mánadagur 26. mars 2018síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 26. mars 2018 · Nr. 36
Dømdur fyri at hótta
borgarstjóran
Jólaaftan ringdi maðurin 35 ferðir til Kristin Michelsen.
Nú er hann dømdur átta mánaðir fongsulsrevsing fyri
hóttanir móti borgarstjóranum á Tvøroyri og familju
hansara og móti almennum starvsfólkum á Tvøroyri.
Danjal av Rana
Eystari Landsrættur viðgjørdi í
farnu viku eitt mál, har ein 61 ára
gamal maður varð dømdur fyri
hóttanir móti grannum og almenn
um starvsfólkum á Tvøroyri. Í Før
oya rætti fekk maðurin 10 mánaðir
fongsulsrevsing.
Fleiri ymiskar ákærur vóru móti
manninum, men grovastu vóru um
hóttanir móti borgarstjóranum
á Tvøroyri og familju hansara og
móti einum almennum starvsfólki
á Tvøroyri. Í einum føri skal hann
hava hótt við at knúsa ein av
grannunum sundur, eftir at tað
var komið til ilnar millum nakrar
grannar í túninum millum húsini.
Maðurin er fyrr dømdur fyri
at hava hótt Kristin Michelsen og
tí hevði familjan Michelsen fingið
polititilhald
móti
persóninum.
Hóast hetta, so setti maðurin seg
í samband við familjuna yvir 100
ferðir frá januar til mai 2017, minst
82 ferðir umvegis telefon og 17 ferð
ir gjøgnum SMS.
Maðurin var eisini ákærdur
fyri at hava sent fleiri sms boð við
hóttanum um harðskap til Kristin
Michelsen.
Til seinast bleiv maðurin eisini
ákærdur og dømdur í Føroya rætti
fyri at hava sent hóttanir til eitt al
ment starvsfólk á Tvøroyri.
Skuldi neyðtaka dóttrina
Aftur til borgarstjóran. Ákærurnar
í dóminum strekkja seg frá januar
2017 til mai 2017. Í hesum tíðarskeið
num hevur maðurin ringt ella sent
sms til familjuna Michelsen ikki
færri enn 100 ferðir tilsamans.
Hetta hóast hann í desembur 2016,
eftir at hava sitið ein dóm fyri at
hava hótt Kristin Michelsen, fekk
polititilhald móti at seta seg í sam
band við tey.
Í ákæruritinum sást, at hann
ofta ringdi fleiri ferðir somu nátt og
oftast frá duldum nummarið. Hann
ringdi til teirra dag og nátt, men tá
Kristin Michelsen ella konan svar
aðu telefonini, var bara tøgn í hin
um endanum.
Maðurin nýtti eina internet
tænastu til at senda SMS til Kristin
Michelsen og konuna. Hann nýtti
tá eyknevni sum Árnafjall, Helvits
hundur og Vágshora. Nógvar av
hóttanunum í sms’unum vóru rætt
aðar móti dóttur borgarstjórans.
Kristin Michelsen vitnaði sjálv
ur í rættinum. Hann greiddi frá, at
familjan øll livdi í óvissu og at tað
merkti familjulívið. Serliga hart
gekk tað út yvir dóttur hansara,
sum ræddist mannin illa. Maðurin
hótti við bæði at neyðtaka og
drukna dóttrina.
Hann greiddi frá, at uppringing
arnar kundu koma nær sum helst,
dag og nátt. Tær vóru heldur ikki
avmarkaðar til hasar fimm mán
aðirnar, tí so seint sum jólaaftan í
2017 hevði maðurin ringt 35 ferðir
til borgarstjóran, skiftisvís á fast
nettelefonina
og
fartelefonina.
Kristin Michelsen greiddi frá, at
hann setti sær fyri at svara hvørja
ferð telefonin ringdi, men í hinum
endanum var bara tøgn.
Kúlurnar eru keyptar
Somu framferð nýtti maðurin
móti alment settu kvinnuni, sum
viðgjørdi eitt mál hjá manninum.
Dult nummar, uppringd dag og
nátt og fleiri sms við hóttanum. Eitt
kvøldið ringdi maðurin tíggju ferðir
upp á tríggjar tímar frá trimum
ymiskum nummarum. Hann ringdi
eisini ofta um náttina, fleiri nætur
á rað. Innihaldið í sms’unum var
bæði hóttandi og útspillandi. Ser
liga bangin gjørdist kvinnan, tá
maðurin sendi henni boðini “Nú
eru kúlurnar keyptar.”
Kvinnan vitnaði í rættinum, at
hon var sera bangin, tí hon visti
ikki, hvat maðurin kundi finna
uppá at gera. Maðurin hótti bæði
hana og mannin, og hon føldi ikki,
at hon fekk vart seg á nakran hátt.
Hon fekk ongantíð frið, tí maðurin
ringdi ofta aftaná arbeiðstíð og
kundi eisini finna uppá at møta
upp heima hjá kvinnuni.
Hon greiddi frá, at ágangurin al
tíð var ringast í vikuskiftinum og
tí gleddi hon seg sjáldan til viku
skiftið. Hon og maðurin máttu ofta
sløkkja telefonirnar og hála stikkið
úr fastnettelefonini fyri at fáa frið
eina løtu. Tað var tann reini terror,
greiddi kvinnan frá.
Hon óttaðist veruliga, at maður
in ætlaði at skjóta seg, tá hon fekk
boðini, at nú vóru kúlurnar keypt
ar.
Fleiri ferðir dømdur
Maðurin noktaði seg sekan og segði,
at hann ongantíð í lívinum hevði
hótt hvørki Kristin Michelsen,
konuna ella dóttrina og ei heldur
almenna starvsfólkið. Hann er tó
fleiri ferðir fyrr dømdur fyri bæði
harðskap og hóttanir, seinast í
mars 2017.
Ákærin heitti á landsrættin um
at staðfesta dómin í Føroya rætti,
sum var 10 mánaðir fongsulsrevs
ing. Hon segði, at talan eyðsæð var
um skipaða og áhaldandi forfylging
av borgarstjóranum og familjuni og
av alment setta starvsfólkinum.
Verji mansins vildi hinvegin
hava landsrættin at frídøma mann
in. Hann helt ikki, at hóttanirnar
vóru av slíkum slag, at fólkini
høvdu orsøk at óttast fyri sínum
lívi ella heilsu. Um boðini, at kúlur
nar vóru bílagdar helt verjin, at kúl
urnar kundi vísa til so mangt, uttan
at tað hevði nakað við vápn at gera.
Fekk linari revsing
Tað loysti seg í ávísan mun hjá
manninum at kæra dómin, tí Eyst
ari landsrættur lækkaði revsingina
úr 10 niður í 8 mánaðir. Orsøkin var,
at landsrætturin valdi at frídøma
mannin fyri ákærur um at hava
brotið politiviðtøkurnar um lóg og
landaskil.
Maðurin var ákærdur og í Før
oya rætti dømdur fyri at hava
gingið heima hjá sær sjálvum og
rópt sera niðrandi viðmerkingar
um grannarnar og familjur teirra,
bæði livandi og deyð. Onkrir av
grannunum høvdu upptøkur av
manninum, har hann gongur heima
við hús og ýlir og kallar grannarnar
ymiskt.
Eystari landsrættur var samdur
við verjanum, um at maðurin ikki
kundi dømast fyri hetta, tí at hann
var heima hjá sær sjálvum. Hevði
hann gingið úti á alfaravegi, hevði
støðan verið ein onnur, men av tí,
at hann var í sínum egnu húsum,
var hetta ikki revsivert, hildu bæði
verjin og Eystari landsrættur.