael And­ers­son, yvirlækni, dr. med., og ser­lækni í bróstkrabba fer at greiða frá á kunnandi tiltakinum Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin