mánadagur 26. mars 2018síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. mars 2018 · Nr. 36
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FLOGBÓLTUR
Menninir á føroyska U20-landsliðnum hava verið á einari ferð við kenslum, har teir vóru fyri
sera svárum tapi og síðani einum ótrúligum comeback-sigri. Teir lendu á einum virðiligum
øðrum plássi í EM fyri smátjóðir, sum Føroyar hava verið vertir fyri hetta vikuskiftið
U20-menninir:
NÆSTBESTA
SMÁTJÓÐIN Í EVROPA
Pætur Albinus
Føroyska U20-landsliðið hjá monn
um í flogbólti hevur um vikuskiftið
luttikið í EM-undankapping fyri
smátjóðir, sum Føroyar hesaferð
vóru vertir fyri í stórhøllini á Hálsi
í Havn.
Liðið var mannað við nógvum
SÍ-spælarum. Sjey út av 12 spælar
um vóru úr SÍ, og eisini venjarin er
tann vælkendi SÍ-venjarin, Rajko
Petrovic.
Fyrsti dysturin hjá føroysku
monnunum varð spældur fríggja
kvøldið. Mótstøðulandið var Ísland,
sum Føroyar áður hava vunnið á,
og við góðum spæli løgdu Føroyar
seg eisini á odda 2-0 í settum. Tað
fyrsta varð vunnið sannførandi 25-
17, og tað næsta 25-23.
Føroyar stevndu ímóti einum
3-0-sigri, men so skjótt teir tóku sær
av løttum, so tók Ísland av og vann
triðja sett 25-18. Føroysku menninir
ressaðust tó aftur í fjórða setti, har
teir eftir eitt tætt sett vístu gott
støði ímóti endanum og umvegis
25-18 vunnu teir hendan fyrsta
dystin í kappingini 3-1.
Dagsins maður á føroyska lið
num hendan dagin var Dávið
Hentze, ið sambært samanteljing
hjá evropeiska flogbóltssambandi
num syrgdi fyri heili 24 stigum til
Føroyar.
Svárt tap
Annar dysturin varð spældur ímóti
Skotlandi
leygardagin.
Føroyar
vóru á odda bæði 1-0 og 2-1 í settum,
men Skotland javnaði til 2-2 og
neyðugt var við einum fimta og
avgerandi setti.
Tað gjørdist til eitt satt drama.
Føroyar vóru á odda 11-9, tá ið tveir
føroyingar brustu saman. Hákun
H. Weihe keikti fótin og mátti av
vøllinum.
- Tað føldist sum eg lendi á fóti
num hjá einum av hinum, og so
lendi eg skeivt, sigur Hákun um
hendingina.
Hetta skapti ein steðg í dysti
num, sum Skotland gagnnýtti og
koppaði til sín fyrimun.
Skotland vann settið og dystin
við allarminsta muni, 3-2 og 15-13 í
avgerandi setti, og hetta tapið var
ógvuliga svárt hjá føroyingunum.
- Hetta var ikki gott. Tað var
tætt, serliga nú í fimta setti. Eg
haldi, at vit burdu vunnið, segði
Hákun H. Weihe eftir dystin.
Comeback
Undan triðja og seinasta dystinum
sunnudagin var longu greitt, at
Føroyar í minsta lagi fóru at røkka
blíva nummar tvey í kappingini.
Orsøkin var, at Ísland hevði vunnið
ímóti Skotlandi fyrr á degnum. Tað
bar við sær, at Føroyar við einum
3-0- ella 3-1-sigri ímóti Luksemburg
í hesum seinasta dystinum hevði
vunnið kappingina.
Luksemburg er eitt sera sterkt
lið, og hetta prógvaðu teir fyrstu
løtuna, har teir løgdu seg á odda
2-0 í settum og eisini vóru ávegis
3-0 við rímiliga greiðari leiðslu í
triðja setti.
Men so vendist gongdin. Føroyar
høvdu eftir fyrstu tvey settini mist
møguleikan at vinna kappingina,
og nú teir kundu spæla frítt vóru
teir helst betri enn nakrantíð áður
í kappingini. Spælið var stundum
framúr gott, og Føroyar javnaðu til
2-2 í settum.
Í avgerandi settinum vóru Før
oyar á odda 6-1, og hóast Luksem
burg svaraði aftur og kom á odda
13-12, so var tað hesaferð Føroyar,
sum átti tørn at koppa tað til sín lut
í avgerandi løtuni. Føroyar vunnu
15-13 og 3-2 í einum framúr vøkrum
comeback-sigri.
Uppreisn og eitt 2. pláss til
Føroyar í EM-kappingini fyri smá
tjóðir í flogbólti, sum Føroyar hava
verið virðiligir vertir fyri.
- Her er eitt sterkt apparat, ið
er aftanfyri. Eg havi eina nevnd,
sum er góð og ger nógv, og feløg, ið
bakka upp tá ið slík tiltøk eru. Tað
er tað sum ger, at tað yvirhøvur ber
til, segði formaðurin í Flogbólts
sambandi Føroya, Magnus Tausen,
eftir kappingina.
albinus@sosialurin.fo
EM fyri smátjóðir
Úrslit:
Føroyar – Ísland 3-1 (25-17, 25-23, 18-25, 25-18)
Føroyar – Skotland 2-3 (25-19, 21-25, 25-20, 21-25, 13-15)
Føroyar – Luksemburg 3-2 (12-25, 20-25, 25-22, 25-18, 15-13)
Støðan
Land
Stig
1. Luksemburg
7
2. Føroyar
6
3. Ísland
3
4. Skotland
2