Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-26, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mars 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. mars 2018 · Nr. 36 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Um vikuskiftið var eyðkenda HM-steypið fyri fyrstu nakrantíð á vitjan í Føroyum. Við í flogfarinum var eisini fyrrverandi franski heimsmeistarin, Christian Karembeu FÓTBÓLTUR André Olsen Ein rúgva av fólki var leygarkvøldið á Tórsvølli, har almenningurin hevði møguleikan fyri at síggja eyðkenda HM-steypið, sum á fyrsta sinni nakrantíð vitjaði Før­oyar. Ein rúgva av kendum fótbólts­spælar­ um hava gjøgnum tíðina lyft HM- steypið. Nevnast kunnu leikar­ar sum Diego Maradona, Zinedine Zidane og brasilski Ronal­do. Ein av teimum sum eisini hevur lyft steypið er franski, Chris­tian Karem­beu. Hann var við í flog­fari­ num til Føroyar leygar­dagin, og var eisini við í 1998, tá Frak­land á fyrsta sinni vann heims­meistaraheitið í fótbólti. HM-steypið ferðast kring heim­ in í einum Coca Cola flogfarið, og var tað PF/Poul Hansen, ið er høvuðs­innflytari av Coca Cola í Før­oy­um, ið samskipaði tiltakið í Før­oyum. Tá flogfarið lendi í Vág­ um leygarkvøldið, høvdu innboðin møgu­leika fyri at síggja steypið á flog­vøllinum í Vágum, og síðani var farið á Tórsvøll, har almenningurin í Føroyum kundi síggja steypið. Ein rúgva av fólki var á Tórsvølli og tók ímóti HM-steypinum. Ferðast í yvir 50 londum At ferðast við HM-steypinum byrjaði í 2006, tá FIFA og stóri stuðul­in, Coca Cola, skipaðu fyri ein­um átakið, sum skuldi fáa HM- steypið kring allan heimin. Enda­ málið við átakinum var, at flest øll fólk í heiminum skuldu hava møgu­ leikan fyri at síggja originala HM- steypið, og at fáa mynd saman við steypinum. Í ár skal HM-steypið ferðast runt í yvir 50 londum á seks ymiskum kontinentum. Í mai mánað fer HM- steypið til Russlands, sum verður vertur fyri komandi HM- enda­spælinum, ið altso verður í summar. Gjørt av einum gulli HM-steypið, ið var í Føroyum í viku­skiftinum, var á fyrsta sinni kunn­gjørt í 1974. Tað er gjørt við 18 karat gull, og er 38,1 centimetrar høgt og vigar 6,1 kilo – alt reint gull. Steypið symboliserar tvey fólk, sum halda hond­ina yvir rundu jørðina. andre@sosialurin.fo HM-STEYPIÐ VAR Í FØROYUM