mánadagur 26. mars 2018síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 26. mars 2018 · Nr. 36
Spenningurin er
stórur, nú Magnus
Heinason er á Føroya
banka og kemur inn
aftur mikumorgunin, tá
flekjarar úr Leirvík
standa klárir
Heiðrikur til
fiskiskap
- Eg eri spentur eftir at sleppa
til útróðrar við Heiðriki, sigur
Martin Sofus Joensen, sum
nú eigur 20-tonsaran
Vilmund Jacobsen
Útróðrarbáturin Heiðrikur
hevur skift eigara. Tað er
Martin Sofus Joensen, sum
er nýggjur eigari.
Heiðrikur, sum er rigg
aður til línufiskiskap, hevur
ikki verið í vinnu seinastu
tíðina.
Síðan
Martin
Sofus
keypti Heiðrik, hevur hann
sett fimm snellur í bátin, tí
hann ætlar sær við snellu.
- Báturin er keyptur úr
Fuglafirði og er ein sokall
aður 20-tonsari. Hann er í
góðum standi, og eg keypti
bátin bíliga. Nú skal eg bara
gera okkurt smávegis við
bátin, áðrenn eg fari til út
róðrar, sigur nýggi eigarin
við Facebook-síðuna hjá Før
oysku Sjómansmissiónini.
Hann vísir á, at fiskiloyvi
fylgdi við bátinum, so nú er
bara at leggja til brots, sum
Martin Sofus Joensen tekur
til.
Sjálvur siglur eigur av
Heiðriki við norska línuskip
inum Nesbakk, men hann er
heima umleið helvtina av
árinum, og tá ætlar hann at
dríva bátin.
- Eg eri spentur at sleppa
til útróðrar við Heiðriki, sig
ur Martin Sofus Joensen.
Nógvar
landingar
fyri
páskir
Vilmund Jacobsen
Flestu partrolarapør
eru til fiskiskap, men
fiskiskapurin eftir upsa
er vánaligur í løtuni.
Væntandi er, at flestu
ísfiskatrolarar koma
inn at landa fyri páskir.
Men, onkur pør eru
nýliga byrjaði túr og
landa tí ikki fyri páskir.
Á Fiskamarknaði
Føroya vistu tey
fríggjadagin at siga,
at ein djúpvatnstrolari
ger royndir eftir toski
og hýsu á Føroyabanka,
tveir fiska upsa, og ein
fiskar svartkalva.
Væntandi koma allir
djúpvatnstrolararnir
inn at landa í vikuni.
- Trý garnaskip fiska
svartkalva, og væntandi
koma øll trý inn at landa
fyri páskir. Skipini, sum
fiska svartkalva, hava
brúkiligan fiskiskap,
og eitt garnaskip
fiskar havtasku.
Fríggjadagin vóru sjey
línuskip til fiskiskap
undir Føroyum. Tey
flestu koma inn at
landa fyrst í vikuni sum
kemur, men helst landar
okkurt skip eftir páskir.
Skipini undir Føroyum
fáa mest av toski og
hýsu og so nakað av
longu og brosmu.
Nøkur línuskip hava
nýliga verið inni og
landað, og tí er helst
ivasamt, um øll skipini
fara út aftur fyri páskir.
Streymurin verður góður
fyrst í hesi vikuni, men
harðnar út á vikuna.
- Veðrið verður væl
brúkiligt, og tí vænta
vit, at nakað verður av
útróðrarfiski, serliga frá
snellubátunum, siga tey á
Fiskamarknaði Føroya.
Báta-og
Listasavnið í
Leirvík, sum hýsir
týdningarmiklum
parti av bátum,
sjóvinnusøgu og
listasøgu, verður
opið skírisdag,
langafríggjadag
og páskaaftan frá
klokkan 16-18.
Sunda kommuna
stendur í vøkstri
Síðan Sunda kommuna sá dagsins ljós sum felags
kommuna í 2005, er fólkatalið vaksið við tilsamans
14 prosentum. - Men, enn er gott pláss í kommununi,
og her eru tøk grundstykki, siga tey í Sundalagnum
Vilmund Jacobsen
Fólkatalið í Sunda kommunu
hevur nú sett met.
Seinasta uppgerðin vísir,
at hin 23. mars 2018 búðu
1.775 fólk í kommununi, og
hetta er tað mesta nakrantíð.
Tað vita tey í Sunda
kommunu at siga.
Seinasta árið eru netto 28
fólk flutt í Sunda kommunu,
og burðaravlopið í hesum
tíðarskeiði var 18.
Vaksið 14 prosent
Í 2005, tá tær seks gomlu
kommunurnar løgdu saman,
búðu 1557 fólk í kommununi.
- Hesi árini er fólkatalið
sostatt vaksið við 218 fólkum,
sum er 14%.
Í Sunda kommunu vísa
tey á, at enn er tó gott pláss
í kommununi, og enn hevur
kommunan
fleiri
grund
stykkir tøk.
- Rúm er eisini fyri fleiri
børnum í teimum trimum
dagstovnunum í kommun
uni.
Skúli og ítróttarhøll
Lagt verður aftrat, at nýggj
ur
skúli
og
ítróttarhøll
verða bygd á Oyrarbakka í
løtuni, so umstøðurnar hjá
barnafamiljum eru av teim
um allarbestu.
Martin Sofus Joensen er nýggjur eigari
av útróðrarbátinum, Heiðriki
Mynd: TJ-myndir
Síðan 2005 er fólkatalið í Sunda kommunu vaksið við 218 fólkum, og rúm er
framvegis fyri fleiri børnum í teimum trimum dagstovnunum í kommununi