mánadagur 26. mars 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. mars 2018 · Nr. 36
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
André Olsen
Tað hevur ofta verið so, at um
ein ella tveir úr betra endanum
eru farnir burturúr á føroyska
landsliðnum, hevur tað skjótt
ávirka avrikini. Men á venjingar
leguni hjá a-landsliðnum í fótbólti í
farnu viku, var tað mótprógvað. Har
fingu nærum allir leikararnir líka
nógva spælitíð til báðar dystirnar
ímóti Lettlandi og Liktinstein, og
allíkavæl vóru avrikini í báðum
dystunum góðkend. Móti Lettlandi
hósdagin
endaði
dysturin
við
1-1 javnleiki, og móti Liktinstein
sunnudagin vunnu Føroyar greið
an 3-0 sigur, sum eisini var fult
uppiborin.
Skuldu vunnið
móti Lettlandi
Móti Lettlandi hósdagin vóru
kanska ávís viðurskifti, ið kundu
verið betri. Men tá samanumkom
vóru Føroyar nógv nærri við at
vinna dystin, enn at Lettland var
við at vinna hann. Tá var stóri
trupulleikin tann, at føroyingarnir
ikki megnaðu at útbyggja 1-0
leiðsluna, sum liðskiparin, Atli
Gregersen hevði tryggja teimum,
til eina tvey ella trý – nulls leiðslu,
og at konsentratiónin í verjustøðu
sveik hjá føroyska liðnum. Tað var
als ikki tað, at man nakrantíð kendi
seg útspældan móti Lettlandi, sum
annars fyri nøkrum árum síðani
var eitt land, sum var mett at vera
væl betri enn Føroyar.
Breiddin prógvaði seg
móti Liktinstein
Móti Liktinstein sunnudagin, var
stórur munur millum liðini. Tað
hóast at Lars Olsen í byrjunar
uppstillingini royndi fleiri nýggjar
leikarar, og at hann í hálvleikinum
gjørdi fýra broytingar. Endaliga
úrslitið av dystinum var ein greiður
3-0 sigur til Føroyar.
Kundu spælt betur
Ein av leikarunum sum fekk
møguleikan
frá
byrjan
móti
Liktinstein sunnudagin, var ÍBV
leikarin, Kaj Leo í Bartalsstovu.
Tá samanumkom var Kaj Leo í
Bartalsstovu eisini dagsins leikari,
tí hann bæði skeyt upp til mál og
legði upp til eitt annað mál. Í 3-0
sigrinum móti Liktinstein. Kaj Leo
í Bartalsstovu heldur, at føroyska
liðið kundi havt spælt betri sunnu
dagin, men at teir eru væl nøgdir
við at vinna dystin.
Eg haldi at vit til tíðir vístu gott
spæl, men vit kunnu og hava spælt
betur dystir. Persónliga er tað sjálv
andi stuttligt bæði at skora og at
fáa eitt upplegg, men tað sum var
mest umráðandi var, at vit skuldu
vinna dystin. Vit tosaðu nógv um
undan dystinum, at hetta var ein
dystur sum skuldi vinnast.
Vónar at byggja
víðari á avrikið
Kaj Leo í Bartalsstovu heldur sum
heild, at føroyski hópurin hevur
fingið væl burturúr venjingar
leguni í Marbella í Spania, og at før
oyski hópurin meir og meir finnur
sín egna samleika.
Sum hópur haldi eg at vit finna
okkara samleika meir og meir, og vit
hava havt nógvar góðar venjingar,
og tveir dystir, sum eg haldi at vit
kunnu vera nøgdir við. Og so er
tað bara deiligt at vera samlaðir
aftur – tað er altíð deiligt at síggja
allar liðfelagarnar á landsliðnum
aftur, og samanhaldið í hópinum
er framúr. Reint persónliga vóni eg
eisini at eg kann byggja míni avrik
á landsliðnum víðari frá dystinum
móti Liktinstein, og vónandi kann
tað gerast enn betur, sigur Kaj Leo
í Bartalsstovu.
Lars hevur luksus
trupulleika
Útfra dystunum móti Lettlandi
og Liktinstein, kann í øllum før
um staðfestast, at breiddin á
føroyska
landsliðnum
sjáldan
hevur verið betri, enn hon er í
løtuni. Og tá skal havast í huga,
at einkultir profilar manglaðu til
báðar dystirnar. Millum annað
málverjin Gunnar Nielsen, met
maðurin á miðvøllinum, Fróði
Benjaminsen, og teir báðir føstu
vinstru
bakkarnir,
Viljormur
Davidsen og Ári Mohr Jónsson. Tí
hevur føroyski landsliðsvenjarin,
Lars Olsen, ein sokallaðan luksus
trupulleika seinni í ár, tá hann
skal seta liðið til Uefa Nations
League kappingina, ið er ein gyltur
møguleiki hjá Føroyum
at sleppa við til EM.
Tað vóru í øllum førum
nógvir leikarar, ið tóku av
møguleikanum í Spania.
andre@sosialurin.fo
LANDSLIÐIÐ
FEKK FLOTT
ÚRSLIT Í SPANIA
Hóast nærum allir í hópinum hjá Lars Olsen fingu líka nógva spælitíð til teir báðar dystirnar móti
Lettlandi og Liktinstein á venjingarleguni, vóru úrslitini í báðum dystunum góðkend. Kaj Leo í
Bartalsstovu, ið var dagsins leikari móti Liktinstein sunnudagin, er væl nøgdur við venjingarleguna