Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mars 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. mars 2018 · Nr. 36 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hvør hevur steðga Dals­tunlinum? Henrik Old Hoyrdi í Degi og Viku, at sjón­varpið var á øs­ing­arferð í Dali, tí tunnils­ætl­ an til Dals var steðgað. Seinastu mongu árini haldi eg meg vera ein av teimum fáu, um ikki tann einasti, sum hevur talað fyri at fáa startað upp eitt tunnils­lið, sum kann byrja at bora til smærru bygdirnar so sum Famjin, Dal, Tjørnuvík og Gjógv. Nú lukkaðist so enduliga at fáa sett av eina játtan til hetta enda­mál. Tí undrist eg eisini yvir, at borg­ar­ stjórin í Húsavík í grein lýsir »ætl­ an­in at gera Dalstunnilin er slept«, hvar tey tíðindi so koma frá. Tá eg læt fíggjarlógaruppskotið úr hondum niðan í Løgtingið stóð orðarætt: »Eitt tunnilslið verður skipað, sum eftir ætlan skal bora tunl­ar til smærru bygdirnar, so sum Famj­in, til Dals, Tjørnuvíkar og til Gjáar, so langt játtanin røkkur á hvørjum ári. Ásannast má, at tað ikki hevur borið til at fingið játtanir til vega til smærru farleiðirnar. Og besta loysn er mangan at tunnil verður gjørdur. Tað verða játtaðar 7 milliónir krón­ur til endamálið í 2018«, hesi vóru orðini beinleiðis úr fíggj­ar­ lógini. Tá uppskotið um Hvalbiartunnil var sent í tingið, og onki var ásett um Famjinstunnil, gav eg boð til Lands­verk um at byrjast skuldi at bora til Famjins við tunnilsliðnum. Áðrenn tað vóru ongi boð latin frá mær um, hvar byrjast skuldi at bora við tunnilsliðnum. Umráðandi er, at tá byrjað verð­ ur at bora, at tað er væl fyrireikað, og tann útgerð sum skal til, er til staðar, tí tað er ein ávís mótstøða ímóti at gera tunlar á hendan hátt. Sum sagt omanfyri, so er mín meining, at hettar er einasti máti at koma nakran veg, og tað hevur tíð­in eisini víst. Í fíggjarlógaruppskotinum, sum eg læt úr hondum síðsta heyst, vóru avsettar 1 mió. kr. til Dals, tað sama sum fyri árið í fjør, og 7,5 mio kr. í 2020, við tí fyri eyga at Dalstunnilin skal koma ígjøgnum, tí hann verður helst meira enn dupult so langur sum Famjinstunnilin og væl longri enn Tjørnuvíkartunnilin. Hettar umframt tað árligu játtan sum tunnilsliðið fær. Ein tunnil til Famjins verður knappar 900 metrar. So um Dals­ tunnilin byrjar í heyst ella til várs aftur, tá øll viðurskiftir eru komin upp á pláss, man fara at ganga, tá man nú er so nær við. Móður­máls­ dagur – málið skal vera livandi og røkka víða Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin Í dag er móðurmálsdagur. Dag­ urin, sum verður hildin á føð­ing­ar­ degnum hjá V. U. Hammershaimb, er eitt høvi at minnast til, at móð­ ur­mál okkara skal brúkast, njótast, mennast og mýkjast. Vit eiga øll okkara móðurmál, og vit skulu kunna brúka tað at orða okkara til­ veru og okkara lív á øllum økjum og í øllum støðum, tí annars er málið ikki nóg livandi og nóg rúmligt. Tað formliga Vit hava eitt málráð, ið hevur sum endamál at røkja, menna og verja føroyska málið, at veg­ leiða, ráðgeva og gera niður­støð­ ur í málspurningum og at áseta føroyska stavseting. Á­litið Mál­ mørk frá 2007 er grund­leggj­andi ar­beiðs­skjal hjá Málráðnum, hvørs virk­semi er ásett í løgtingslóg frá 2012. í 2017 varð móðurmálsdagurin hildin í Løkshøll, har yrkismál var á skránni, og har vóru nógvar áhuga­ verdar framløgur um yrkismál í eitt nú roknibókum og í gransking. Árið fyri var móðurmálsdagurin í Nýggjustovu í Havn, og evnið var film­ur og føroyska málið. Uppá tross At verja føroyska málið er partur av endamálinum hjá Málráðnum. Eri sjálv ikki heilt so sannførd um, at føroyskt í dag hevur so nógva verju fyri neyðini, men soleiðis hevur ikki altíð verið. Í 20. øld var okkara móðurmál eitt politiskt stríðsmál, sum serliga snúði seg um status ella um, hvørja støðu føroyskt skuldi hava í mun til danskt. Í 1912 samtykti løgtingið eina lóg fyri føroyska skúlan, og sambært hesi lóg skuldi øll undirvísing vera á donskum, meðan føroyskt bert var eitt hjálparmál. Í tíðarskeiðnum 1918 til 1923 samtykti løgtingið seks ferðir at gera føroyskt til undir­vís­ ingarmál í øllum læru­grein­um, men hetta góðtók danska stjórnin ikki. Í 1925 var eitt fleirtal á Føroya løgtingi ímóti ynskinum úr Dan­ mark um, at føroyskt skuldi verða undir­vísingarmál í skúlanum. Tað var Nina Bang, ministari í undir­ vís­ingarmálum, sum gav boð um eina broyting, so at føroyskt bleiv undirvísingarmál, tó at undir­vís­ ing­in í lærugreinum sum søgu og landafrøði framhaldandi skuldi vera á donskum. Í 1936 atkvøddi Sambands­ flokk­urin ímóti einum uppskoti um, at føroyskt skuldi gerast til undir­vísingarmálið í fólka­skúl­ anum. Men síðan 1938 hava lær­ar­ar kunnað valt, um tey vildu undir­ vísa á føroyskum ella á donsk­um, og í dag kunnu vit als ikki ímynda okkum nakað annað enn, at undirvísingin fer fram á føroysk­ um. Skal røkka á øllum økjum Nú er tað ein sjálvfylgja, at vit tosa og skriva føroyskt á øllum samfelagsøkjum. Og okkara móð­ ur­mál er livandi, ikki minst í okk­ ara mentan og list. Vit lesa søgur og yrkingar, hoyra tónleik og ganga til sjónleik á føroyskum. Sein­astu árini hava vit sæð fleiri og fleiri føroyskar filmir á stóra films­løriftinum, og nú um dagarnar kunnu vit eisini hoyra operu, fram­ førda á okkara móðurmáli. Sjálv eri eg fjeppa og stór­for­ brúkari av móðurmálinum, bæði í talu og í skrift. Men eg eri eisini tilvitað um tær nógvu avbjóð­ing­ arnar, sum eru, bæði í mun til stat­ us og í mun til innihald ella korpus. Stavsetingin kundi verið betri, hoyri eg lærarar siga. Vit hava als ikki nóg nógv undirvísingartilfar á føroyskum. Fagri nýggi veruleikin, har stórur partur av samdøgrinum fer fram á telduni og á netinum, gevur okkara børnum og ungum atgongd til ein ensktmæltan heim, higar føroyskt ikki røkkur. Hvørjar avleiðingar hevur hetta fyri okkara málnýtslu? Og nógv menniskju búgva nú í Føroyum, sum hava eitt annað móðurmál enn føroyskt. Tey skulu eisini takast við í okkara máls­liga veruleika. Føroyskt er livandi, hevur tað gott, og er komið fyri at vera. Men mál­deyði er ikki nakað ókent fyribrigdi, og vit skulu sanniliga ansa eftir, at málið verður ment, so­ leiðis at tað ber til at seta orð á allar teir veruleikar og á allar tær støður, sum vit menniskju liva í í dag. Ynski øllum ein góðan móður­ málsdag. Á móðurmálsdegnum tann 25. mars 2018, Játtanar­karm­arnir eins skroypu­ligir sum bú­ stovnar hjá tí almenna Um Búskaparráðið hevur rætt í sínum metingum, kunnu vit vanta enn eina sosialistiska skatta- og avgjaldsøði frá samgonguni longu í heyst. Tað verður fráboða í Játtar­ kørmunum hjá lands­stýrinum.  Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins Kristina Háfoss, landsstýrikvinna, hevur lagt  játtanarkarmarfyri 2019  fyri Løgtingið.  Útreiðslurnar sleppa at vaksa  ótolmaðar  og fyri at fáa rúm fyri teimum, hev­ ur  Háfoss  mett ovurstóran bú­ skap­ar­vøkstur og harvið øði­liga inn­tøkuøking hjá lands­kass­anum. Bú­skap­arráðið sigur at búskap­ ar­vøkst­urin er steðgaður, men tað leggur landsstýrið líkað í, tí útreiðslurnar eru jú  vøru­ merkið hjá samgonguni. Búskapurin eigur at byggja á trygga grund, men vinstrahallu flokkarnir, Framsókn, Javnað­ar­ flokkurin og Tjóðveldi hava bygt eitt búskaparligt korthús. Vakurt og lovandi, men bert eitt lot ímóti og tað fellur.  Um metingarnar hjá  Búskap­ arráðum eru rættar, so verður hall á fíggjarlógini fyri næsta ár. Í Játtan­ arkørmunum  hjá lands­stýrinum veður  fráboða, at um  inntøku­ metingarnar hjá Háfoss ikki halda, so verða onnur inntøkuátøk framd.  Heldur enn at steðga útreiðslu­ gildinum, ætlar landsstýrið koma við nýggjari skatta- og avgjaldsøði á føroysku familjurnar og vinnuna.  KJAK Umráðandi er, at tá byrjað verð­ur at bora, at tað er væl fyrireikað, og tann útgerð sum skal til, er til staðar, tí tað er ein ávís mótstøða ímóti at gera tunlar á hendan hátt