mánadagur 26. mars 2018síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 26. mars 2018 · Nr. 36
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leygardagin vóru fýra dystir í triðja
umfari í næstbestu fótbóltsdeildini.
Fimti dysturin – tann millum Giza
Hoyvík og ÍF – var útsettur til í
morgin, týsdagin 27. mars klokkan
17.
Giza Hoyvík og ÍF eru tvey av
fýra feløgum, sum hava møguleika
at flyta upp í bestu deildina. Hini
bæði feløgini eru B68 og B71. Tey
hittust á Svangaskarði leygardagin.
Úrslitið var, at B68 vann 2-1.
Av tí at landsliðið er á venjingar
legu í Spania, varð tað ikki spælt í
bestu deildini hetta vikuskiftið.
Fleiri av teimum, sum annars
eru nógv í bestu deildini, vóru á
næstbestu liðunum leygardagin.
Tá ið teir næstbestu hjá KÍ vunnu
9-0 á heimavølli ímóti teimum
næstbestu hjá Suðringum, vóru eitt
nú Óli Eyðsteinsson Poulsen, sum
hevur spælt allar tríggjar dystirnar
á besta liðinum á tamb, veteranurin
Hjalgrím Elttør, sum ikki hevur
spælt so nógv á besta liðinum
higartil í ár, og Kristoffur Jakob
sen, ið viðhvørt hevur verið á besta
liðinum, á næstbesta liðinum hjá KÍ.
HB var tvær ferðir í síðstu viku
í Eysturoy. Mikukvøldið endaði tað
við 1-0 sigri á Skála, og leygardagin
endaði tað við 1-0 tapi í Runavík.
Á NSÍ liðinum leygardagin
vóru eitt nú Per Langgaard, Jann
Martin Mortensen og Karl Løkin,
sum í fjør var í landsliðshópinum,
men sum higartil í ár hevur verið
lítið á besta liðinum. Per og Jann
Martin hava verið á listanum hjá
besta liðinum, men teir hava ikki
verið nógv á vøllinum, tá ið besta
liðið hevur spælt.
Á HB liðinum leygardagin vóru
eitt nú Hjalti Kárason Djurhuus,
Jógvan Skeel Nolsøe og Niklas T.
Kruse, sum hava verið á listanum á
besta liðinum, men sum ikki hava
verið millum stuðulsspælararnar.
Óhepnar avleiðingar
Næstsíðsta sunnudag var Giza
Hoyvík í Runavík, har úrslitið var,
at teir næstbestu hjá NSÍ vunnu
4-2.
Kenneth Hovgaard Djurhuus
er formaður í Giza Hoyvík. Hann
heldur, at tað er óheppið soleiðis,
sum skipanin nú er løgd:
-Fyritreytirnar
eru
rættiliga
ymiskar, um mótstøðuliðið hevur
fleiri, sum plaga at spæla í bestu
deildini, millum teir fyrstu ellivu,
ella um teir ikki eru har. Soleiðis
var tað í øðrum umfari, tá ið besta
deildin var á skrá leygardagin, og
næstbesta
deildin
spældi
sunnudagin. Tað høvdu verið somu
fyritreytir hjá øllum, um bæði besta
og næstbesta deildin vóru á skrá
sama dag, tá ið tað ikki ber til, at
næstbesta deildin spælir leygardag
og besta deildin sunnudag, heldur
Kenneth Hovgaard Djurhuus.
-Onkur av teimum fýra, sum
hava møguleika at spæla fyri upp
flyting, hava uppflytingina sum
mál, meðan onkur hugsa meiri um
at varðveita plássið í næstbestu
deildini. Allir partar eiga at vera
áhugaðir í, at tað gongur rætt og
rímiliga fyri seg, og tí eiga vit at
kjakast um leistin, sum kappingin
verður avgreidd eftir. Tað eigur at
vera møguleiki fyri, at tað verður
lagt betri til rættis, enn tað nú er,
heldur Giza Hoyvík formaðurin.
1. deild:
FÓTBÓLTUR
KAPPINGIN
VERÐUR SKEIKLAÐ
Formaðurin í Giza Hoyvík heldur tað vera óheppið, tá ið tað verður lagt soleiðis til rættis, at
umfar í næstbestu deildini er á skrá dagin eftir, at dystirnir í bestu deildini hava verið
1. umfar
Útsettur dystur
Mikukvøldið 21. mars
Skála – HB 0-1 (0-0)
0-1: Niklas T. Kruse br 51.
3. umfar
Leygardagin 24. mars
KÍ – Suðringar 9-0 (5-0)
1-0: sjálvmál 1.
2-0: David Langgaard 10.
3-0: Kristoffur Jakobsen 16.
4-0: Óli Eyðsteinsson Poulsen 19.
5-0: Kristoffur Jakobsen 33.
6-0: David Langgaard 61.
7-0: Henry Heinesen br 67.
8-0: Hjalgrím Elttør 81.
9-0: Dávid á Roykheyggi 89.
NSÍ – HB 1-0 (1-0)
1-0: Hans Marius Davidsen 8.
B68 – B71 2-1 (1-0)
1-0: Jonleif Højgaard 22.
2-0: Sveinur Justinussen 49.
2-1: Tijani Mohammed 78.
Skála – Víkingur
1-2 (1-0)
1-0: Jóhan Bergsson Johansen 38.
1-1: Ási Dalheim Rasmussen 62.
1-2: Hans Jákup Lervig 77.
Giza Hoyvík – ÍF útsettur
til týsdagin kl. 17.00
Máltindurin
Hans Marius Davidsen NSÍ 3
Jóhan B. Johansen Skála 3
Jonleif Højgaard B68 3
1. deild menn støðan
NR. LIÐ
DYSTIR
VUNNI
JAVNT
TAPT
+ MÁL - MÁL
+/-
STIG
1
KÍ II
3
2
1
0
13
3
+10
7
2
NSÍ II
3
2
1
0
7
4
+3
7
3
B68
3
2
0
1
11
6
+5
6
4
ÍF
2
2
0
0
8
3
+5
6
5
Víkingur II
3
2
0
1
8
7
+1
6
6
Skála II
3
1
0
2
6
4
+2
3
7
B71
3
1
0
2
4
5
-1
3
8
HB II
3
1
0
2
2
3
-1
3
9
Giza Hoyvík
2
0
0
2
2
5
-3
0
10 TB/FCS/Royn II
3
0
0
3
1
22
-21
0