Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-26, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mars 2018síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 26. mars 2018 · Nr. 36 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 André Olsen KARSTIN HANSEN 5: Málverjin, ið var ósigraður á U21 landsliðnum undan dystinum í Georgia fríggja­ dagin, royndi í 1-0 ósigrinum fyri fyrstu ferð at tapa sum U21 lands­ liðs­leikari. Men einsamalla málið í dystinum fekk Skála-málverjin gjørt lítið við. Gjørdi sum heild tað hann skuldi, tó uttan at hava so nógv­ar bjargingar. JÓANNES K. DANIELSEN 5: Spældi fríggjadagin sín fyrsta dyst á U21 landsliðnum, og smæddist ikki burtur. Hevur seinasta árið av álvara fingið sítt gjøgnumbrot, og vísti fríggjadagin, at hann er klárur til at spæla fast á U21 landsliðnum. BJARNI PETERSEN 6: Ungi verjuleikarin hevði fríggjadagin lið­skiparabandið á U21 lands­ lið­num fyri fyrstu ferð, og tað klæddi honum. Var sum heild mest eyðsýndi føroyingurin í verju­ partinun, og millum bestu menn á føroyska liðnum. BARTAL WARDUM 6: HB leikarin hevur drigist við skaðar fyrr í ár, men spældi fríggjadagin allar 90 minuttirnar í Georgia uttan trupul­ leikar. Hevur eyðsýndar dygdir sum verjuspælari. Har stóð hann væl fríggjadagin, men í fyrra hálvleiki kom hann eisini væl frá fleiri av­ leveringum, sum mundu givið far­ ligar málmøguleikar til Føroyar. ERLENDUR MAGNUSSON 5: Hevur bitið seg fastan sum fyrsta val á vinstra bakki. Er tekniskt væl fyri og er tryggur í uppspælinum. Kom í einkultar avbjóðandi støður defensivt fríggjadagin, men tað spældi væl av hvørjaferð. BENJAMIN HEINESEN 5: Hótti nógv tíðliga í fyrra hálvleiki av dystinum, men fall út úr dystinum sum seinni hálvleikur leið. Arbeiddi tó alla ta tíðina, tá hann var inni. Var útskiftur í seinna hálvleiki. HØGNI E. NIELSEN 5: Fekk á fyrsta sinni møguleikan á sentrala mið­vøllinum, og loysti hann væl. Var skilagóður í nærum øllum tí hann fyritók sær – nærdystum og við bóltinum. Var um reppið at skora eisini í fyrra hálvleiki. TEIT JACOBSEN 5: HB leikarin byrjaði eisini dystin væl, har hann var við í fleiri støðum sum farligari møgu­leikar kundi spurst burturúr. Men fall so líðandi út úr dystinum eisini, sum var felags eyðkenni fyri fleiri føroyskar leikarar. Arbeiðs­ inn­satsurin var tó í lagi allan dystin. MEINHARD E. OLSEN 6: Var ein av teimum leikarunum sum skapti mest á føroyska liðnum. Og var har­afturat ein hóttan uppá long inn­køst. Tykist vera ein leikari sum kann meira enn ein vanligur før­ oysk­ur fótbóltsspælari, og bankar helst uppá eitt pláss longur uppi. JÓANNES BJARTALÍÐ 5: Spældi fríggjadagin í einum nýggjum leik­luti sum sentralur miðvallari saman við Høgna Nielsen og Teit Jacob­sen. Loysti eisini uppgávuna væl, har hann var tryggur á bólti­ num og dugdi at lesa spælið, tá før­oy­ingarnir ikki høvdu bóltin. Hevur tó verið meira eyðsýndur fram­eftir. JÁKUP THOMSEN 6: Var saman við miðverjuni og Meinhard E. Ol­ sen mest eyðsýndi føroyski leik­ ar­in. Var um reppið tvær ferðir at koma á máltalvuna, og sær út til at hava nakað serligt sum áleypari. Spenn­andi spælari. ARI OLSEN (INN, 79): Inni ov stutt til at fáa meting. Í einum jøvnum dysti, tapti U21 landsliðið fríggjadagin tepurt ímóti Georgia á útivølli. Tað var serliga fyrstu minuttirnar av seinna hálvleiki, at tað gekk galið hjá føroyska liðnum. Her eru leikarametingarnar Spælarametingarnar: 1: Avrikið er út av lagi vánaligt og kostar dystin 2: Avrikið er vánaligt og dystaravgerandi 3: Avrikið er væl undir miðal og tað sæst aftur á liðavrikinum 4: Avrikið er undir miðal, men ikki avgerandi 5: Avrikið er miðal og spælarin røkir tær uppgávur hann skal 6: Avrikið er beint yvir miðal 7: Avrikið er yvir miðal og tað sæst aftur á liðavrikinum 8: Avrikið er væl yvir miðal og spælarin er avgerandi 9: Avrikið er framúr og spælarin er dystaravgerandi 10: Á landsliðið og seldur í morgin! FÓTBÓLTUR Georgia – Føroyar 1-0 (0-0) 1-0 Luka Zarandia, 46.   Føroyar: Karstin Hansen (Skála) - Jóannes K. Danielsen (KÍ), Bjarni Petersen (B36), Bartal Wardum (HB), Erlendur Magnusson (B36) - Høgni E. Nielsen (07 Vestur), Teit Jacobsen (HB), Jóannes Bjartalíð (KÍ), Benjamin Heinesen (B36) (Ari Olsen, Skála, 78), Meinhard E. Olsen (B36) - Jákup Thomsen (Thisted FC) Gul kort Føroyar: Meinhard E. Olsen FYRSTU MINUTTIRNIR Í SEINNA HÁLVLEIKI VÓRU DÝRIR FYRI U21 LANDSLIÐIÐ