mánadagur 26. mars 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. mars 2018 · Nr. 36
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KANNING Føroyskir sjúklingar hava nógv minni álit á teimum
føroysku sjúkrahúsunum enn tey hava á útlendskum sjúkrahúsum
vísir ein kanning, at sjúklingarnir sjálvir eru slopnir til orðanna
Áki Bertholdsen
– Føroyskir sjúklingar, sum verða
sendir uttanlands í viðgerð, hava
nógv minni álit á føroysku sjúkra
húsunum, enn teir hava á teimum
útlendsku sjúkrahúsunum.
Tað er úrslitið, sum sker í eyguni
í eini kanning við tí endamáli at
finna útav, hvat føroyskir sjúkling
ar, sum verða sendir uttanlands til
serviðgerðar, halda um føroysku
sjúkrahúsunum, aftur ímóti teim
um útlendsku sjúkrahúsunum, teir
verða sendir til viðgerðar á.
Hetta er ein kanning, tey trý,
Fríði í Geil Jensen, Marie Lundby
Spanggård og Sophie Amalie Lykke
Poulsen, hava gjørt í sambandi við
serritgerð í sosialvísindum, og hetta
er fyrstu ferð, ein rættilig kanning
verður gjørd, har sjúklingurin sjálv
ur sleppur til orðanna og fær høvi
at greiða frá, hvørja fatan hann
hevur av viðgerðini, tá ið hann varð
sjúkur og varð sendur av landinum
til viðgerðar.
– Higartil hava vit bert kunna
gitt og mett um, hvussu teir føroy
ingar, sum verða sendir uttanlands
í viðgerð, sjálvur halda tað gongur.
Men teir eru aldrin spurdir, men
nú vita vit, hvørja fatan, teir sjálvir
hava av gongdini. Sostatt kann
úrslitið av hesi kanningini verða
grundarlagið undir einum arbeiði
at bøta um støðuna, sigur Fríði í
Geil Jensen.
1300 – 1500 sjúklingar
Hvørt á vera einir 1300 – 1500 før
oyskir sjúklingar sendir av landin
um um árið, men av tí, at summir
sjúklingar eru uttanlands til við
gerð fleiri ferðir, er tað eini 2700
ferðir um árið, at sjúklingar verða
sendir úr Føroyum á eitt útlendskt
sjúkrahús.
Nógv tey flestu, ella eini 94
prosent, av sjúklingunum, verða
sendir til Danmark, og av teimum
verða eini 84 prosent send á sjúkra
hús í Keypmannahavn. Restin
av sjúklingunum verða sendir á
sjúkrahús í øðrum norðurlondum,
og nøkur heilt fá verða send til
Kroatia.
Og nú er so ein kanning gjørd,
sum vísir, hvørja fatan, hesir sjúk
lingar hava av viðgerðini, og hvat
teir halda um tey føroysku sjúkra
húsini aftur ímóti teimum út
lendsku.
Nógv teir flestu sjúklingarnir
eru vælnøgdir við umstøðurnar og
viðgerðina. Men kanningin vísir eis
ini, at tað eru nakrir trupulleikar, tí
nógvir sjúklingar halda, at tað eru
viðurskifti sum halta. Serliga hava
nógvir sjúklingar eina fatan av, at
teir fáa betri viðgerð á sjúkrahús
inum uttanlands enn teir fáa í Før
oyum.
Ein høvuðsniðurstøða í kann
ingin er nevniliga, at nógv tann
størsti parturin av sjúklingunum,
sum verða sendir uttanlands, ella 73
prosent, hava stórt álit á útlendska
sjúkrahúsið, teir fingu viðgerð á,
men bara 30 prosent hava stórt álit
á føroyska sjúkrahúsunum.
Setir stór krøv
Høvuðsorsøkirnar til, at álitið á
føroysku sjúkrahúsini er so lítið,
er, at sjúklingarnir hava eina fatan
av, at viðgerðin uttanlands er betri,
at bíðitíðin í Føroyum er ov long og
at tey verða send av landinum ov
seint.
Fríði í Geil Jensen sigur, at ein
orsøk til at sjúklingarnir halda, at
viðgerðin uttanlands er betri, kann
vera, at tá ið ein sjúklingur er send
ur uttanlands, er hann longu so
mikið væl sjúkugreinaður í Føroy
um, at útlendski læknin longu tá
hevur eina holla mynd av støðuni,
og kann sostatt vera skjótur við
viðgerðini.
– Tað kann sjálvandi hava eina
ávirkan, men eg haldi, at viðmerk
ingarnar eru so nógvar og útgrein
aðar, at hetta er ikki øll forkláring
in, heldur hann.
Í roynd og veru hava fleiri
sjúklingar, so nógv størri álit á út
lendsku sjúkrahúsunum enn teim
um føroysku, at teir vilja verða
sendir skjótt á eitt sjúkrahús uttan
lands, tí teirra fatan er, at tað er har,
at bjargingin er at finna.
Og tað merkir so samstundis,
at teirra fatan er, at viðgerðin í
Føroyum er ikki nóg góð, tí tað er
NÓGV MINNI ÁLIT Á
SJÚKRAHÚSUM ENN
Nógvir føroyskir sjúklingar, sum verða sendir á sjúkrahús uttanlands til viðgerðar, halda, at tað eru ávís viðurskifti,
sum halta í Føroyum, og fyri fyrstu ferð, eru teir nú sjálvir slopnir at seta orð á tað
Hendan talvan vísir, hvat teir føroysku sjúklingar, sum verða sendir av
landinum til serviðger, halda um sjúkrahúsverkið í Føroyum