mánadagur 26. mars 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. mars 2018 · Nr. 36
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað var lagt upp til toppdyst, tá ið
EBS/Skála kvinnurnar í gjár við
Margáir høvdu vitjan av HB.
Spenningurin snúði seg fyrst
og fremst um, hvussu tað fór at
vísa seg, at styrkismunurin millum
hesi bæði liðini er ávirkaður
síðani í fjør, nú Heidi Sevdal er
flutt aftur til HB, eftir at hon í
fjør var bæði toppskjútti og ársins
spælari, tá ið EBS/Skála megnaði
at koppa KÍ og vinna bæði FM og
steypakappingina.
Tølini
siga,
at
EBS/Skála
framvegis eigur eitt væl stinnari
lið enn HB. Úrslitið var 6-1 til
heimaliðið við Margáir, og Heidi
Sevdal fór av vøllinum uttan at
hava skorað mál. Tað kemur sjáldan
fyri.
Í fjør vóru systrarnar Heidi og
Ansy Sevdal eyðsýndir stuðuls
spælarar, tá ið EBS/Skála vann
greipuna. Í gjár var Ansy Sevdal
lyklaspælari hjá EBS/Skála. Hon
skoraði reint hattrikk, tá ið hon
økti um heimaleiðsluna til 2-0, 3-0
og 4-0.
KÍ vann 4-2 í Gundadali ímóti
B36. Harvið eru tað nú EBS/Skála
og KÍ, sum eru topplið við fullari
úrtøku eftir trý umfør.
Fyrsta innanhýsis uppgerðin
millum KÍ og EBS/Skála í ár verður
í Klaksvík um eina viku – annan
páskadag.
Í gjár vann ÍF/Víkingur 3-1 ímóti
B68. Hanna Isaksen Højgaard, sum
í fleiri ár hevur verið burturstødd
í lestrarørindum, er nú aftur á
klettunum. Hon skoraði tvey av ÍF/
Víkinga málunum, og harvið er hon
kærkomin styrkur.
Kvinnur:
FÓTBÓLTUR
EBS/Skála gav ímóti HB greiða ábending um, at meistaraliðið
aftur í ár er eyðsýndur avbjóðari í FM kappingini
3. umfar
Sunnudagin 25. mars
ÍF/Víkingur – B68
3-1 (3-0)
1-0: Hanna Isaksen Højgaard 13.
2-0: Arnborg Lervig 24.
3-0: Hanna Isaksen Højgaard 40.
3-1: Laila Pætursdóttir 49.
EBS/Skála – HB
6-1 (2-0)
1-0: Durita Hummeland 1.
2-0: Ansy Sevdal 7.
3-0: Ansy Sevdal 49.
4-0: Ansy Sevdal 63.
5-0: Durita Hummeland 66.
5-1: Milja R. Simonsen 74.
6-1: Birna Tummasardóttir
Johannesen 84.
B36 – KÍ 2-4 (0-2)
0-1: Sanna Jacobsen 5.
0-2: Rannvá B. Andreasen 11.
0-3: Malena Josephsen 50.
1-3: Sigrun K. Kristiansen 63.
1-4: Sigrid Jacobsen 65.
2-4: Marjun Danielsen 88.
MEISTARARNIR ERU
VÆL UPPLAGDIR