Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mars 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. mars 2018 · Nr. 36 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Seinastu nógvu týskvøldini hava fleiri mans verið í neystinum hjá Stráluni á Strondum, har arbeitt verður sjálvboðið við innrætting. Nýggir deildarleiðarar í Vágum - Saman við verandi leiðslu, skulu nýggju leiðararnir tryggja, at fakliga støðið hjá Heimatænastuni í Vágum er dygt og livir upp til ásetingarnar í lógini og normar á fakøkinum, siga tey í Vágum Vilmund Jacobsen Heimatænastan í Vágum hevur sett Ingunn Hansen og Evu Sofíu Gardar í starv sum deildarleiðarar á Sýnini, sum er ellisheimið í Vágum. Sýnin er umbygd, og nú karm­ arnar um virksemið í so stóran mun eru nýggir, hevur Heimatænastan í Vágum eisini skipað nýggjan bygnað. - Aðalmálið við nýggja bygn­ að­inum er at tryggja, at allir borg­- ­arar, ið koma í samband við heima­ tænastuna, fáa skjóta, smidliga og fakliga grund­aða tænastu við atliti at heilsu­stimbr­an, fyribyrging, røkt, viðgerð og rehabil­it­ering. Í Vága kommunu vísa tey á, at nýggju leiðararnir saman við ver­ andi leiðslu skulu tryggja, at fakliga støðið hjá Heimatænastuni er dygt og livir upp til ásetingarnar í lógini og normar á fakøkinum. - Málið er at menna og skipa endur-, viðlíkahalds- og fyri­byrgj­ andi tænasturnar, soleiðis at øll Heimatænastan verður eyðkend av tvørfakligum arbeiðsgongdum, so tilboðini til hvønn einstakan borg­ ara eru innihaldsrík og mennandi, hóska til tørvin hjá hinum einstaka, og stuðla undir endamálið um eitt heilsugott og virkið lív so leingi sum til ber. Ingunn og Eva Ingunn Hansen er útbúgvin fysio­ tera­peutur og hevur starvs­royndir frá rehabilitering á Boða­nes­ heiminum, Heilræði og frá tera­ peut­iskum virksemi á klinikk og sjúkrahúsi. Ingun býr í Sørvági. Eva Sofía Gardar er útbúgvin sjúkra­røktarfrøðingur og hevur roynd­ir frá sjúkrahúsi í Føroyum og Danmark, fyrst og femst inn­ an dialysuvirksemi. Hon hev­ur síðani árskiftið starvast á Re­habil­ it­eringsdeildini á Sýnini. Eva býr í Sandavági. Djór skulu ikki ganga leys alment Vilmund Jacobsen Runavíkar kommuna hevur nú lagt út eina áminning til sínar borgarar um, at eingi djór eiga at ganga leys á almennum økj­ um í kommununi. - Vit hava aktingarmann at taka upp leys djór allar tíð­ir á samdøgrinum, og hetta verð­ur gjørt í samstarvi við løg­regl­ una. Kommunan vísir eisini á, at fráboðanir um leys djór skulu stílast til løgregluna. - Hundalógin ásetir, at hund­ar eldri enn fýra mánaðir skulu hava hálsband og spjald­ ur við navni og bústaði hjá eigar­anum. Lagt verður aftrat, at hund­ ar skulu havast í bandi á økjum, ið eru opin fyri van­lig­ ari ferðslu. Bandið skal vera so stutt, at leiðarin hevur hundin tætt inni at sær. - Gongur hundur leysur utt­an leiðara, tekur løgreglan hann upp og boðar eigaranum frá. Hevur hundurin einki spjaldur, verður lýst eftir eigaranum, og hevur eigarin tá ikki innan trý samdøgur verið eftir hundinum, kann løgreglan avlíva ella avhenda hann. Sagt verður eisini, at hunda­ eig­arar hava skyldu til at tekna eina hunda­ábyrgd­ar­trygging. EARTH HOUR: Í Nólsoy duga tey at gera burturúr. Leygarkvøldið, tá tey hildu - Earth Hour - fóru børn og vaksin túr við lummalykt niðan á Flaggstongina og út í Korndal. Ein sera góður túrur, siga tey í Nólsoy. Nýggj heimasíða Rúni Thomsen hevur sniðgivið og sett upp nýggju heimasíðuna hjá Hvalbiar kommunu Vilmund Jacobsen Í fjør heyst setti Hvalbiar komm­ una sær fyri at dagføra sína heima­síðu. - Heimasíðan er gluggin út til borgaran, har borgarin kann kunna seg um ymisk viðurskifti í komm­ununi og finna upplýsingar, ið tørvur er á. Endamálið við heimasíðuni er, at borgari skal fáa eina tænastu heilt inn í heimið - ella, har viðkomandi er. Í Hvalbiar kommunu vísa tey á, at um heimasíðuna kunnu fólk eitt nú skriva børnini upp til barnaansing, og her sært tú eisini, hvussu tú skalt bera teg at fyri at søkja um bátapláss. Um heimasíðuna sæst eisini, hvørji grundøki eru tøk í Hvalbiar kommunu. - Vit vóna, at okkara borgarar fáa gleði av nýggju heimasíðuni og eina enn betri tænastu. Tað er Rúni Thomsen, sum hevur sniðgivið og sett upp nýggju heimasíðuna hjá Hvalbiar komm­unu. Ingunn Hansen er útbúgvin fysioterapeutur, og Eva Sofía Gardar er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur