mánadagur 26. mars 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 26. mars 2018 · Nr. 36
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTTSØGD
Torkil Veyhe varð kosin sum mest álopssinnaði súkklarin í Tour de Normandie. -
Hetta er ein ábending um at eg eri á rættari leið, sigur føroyski súkklarin
Pætur Albinus
HONDBÓLTUR
Áki Egilsnes og liðfelagarnir í
íslendska KA av Akureyri vunnu
fríggjakvøldið 26-22 ímóti Vali U
í næstbestu íslendsku deildini.
Hetta var seinasti dysturin í grund
spælinum, og um eydnan var við KA
– tað vil siga, um oddaliðið Akureyri
tapti sín dyst – so hevði KA vunnið
deildina og flutt beinleiðis upp.
Hetta hendi tó ikki, og KA skal nú
spæla upp- og niðurflytingardystir
ímóti næstaftasta liðnum í bestu
deildini. Áki Egilsnes, sum hevur
sáttmála við KA næstu tvey árini,
hevur verið greiður toppskjútti á
liðnum í ár. Í 14 dystum hevur hann
skotið 92 mál. Tann, ið hevur skotið
næstflest, Andri Snær Stefánsson,
hevur skotið 68 mál.
Í næstbestu donsku deildini
hava føroyingar eisini verið í dysti,
og tann, ið útmerkaði seg, var Jónas
G. Djurhuus, sum varð kosin at vera
dagsins maður í 30-27-sigrinum
hjá HØJ ímóti Ajax København.
Jónas skeyt trý mál, og sigurin
var ógvuliga týdningarmikil, tí
nú hevur HØJ trý stig niður til
niðurflytingarstrikuna. Helgi H.
Hoydal og teir úr Odder taptu hin
vegin eisini ein týdningarmiklan
dyst. Hetta var dysturin um triðja
plássið ímóti Lemvig-Thyborøn,
og við 33-31-tapi kann Odder ikki
longur røkka triðja plássinum og
uppflytingarspæli til bestu deild
ina. FIF við Róa Berg Hansen á
liðnum fekk av at vita og tapti 35-
14 á útivølli ímóti Frederikshavn.
Rói skeyt eitt mál fyri liðið, sum er
greitt á aftasta plássi.
Leygardagin spældi liðið hjá
Kjartani
Johansen,
Fyllingen
Bergen, fyrru fjórðingsfinaluna í
evropeisku Challenge Cup-kapp
ingini ímóti rumenska liðnum,
Potaissa Turda. Leingi sá gott út
hjá Fyllingen Bergen at fáa eitt
líkindi úrslit við sær til Bergen
aftur, og tá bert 10 minuttir vóru
eftir var støðan javnleikur 21-21.
Men seinastu løtuna gekk ikki væl í
hond, og heimaliðið Potaissa Turda
vann at enda 29-24. Í steðginum
var
heimaliðið
á
odda
12-11.
Returdysturin verður í Framo-høll
ini í Fyllingen 2. páskadag. Kjartan
Johansen sum hevur skotið fitt
av málum fyri Fyllingen Bergen
seinastu dystirnar fekk eitt mál fyri
Fyllingen Bergen hesaferð. Andreas
Gjeitrem, venjari hjá Fyllingen
Bergen sigur við lokalar miðlar í
Bergen, at hann hevur góðar vónir
um, at liðið kann heinta inn fimm
málsleiðsluna hjá rumenska lið
num 2. páskadag.
SÚKKLING
Føroyski súkklarin, Torkil Veyhe,
hevur seinastu vikuna súkklað í
fronsku súkklukappingini, Tour
de Normandie, saman við liðfeløg
unum á danska liðnum, Team
VIRTU Cycling. Torkil royndi seg
í fleiri umførum í útbrotum, og á
sjeynda og seinasta teininum í gjár
var tað um reppið at eydnast, tá ið
hann og hinir í útbrotinum vórðu
fangaðir av feltinum tríggjar kilo
metrar áðrenn málstrikuna. Kasper
Asgreen var besti maður hjá Team
VIRTU Cycling í samlaðu kapp
ingini. Hann bleiv nummar 18 og
var 50 sekund aftanfyri vinnaran,
enska Thomas Stewart frá Team
JLT Condor. Torkil bleiv nummar
62, 13 minuttir og 53 sekund aftan
fyri. - Vit komu fyri at vinna, og tað
gekk sum sæst ikki. Eg haldi tó vit
hava víst góðan hugburð, og her
eru nøkur ting, sum vit kunnu taka
við víðari og læra av. Við eitt sindur
meira av hepni høvdu vit sikkurt
fingið nógv meira burturúr, sigur
Torkil Veyhe og leggur afturat: -
Men soleiðis er súkkling nú eina
ferð.
Torkil Veyhe er tó ikki komin
sum av torvheiðum heimaftur
frá kappingini. Hann varð nevni
liga heiðraður sum tann mest
álopssinnaði
súkklarin
út
av
øllum teimum 150 súkklarunum
í kappingini. Mín máti at súkkla
uppá er at leypa og og koyra frá
restini, um eg skal vinna. Tað
verður ofta heiðrað við slíkum
heiðri, men tað ber sjálvandi ikki
til, um man ikki er væl koyrandi,
so hetta er heilt víst ein ábending
fyri meg um, at eg eri á rættari leið,
sigur Torkil Veyhe um at verða
heiðraður sum mest álopssinnaði
súkklarin í Tour de Normandie.
TALV
Eftir tvey umfør er Helgi Dam Ziska
einsamallur á odda í meistara
flokkinum í FM-kappingini í talvi
fyri einstaklingar. Stórmeistarin
hevur sum tann einasti vunnið
bæði talvini higartil. Helgi hevur
verið ógvuliga sannførandi við
svarta fólkinum í báðum fyrstu um
førunum. Leygardagin vann hann
á Ólavi Simonsen, og sunnudagin á
Rógva Mortensen. Í øðrum umfari
offraði
hann
óvæntað
finnu
frúgvarmegin í einari Samisch-
líkari støðu í kongaindiskum, men
fekk sera gott spæl og vann í stór
um stíli. Rógvi Egilstoft Nielsen
snávaði. Rani Nolsøe lumpaði hann
og átti helst at vunnið, men frysti
og beyð remis í knappari vend. Rani
telvaði varnari enn hann er vanur
við hvíta fólkinum, uppstillingin
minti eitt sindur um tað, sum í
gomlum døgum var kallað fyri
toftaindiskt, men tá ið Rógvi fór í
kongsálop, var hann tikin á bóli, tí
brádliga stóð ein riddari hjá hon
um ikki til at bjarga. Rógvi kann
fegnast um, at hann ikki tapti,
og Rani iðra seg um, at hann ikki
vann. Carl Eli Samuelsen vann í
drúgvum talvi á Hans Kristiani
Simonsen, sum í fyrsta leiki flutti
hvíta finnu á a3. Eitt nýtt originalt
rock´n´roll riff frá kollfirðinginum.
Endamálið var helst at taka Carl
Eli á bóli, tí tað er barnalærdómur,
at soleiðis flytur tú ikki í fyrsta
leiki. Men hvussu er og ikki; Hans
Kristian fekk fína støðu, og mundi
hava fyrimunin eina løtu. Men
Carl Eli er góður kamptelvari og
fekk so líðandi vent støðuni til
egnan fyrimun. Í fjórða talvinum
millum Sjúrð Thorsteinsson og
Ólav Simonsen skakaðist javnvágin
ikki, og talvið endaði javnt. Støðan
í Landsliðsbólkinum: Helgi Dam
Ziska 2 stig, Rógvi Egilstoft Nielsen
1½, Carl Eli Samuelsen 1½, Rani
Nolsøe 1, Sjúrður Thorsteinsson 1,
Ólavur Simonsen ½, Rógvi Morten
sen ½, Hans Kristian Simonsen 0.
Yrkadagarnar fyri páskahalguna
verður ikki byrjað at telva fyrr enn
klokkan 16:00 á degi. Í triðja um
fari verður telvað soleiðis í FM-
bólkinum: 3. umfar (mánadagin
26. mars kl. 16:00) Rógvi Egilstoft
Nielsen - Rógvi Mortensen, Carl Eli
Samuelsen - Rani Nolsøe, Ólavur
Simonsen - Hans Kristian Simon
sen, Helgi Dam Ziska - Sjúrður
Thorsteinsson. Í 1. bólki eru tríggir
telvarar á odda við 1½ stigi. Teir
eru Herluf Hansen og Heiðrikur
Jacobsen
úr
Havnar
Telving
arfelag og Janus Skaale úr Klaks
víkar Talvfelag. Í almenna bólki
num er Jón Andreasen úr Havnar
Telvingarfelag einsamallur á odda
við tveimum stigum, og í unglinga
bólkinum eru Suni í Horni Nielsen
úr Sandavágs Talvfelag og Rógvi
Mørkøre úr Kollafjarðar talvfelag
fremstir við fullum stigatali eftir
fyrstu tvey umførini.
albinus@sosialurin.fo
Torkil fekk heiður í Fraklandi