Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mars 2018síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 26. mars 2018 · Nr. 36 Jóannes fekk ivar til fólkatingsformann Mikil orrusta var kring valið av fólkatingsformanni 26. mars fyri 20 árum síðani. Øll eygu vendu ímóti nývalda før­oyska fólka­tings­manninum hjá Javnaðarflokkinum, Jóannes Eides­gaard, sum á fundi beint eftir valið hevði boð­að frá, at hann fór ikki at taka lut í donsk­um innanríkispolitikki. Hann hevði tó lovað Poul Nyrup Ras­mus­ sen, at hann ikki fór at fella stjórn­ina, sum tí kundi halda fram. Og tá formaður Fólkatingsins skuldi veljast stóð val­ið millum Birte Weiss úr Javnaðarflokkinum og Ivar Hansen úr Vinstra. Av tí at Jóannes Eidesgaard ikki atkvøddi, stóð á jøvnum 88-88 og tí var neyðugt við lutakasti, sum fall á Ivar Hansen. Ritzau Scanpix Jógvan Páll Háberg, úr Havn, andaðist 22. mars 71 ára gamal. Petur Klementsen, van­liga nevndur Petur á Klettum, Sandur, and­aðist 22.mars, 82 ára gamal. Otto Sørensen, ættaður úr Porkeri, búsitandi í Havn, andaðist á Landssjúkrahúsinum týsdagin 20. mars, 92 ára gamal. Jón Carlsson, á Stykk­i­num, andaðist mikudagin á Lands­sjúkr­ a­hús­i­num 68 ára gamal. Pauli Frederik Knudsen, úr Havn, andaðist mánadagin 19. mars, 80 ára gamal. Ole Martin Dal-Christ­ i­an­sen, andaðist á Vejle sjúkra­húsi miku­dagin 14. mars. Allan Petursson, ætt­ að­ur úr Vági, bú­sit­ andi í Bedsted, Thy, and­að­ist hósdagin 15. mars, 26 ára gamal. Óli Winther Olsen, Skopun‚ vanliga nevndur Óli á Bø‚ andaðist á Landssjúkrahúsinum týsdagin 20. mars, 73 ára gamal. Karl Johan Mikkelsen, tíðindamaður andaðist mánadagin 19. mars, 74 ára gamal. Evelyn Jespersen, av Tvøroyri andaðist á Suðuroyar Ellis- og Røkt­ ar­heimi sunnukvøldið, 96 ára gomul. Terji Hentze, Tvør­ oyri andaðist sunnu­ nátt­i­na 19.mars á Lands­sjúkrahúsinum, 73 ára gamal. Magnus Pauli Høgne­ sen, van­liga nevndur Mixi, úr Leirvík, and­ aðist sunnudagin 18. mars, 67 ára gamal. Óli Jacobsen, fyrr­ ver­andi koyrilærari, ætt­aður úr Haldórsvík, bú­sitandi í Hoyvík, andaðist fríggjadagin 23. marts, 79 ára gamal. Andlát Løgtingið fyllir 166 ár í dag Á hesum degi, 26. mars, í 1852 kom rík­is­dags­ lóg­in um, at Før­oya Løg­ting skuldi set­ ast aft­ur á stovn Tingið fekk tó ikki lóg­gávu­ vald, men var í roynd og veru bert eitt amtsráð. Eftir at Nor­eg fór frá Danmark við frið­inum í Kiel í 1814, vórðu Før­oyar verandi saman við Dan­mark. Í 1816 varð avgjørt, at Før­ oy­ar skuldu hava amtmann bert fyri Føroyar við einum donsk­um amtmanni sum ov­asta em­bæt­is­manni, og eingin føroyskur um­boðs­ stovn­ur var longur til. Amt­ mað­ur­in tók einsamallur støðu til, hvørjar danskar lóg­ir skuldu setast í gildi í Før­oyum. Í 1852 varð løgtingið eftir ynski føroyinga endurreist, tó bara sum ráðgevandi stovn­ur hjá donsku rík­is­ mynd­ug­leik­u­num við­víkj­ andi stýr­ing­ini av Føroyum. Fram til 1923 høvdu amt­ mað­ur og próstur fast sæti í Løg­ting­i­num. Monica skal leiða Familjufyrisiting Heilsu- og inn­lend­is­ má­l­a­ráðið hevur tik­ ið avgerð um at seta Monicu Hjelm Ras­ mussen í starvið sum fakligan stjóra fyri Fam­ilju­fyrisitingina Heilsu- og inn­lend­is­mála­ráð­ ið hevur tikið avgerð um at seta Monicu Hjelm Ras­mus­ sen í starvið sum fak­lig­an stjóra fyri Familju­fyri­sit­ing­ ina. Monica Hjelm Rasmussen er 37 ára gomul, er útbúgv­ in løg­frøðingur frá Køb­ en­havns Uni­versitet í 2001 og hev­ur drúgv­ar starvs­ roynd­ir á fam­ilj­u­rætt­ar­liga øki­num. Mon­ica hev­ur átta ára starvsroyndir frá Rík­is­ um­boð­num fyrst sum full­ trúi og síðani sum ser­frøð­ ing­ur. Eisini hevur Mon­ica ávís tíðarskeið havt fak­ligu á­byrgdina fyri fam­ilju­rætt­ arliga økinum á Rík­is­um­boð­ num. Síðani juli 2017 hev­ur Monica Hjelm Ras­mussen starvast sum løg­frøð­ing­ur í Heilsu- og inn­lend­is­mála­ ráð­num, har hon hev­ur sitið við yvirtøkuni av fam­ilj­u­ rætt­ar­liga økinum umframt lóg­gáv­uni á økinum. Í sambandi við, at máls­ øk­ið persóns-, húsfólka- og arva­rætt­ur verður yvirtikið á ólav­søku 2018, og umsitingin av fam­ilju­málum, sum í dag er á Rík­is­umboðnum, verður løgd til landið og skipað und­ ir Fam­iljufyrisitingini, lýsti Heilsu- og innlendis­mála­ ráð­ið í februar 2018 eftir fakligum stjóra til Familju­ fyri­sit­ing­ina. Seks umsóknir vóru til starvið. Monica Hjelm Rasmussen byrj­ar í starvinum 15. apríl 2018. 18 ár síðani fyrsta sigurin hjá Putin Í dag eru 18 ár síðani, at Vlademir Putin fyrstu ferð varð valdur til forseta Russlands. 65 ára gamli Vladimir Vladimirovitj Putin var forseti Russlands frá 2000–08, tá hann sam­ bært grundlógini ikki kundi stilla uppaftur – og aft­ur frá 2012. Hann var for­sæt­is­ráð­harri frá 2008 til 2012. Næstsíðsta sunnu­ dag var hann aft­ur­vald­ ur til forseta fram til 2014. Tá er hann tann russ­iski leiðarin, sum sit­ið longst síðani Josef Stalin. NØVN Send hugskot, myndir, greinar ella annað til novn@sos.fo 20 nýggir heilsuhjálparar Hesi fingu 20 heilsu­ hjálp­ar­ar­prógv á Hesi 20 fingu heilsu­hjálp­ar­ arprógv á Heilsuskúla Føroya 6. desember 2017. Aftast frá vinstru: Ann Mari Wesenberg Siv­ert­ sen Hoyvík, Kristina Hov­ gaard Bergsdóttir Hoyvík, Silja Sivertsen Norðdepil, Guðr­un Heðinsdóttir Mort­ en­sen Tórshavn, Annika Ras­ mus­sen Sørvágur, Hedvig Dalsá Saltangará, Barbara Áka­dóttir LavaTórshavn, Dani­ella Hovsgarð Tvøroyri, Day­sy Hammerfoss Froð­ ba, Marta Summers Tau­sen Tórshavn og Lissy Zach­ar­i­ as­en Morkranes. Fremst frá vinstru: Birgith Hovgaard Osk­ar­ sdótt­ir Hoyvík, Olga Jensen Klaks­vík, Elly Samuelsen Mið­vág­ur, Rebekka Hera­ dótt­ir Silvurdal Vágur, Ragn­ar Petersen Tórshavn, Bar­bara Jacobsen Sumba, Ter­esa Heradóttir Silvurdal Vág­ur, Marianna Eið Jensen Skop­un og Sunnuva Olsen Tórs­havn.