mánadagur 26. mars 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 26. mars 2018 · Nr. 36
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HONDBÓLTUR
Pætur Albinus
Føroyska A-landsliðið hjá kvinnum
spældi í gjár fjórða dystin í EM-
undankappingini, har tær eru í
bólki við Serbia, Svøríki og Make
donia.
Mótstøðuliðið í gjár var Make
donia. Hetta var sama lið, sum Før
oyar taptu 22-15 ímóti í Havn miku
kvøldið í síðstu viku.
Hesaferð varð dysturin spældur
í makedonska høvuðsstaðnum,
Skopje, og sum væntað bleiv tað
trupult hjá føroysku kvinnunum,
sum vóru aftanfyri 14-8 í hálvleiks
steðginum.
Eisini í seinna hálvleiki var
leiðslan hjá heimaliðnum stór, men
føroysku kvinnurnar fingu pyntað
eitt sindur um ímóti dystarenda.
Tað endaði við, at Makedonia vann
dystin 28-24.
Næsti dystur hjá Føroyum
verður 30. mai. Tá vitjar Serbia í
Føroyum.
albinus@sosialurin.fo
Pætur Albinus
Føroyska U20-landsliðið hjá kvinn
um hevur seinastu dagarnar spælt
HM-undankapping, sum Føroyar
hava verið vertir fyri í Hoyvíks
høllini hetta vikuskiftið. Trý lond
vóru í bólkinum. Tey vóru Føroyar,
Slovenia og Turkaland.
Ov stinnar
Føroyska liðið var væl mannað við
fleiri profilum í Hvonndeildini.
Nevnast kunnu eitt nú Súna K.
Hansen og Marianna G. Eystberg
úr Kyndli, Tóra Eliasen úr Stjørnuni
og toppskjúttin í deildini, Maria H.
Weyhe úr H71.
Føroyski venjarin, Per Klarup,
segði undan kappingini, at málið
var at gera alt, ið tær vóru mentar,
soleiðis at tær kundu hyggja í
eyguni á hvørjari aðrari aftaná
kappingina og siga, at tær høvdu
gjørt alt, ið tær vóru mentar.
Mótstøðuliðið í fyrsta dystinum
var Slovenia. Hetta var mett at
vera sterkasta liðið í kappingini,
og tað sluppu tær føroysku eisini
at merkja, tí gingnir vóru einans
fimm minuttir, tá støðan var 3-0 til
gestirnar og Føroyar tóku timeout.
Tað batnaði nakað. Føroyar
fingu glið á og javnaðu eftir einum
góðum korteri til 8-8, men tættari
enn hetta komu tær føroysku ikki,
sum vóru aftanfyri 16-13 í hálvleiks
steðginum, og høvdu fyri neyðini at
fáa eina góða byrjan upp á seinna
hálvleik. Tað hendi beint tað øvuta,
og við 18-13 beint eftir steðgin var
brekkan ov brøtt hjá teimum før
oysku, sum at enda taptu dystin
28-24.
Søtur sigur
Sunnudagin
var
mótstøðuliðið
Turkaland. Hetta var ein dystur
um 2. plássið í bólkinum. Turkaland
hevði, eins og Føroyar, tapt við fýra
málum ímóti Slovenia, so lagt var
upp til ein javnan og spennandi
dyst.
Tað gekst væl í fyrra hálvleiki,
serliga við málskjótingini. Føroyar
høvdu rættiliga lætt við at flyta
runt uppá turkisku verjuna, og
Føroyar fingu nógv brotskøst í sín
lut. Maria H. Weyhe var ein brand
ur og sendi tey í málið.
Føroyar vóru á odda 17-14 í hálv
leikssteðginum.
Seinni hálvleikur byrjaði ikki
væl, tí tað gingu ikki nógvir minutt
ir áðrenn føroyska leiðslan var etin
upp. Turkaland var á odda fyri tað
mesta, men síðstu minuttirnar
komu Føroyar aftur framum við
einum. Hesa tepru leiðsluna varð
veittu tær føroysku, og tað kom at
vera avgerandi.
Føroyar vunnu nevniliga dystin
29-27 og fingu harvið 2. plássið í
bólkinum.
Slovenia endaði fremst og hevur
vunnið sær atgongd til HM-enda
spælið í summar.
albinus@sosialurin.fo
U20 HM-undankapping bólkur 6
LAND
S
V
J
T
MÁL
+/-
STIG
1
Slovenia
2
2
0
0
53-45
8
4
2
Føroyar
2
1
0
1
53-55
-2
2
3
Turkaland
2
0
0
2
48-54
-6
0
A EM-undankapping bólkur 3
LAND
S
V
J
T
MÁL
+/-
STIG
1
Serbia
4
3
0
1
129 – 101
28
6
2
Svøríki
4
3
0
1
125 – 101
24
6
3
Makedonia
4
2
0
2
103 – 110
-7
4
4
Føroyar
4
0
0
4
74 – 119
-4
0
U20-landsliðið
Føroyar – Slovenia
24-28 (13-16)
fríggjadagur 23. mars, Hoyvík
Føroyar: Maria H. Weyhe 5, Súna
K. Hansen 5, Marianna G. Eystberg
4, Siw Matras Larsen 4, Jansy
Jacobsen 3, Tóra Eliasen 2, Drós
Ragnarsdóttir 1
Slovenia: Nina Zabjek 7, Anika
Strnad 7, Ziva Copi 4, Maja Helbel
3, Petra Fister 3, Iza Bon Brzin 2,
Ema Abina 2
Føroyar – Turkaland
29-27 (17-14)
sunnudagur 25. mars, Hoyvík
Føroyar: Maria H. Weyhe 13, Súna
K. Hansen 5, Tóra Eliasen 4, Jansy
Jacobsen 4, Siw Matras Larsen 3
Turkaland: Sibel Gundogdu 7,
Beyza Karacam 5, Bilgenur Ozturk
4, Meltem Arslan 4, Edanur Arslan
4, Cansu Akalin 2, Eda Nur Kilic 1
A-landsliðið
Makedonia – Føroyar
28-24 (14-8)
sunnudagur 25. mars, Skopje
(Makedonia)
Makedonia: Jovana Sazdovska
7, Elena Gjeorgjievska 6, Ivana
Gakidova 3, Mirjeta Bajramoska
3, Marija Shteriova 3, Teodora
Keramichieva 2, Sara Ristovska
2, Dushica Gjorgjievska 1, Marija
Nikolic 1
Føroyar: Liljan Djurhuus 5,
Kristianna Henneberg Joensen 5,
Durita C. Jojic 5, Eir Berg 3, Turið
Arge 2, Daniella Joensen 2, Agnas
Olsen 1, Bjarta O. Johansen 1
Føroyska kvinnulandsliðið tapti eisini fjórða dystin í EM-undankappingini, men
tað var framstig í mun til síðst, nú tær spældu ímóti Makedonia í Skopje
Føroyska U20-landsliðið fekk ikki gjørt nógv við sterka
Slovenia, men reisti seg í gjár við 29-27-sigri ímóti Turkalandi.
Hetta tryggjaði teimum 2. plássið í HM-undanbólkinum,
sum bleiv spældur í Hoyvík hetta vikuskiftið
A-landsliðið:
U20 kvinnur:
TAPTU VIÐ FÝRA MÁLUM
VUNNU ÍMÓTI
TURKALANDI