mánadagur 26. mars 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. mars 2018 · Nr. 36
6
Sosialurin
Elton 71
Sir Elton Hercules John – hvørs borgar
liga navn var Reginald Kenneth Dwight, var
føddur á Mariumessu í 1947 í Middlesex í
Onglandi. Hann er kendur víða, og í 2010
hevði hann stórsligna konsert á Tórsvølli.
191 ár síða Beethoven doyði
Ludwig van Beethoven varð føddur í 1770 og doyði
hendan dagin 26. mars í 1827. Hann var týskur
komponistur og klaverspælari. Hann er ein av teimum
týdningarmestu týsku komponistunum og tann kom
ponistur, sum hevur havt størstu ávirkan á menning
ina av týskum kompositiónstónleiki eftir 1800.
49 ár síðani Bed-
in í Amsterdam
Tá John Lennon og
Yoko Ono giftust 20.
mars í 1969 vistu tey,
at heimsins eygu fóru
at verða vend ímóti
teimum. Og hesum vildu
tey gera sær dælt av.
Tey gjørdu tí ikki matari
enn at nýta høvi at tosa
fyri friði í heiminum og
nýttu brúðarferðina í
presidentsuituni – rúmi
902 – á Amsterdam
Hilton Hotel frá 25.
mars til 31. mars, har tey
bjóðaðu heimspressuni
á gátt hvønn dag millum
klokkan 9 og 21.
Móðurmálsdagur í gjár
25. mars er
føðingardagur V.U.
Hammershaimbs,
og tá er móðurmáls
dagur í Føroyum
25. mars er føðingar
dagur V. U. Hammers
haimbs, og tá er móður
málsdagur í Føroyum.
Í fjør varð móður
málsdagurin
hildin
í
Løkshøll í Runavík, har
evnið var yrkismál.
Tiltakið endaði við at
ein móðurmálsvirðisløn
varð latin Suna Merki
stein fyri yrkismál.
Í ár verður móður
málsdagurin ikki hildin
við serligum hátíðar
haldið, men Nám heitir
hvørt ár á skúlar í landi
num at leggja sær móð
urmálsdagin í geyma,
ikki bara í móðurmáls
undirvísingini, men í
øllum lærugreinum, so
næmingar verða kunn
aðir um viðurskifti, sum
elvdu til, at vit í dag hava
eitt væl virkandi mál,
sum alt árið kann rúma
øllum samskifti.
Hóast altjóða móður
málsdagur er 21. februar,
so
verður
føroyskur
móðurmálsdagur hildin
25. mars, sum er føðing
ardagur V. U. Hammers
haimbs. Hann varð fødd
ur á Steig í Sandavági
hendan dagin í 1819 – og
tí verður hildið, at hesin
dagur eigur at vera
førosykur móðurmáls
dagur, tí ávirkanin, sum
Hammershaimb hevði á
móðurmálið hevur verið
so avgerandi.
Móðurmál
okkara
hevur sína serligu søgu,
sum vit kunnu vera err
in av. Ikki minst kunnu
vit fegnast um, at tað
eydnaðist nøkrum fólk
um í næst síðstu øld, við
V. U. Hammershaimb á
odda, at skapa okkum
skriftmálið,
sum
var
horvið.
Tað
er
ikki
hissini bragd at end
urskapa
einum
fólki
og eini tjóð sítt skrift
mál, tí høvdu vit ikki
skriftmálið, so høvdu
vit valla heldur móður
málið í dag – og tá hevði
tjóðskaparligi samleikin
ikki verið eins eyðsýnd
ur, og hann er.
Øssur og Frits í Ribarhúsi
Málningaframsýning í Ribarhúsi frá leygardegnum 7. apríl
Øssur Mohr og Frits Jo
hannesen fara at hava máln
ingaframsýning í Ribarhúsi
frá leygardegnum, 7. apríl
til týsdagin 24. apríl undir
heitinum:
»Lærarin
og
næmingurin«.
Ferniseringin verður leyg
ardagin 7. apríl kl. 16:00. Vega
syngur, og tala verður hildin
Øssur og Frits eru fugl
firðingar og eru uppvaksnir í
Fuglafirði. Frits var flokslær
ari hjá Øssuri í 10 ár – frá 1968
til 1978, sostatt eru liðin 50 ár
síðani hesin námsfrøðiligi
bátur varð tikin fram í lívsins
lunnbót.
Øssur Mohr
Øssur Mohr er sonur Poulu
og Jákup Mohr. Øssur hevur
verið víða um við sínari list.
Hann fór at mála sum 28 ára
gamal. Skjótt komu skap, litir
og strok undan, sum tosaðu
sítt stumma mál sínámillum
á ein virðiligan, skinsaman
og listaligan hátt, sum fang
aði eygað, tankar og hugsan
hjá teimum, sum góvu sær
far um at eygleiða hesa lista
ligu gongd hansara. Hon er
annarleiðis í mun til ta stað
kendu listina, føroyska list
og danska list.
Flokkurin
Frits var flokslærarin, har
hesir spírar komu í skúla
sum 6-7 ára gamlir. Flokkurin
var ein livandi flokkur við
ríkum gávum, sum komu til
sjóndar í teimum skapandi
lærugreinunum – í myndlist,
sangi og tónleiki. Hugsandi
er, at hesi spor hava sett seg
í sinnið.
Flokkurin var óførur at
syngja, sum flestu flokk
ar gjørdu í skúlanum tá. At
syngja tvírøddað og trírødd
að, var eingin trupulleiki.
Næmingarnir í flokkinum
spældu blokkfloytu-, sopr
anfloytu, tenorfloytu og alt
floytu.
Í myndlist vóru flestu
næmingar á skúlanum knáv
ir, raskir og høvdu eitt gott
skapandi medvit, sum sann
iliga var teimum, lærarunum,
skúlanum og foreldrunum
til gagns. Ein skúli, sum
ikki lívgar um tær skapandi
lærugreinirnar, kemur at liva
undir eini tvørætt, sum ikki
nørir um sinnið og skinnið á
næmingunum og skúlanum.
Livst, so spyrst!
Tvey listafólk komu und
an úr hesum flokki – Anni
Haraldsen og Øssur Mohr.
Tað kundu væl verið fleiri –
eingin ivi um tað, um hesin
andi hevði rørt við ta lista
ligu vøgguna hjá hesum
næmingum, um tey róðu út
á tí listaliga økinum á sama
hátt, sum t. d. Øssur.
Familjan
Gleðina kann eingin taka
frá tær, og tá tað snýr seg
um ta listaligu gongdina, so
eru stevini serliga sjáldsom.
Familjan livir eitt sindur fjal
in, men sinnalagið nertur við
tey skapandi evnini. Bróð
ir Øssur, Hans Mohr hevur
listaligar gávur. Hann eigur
eina rúgvu av fotomyndum
úr Fuglafirði, av fuglfirð
ingum, sum er ein frøi fyri
eygað at sjá. Dóttir Hans og
Maikin, Bjørg Mohr, er ein
dugnalig listakvinna. Kona
Hans Mohr, Maikin er systir
listamannin í Norðragøtu,
Tummas Jákup Thomsen. Jú
vakurt er tað, hvussu skyld
skapur rørist og nørist í sinn
inum. Hugans rák lívgar um
lívsrøturnar.
Frits
Frits hevur teknað alt sítt
lív og fór at mála sum 22 ára
gamal. Hann er 73 ára gamal
og málar enn. Heðin Kambs
dal og Frits eru systkinabørn.
Símun Olivur Johannesen,
var pápabeiggi Frits og mor
bróðir Heðin Kambsdal.
Hann var tann fyrsti fugl
firðingurin, sum fór at mála.
Hann málaði sín fyrsta máln
ing 1922. Hann varð føddur
1900, sostatt var hann 22 ára
gamal. Hetta vóru leiktjøld
t. d. til sjónleikin: Magnus,
ið var spældur á loftinum
í Rættarbúðini um hetta
mundið, sum Magnus hjá
Sjúrða, Magnus Andreassen
stóð fyri. Leiktjøldini vórðu
málað heima í barndóms
heiminum hjá Símuni, uppi
í Toftum í Fuglafirði, uppi á
kamarinum. Símun málaði
til sín doyggjandi dag. Hann
var, sum sagt, føddur 1900 og
doyr 1983.
Endi
Nú eru tað flokslærarin og
næmingurin, tað snýr seg
um. Vónandi fer hetta at
nema við okkara jørðildi, so
hetta fer at koma undan í
komandi tíðum í ráki í litum,
skapum og samansetingum
á ein listaligan hátt til gagns
fyri samfelagið.
Lærarin og næmingurin sýna fram í Ribarhúsi í Fuglafirði: Frits Johannesen og Øssur Mohr
Bringumerkið hjá Elton John er búmerkið hjá Tórshavnar kommunu