Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mars 2018síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 26. mars 2018 · Nr. 36 Á FØROYSKUM N Á ÚTLENDSKUM á útlendska sjúkrahúsinum, at lækn­arnir fáa greiði á, hvat bagir, og geva røttu viðgerðina. Fríði í Geil Jensen vísir á, at tá ið sjúk­lingar úr Føroyum verða send­ir uttanlands til viðgerar, er tað ein stór avbjóðing, at við­gerð­ in er í tveimum londum. Tað setir stór krøv til samstarvið ímill­um før­oyska og tað útlendska sjúkra­ húsið, sjúklingurin er sendur til. Samstundis er føroyski sjúk­ling­ ur­in tikin úr sínum heimliga og trygga umhvørvi og skal fóta seg í eini aðrari heilsuskipan, har bæði ment­anin, málið og maturin, eru øðr­vísi. Mugu sjálvi taka ábyrgdina Verkætlanarleiðarin staðfestir, at tá ið ein føroyskur sjúklingur verð­ur sendur uttanlands, hevur sam­starvið ímillum ta føroyska sjúkra­húsverkið og tað útlendska við­gerð­arstaðið, nógv at siga fyri sjúk­lingin. Og tað er í roynd og veru í hesum sam­bandi, at føroyskir sjúklingar eru eina mest ónøgdir. – Av tí at viðgerðin er í tveimum lond­um, er vandin fyri mistøkum størri, og tað er júst tað, at fleiri sjúk­lingar vísa á, sigur hann. Tað er bara helvtin av sjúk­ ling­um, 50 prosent, sum halda, at sam­starvið ímillum føroyska og út­lendska sjúkrahúsið, er nøktandi. Tey, sum eru ónøgd við sam­ starvið, hava eina fatan av, at tey verða ikki nóg væl kunnað um við­ gerð­argongdina, og at samskifti ímill­um heilsustarvsfólkini í Føroyum og í útlandinum ikki er nøktandi. Tað standast eis­ini trup­ ul­leikar at at fáa sjúk­linga­journ­ alirnar ímillum bæði sjúkra­hús­ini. – Tað eru fleiri sjúklingar, sum siga, at tá føroyskir sjúklingar fara av landinum í viðgerð, ella verða sendir heim aftur, aftur hendur tað seg meiri enn so, at journalurin ikki fylgir við á ferðini. Sjúklingar hava eisini eina kensli av, at tað er ikki altíð, at tann eftirviðgerðin, sum verð­ur forskrivað av útlendska sjúkra­húsinum, verður ikki fylgd upp í Føroyum. – Alt hetta ger, at fleiri sjúklingar halda, at teir eru sjálvir noyddir at taka ábyrgdina fyri viðgerðina og noyðast at greiða frá, hvat er fyri­ferst, heldur enn at tað átti at staðið í journalinum, sigur Fríði í Geil Jensen. – Og tá ið sjúklingurin følir, at hann er sjálvur noyddur at taka ábyrgd­ina, tí samstarvið ímillum sjúkra­húsini ikki riggar, síggja vit bein­anvegin, at teir verða ótryggir og verða ónøgdir við viðgerðina. Fríði í Geil Jensen sigur at hann kann bara bera boðini frá sjúk­ling­ un­um víðari. Og boðini eru tey, at sjúk­lingarnir sakna, at tað er ein ávísur persónur í heilsuverkinum, sum hevur ábyrgdina av við­gerð­ar­ til­gongdini hjá teimum. –  Tað er týdningarmikið fyri sjúk­lingin, at hann merkir so lítla strongd sum gjørligt, og tað er týði­ligt í hesari kanning, at tað tað hevur stóran týdning fyri hann, at tað er ein ávísur persónur, sum hev­ur ábyrgd av viðgerðini og tekur sær av sjúklinginum. – Hetta ger seg serliga galdandi hjá teimum, ið ikki hava fylgjara við sær, ið kann hjálpa teimum. Ótryggleiki um fylgjarar Og nettupp støðan viðvíkjandi fylgjarum er eitt evni, sjúklingarnir eru rættiliga ónøgdir við. Sum støðan er í dag, eru tað 54 prosent av sjúklingunum, sum verða sendir uttanlands, fáa fylgj­ ara við. Men sjúklingarnir halda, at tað hevur so mikið stóran týdning at teir fáa ein fylgjara við, at 22 pro­ sent av teimum sjúklingum, sum heilsu­verkið ikki vil játta fylgjara við, taka kortini fylgjara við – men rinda fyri hann sjálvir.  –Tað ber ikki til at siga, at tað er alneyðugt hjá øllum teimum 22 pros­entunum at hava fylgjara við, men, sjúklingar halda sjálvir, at tað hevur týdning fyri tey at hava ein fylgjara at hjálpa sær, bæði til at veita sálarligan stuðul, til at skapa tryggleika og at hjálpa til við øllum teimum praktisku viðurskiftunum. Harumframt sær tað út til, at fylgj­arin verður eitt millumlið ímill- ­um heilsuverkið og sjúklingin, tí tað er ikki altíð, at sjúklingurin sjálv­ur hevur orku til hetta – ser­liga tá nógv hava ta uppfatan, at sam­ starvið samstarvið og kunn­ingin ikki eru nøktandi. Somuleiðis hevur fylgjarin stór­an týdning fyri tað málsliga, tí hóast nógvir sjúklingar siga seg duga væl at samskifta á donskum, vís­ir tað seg kortini, at mangan er tað ein trupulleiki hjá teimum at skilja tey, boð, teir fáa. Men skipanin við fylgjarum elv­ ir eisini til ónøgd í aðrar mátar, tí summ­ir sjúkligar greiða frá, at tey hava ilt við at skilja, hví summi fáa fylgjara og onnur ikki. Onkur held­ ur enntá, at viðhvørt er tað vina- og kenningapolitikkur, sum ger av um tey fáa fylgjara við, ella ikki. Eitt heimligt fríøki Hinvegin vísir kanningin, at sum heild eru sjúklingarnir sera væl nøgdir við umstøðurnar á Hotel Tórshavn, sum er før­oyska sjúk­ linga­hotellið í Keyp­manna­havn. Men Fríði í Geil Jensen sigur, at tað eru ikki sjálvir karmarnir, ella kømrini, sum hava størstan týdn­ ing­in í hesum sambandi. Fyri sjúklingin hevur tað størst­ an týdningin, at hotellið er heimligt og trygt, og har verður tosað før­ oyskt og tey fáa føroyskan mat. – Sjúklingahotellið er eitt ment­ an­arligt og heimligt fríøki, sum sjúk­lingurin, at kalla, kann flýggja til, tá ið tað danska verður ov nógv av tí góða. Samstundis ger starvsfólkið á hotellinum serliga nógv fyri at hjálpa teimum, sum ikki hava fylgj­ ara við. Serliga gera tey nógv burtur úr at hjálpa sjúklingum, ið ikki hava fylgj­ara, og royna at skapa eitt ment­anarligt og heimligt fríøki, har tey kunnu merkja umsorgan frá øðrum sjúklingum. Sum ein sjúk­lingur sigur í kanningini: »Har fær man vinir fyri lívið«. Men verkætlanarleiðarin sigur, at tað, at sjúklingar føla seg væl á sjúklingahotellinum, hevur bein­ leið­is týdning fyri, hvussu tey upp­fata viðgerðartilgongdina sum heild. Sjúklingahotellið hev­ur so­ statt stóran týdning fyri, hvussu sjúk­ling­urin fatat við­gerð­ar­gongd­ ina sum heild. Hinvegin eru tað nøkur heilt fá, sum halda, at tað er ein vansi at verða á føroyska sjúk­linga­hotell­in­ um, tí viðurskiftini eru smál og øll kenna hvønn annan. Og tey siga, at við­hvørt verða tey tráðspurd av øðr­um sjúklingum, um hvat feilar teim­um, ella at avhoyrd, sum onkur orð­ar tað. Í hesum sambandi er vert at hava í huga, at hjá summum eru við­urskiftini so smá, at tey eru bangin fyri slatri. – Hjá summum kann tað vera ein vansi, at koma úr Føroyum, har viðurskiftini eru so lítil, at øll kenna hvønn annan, sigur Fríði í Geil Jensen. Hendan talvan vísir, hvussu stórt álit, føroyskir sjúklingar, sum verða sendir uttanlands, hava á sjúkrahúsinum uttanlands Sum støðan er nú, eru tað 54 prosent av sjúklingunum, sum fáa fylgjara við sær. Men fylgjarin hevur so stórn týdning, at 22 prosent av sjúklingunum, sum ikki fáa fylgja við, taka kortini fylgjara við – men rinda fyri hann úr egnum lumma Hendan talvan vísir, hvar sjúklingar halda um samstarvið ímillum føroyska og útlendska sjúkrahúsið. Bara helvtin heldur, at tað er gott, ella øgiliga gott.