mánadagur 26. mars 2018síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. mars 2018 · Nr. 36
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vikan ið fór
Jóhan á Plógv Hansen er
aftur á danska landsliðnum í
hondbólti. Hann verður úttikin
til Golden League-kapping í
staðin fyri Tim Sørensen, ið
meldar avboð vegna skaða.
Kvinnulandsliðið í hondbólti
tapur triða dystin í EM-
undankappingini. Spælt
verður í stórhøllini á Hálsi,
har Makedonia er gestur og
vinnur dystin 22-15 eftir
hálvleiksstøðuna 7-7.
Føroyska manslandsliðið í
fótbólti spælir 1-1 í vinardysti
ímóti Lettlandi. Atli Gregersen
skjýtur sítt fyrsta mál á
landsliðnum, tá ið hann í fyrra
hálvleiki leggur Føroyar á
odda 1-0.
U21-manslandsliðið í
fótbólti tapir 1-0 á útivølli
ímóti Georgia í EM-
undankappingini, har Føroyar
við tapinum detta aftur á
fjórða pláss í bólkinum.
Føroysku U20-menninir í
flogbólti luttaka í EM-kapping
fyri smátjóðir í Føroyum. Teir
tapa fyri Skotlandi, men vinna
á Íslandi og Luksemburg og
fáa eitt 2. pláss í kappingini.
U20-landsliðið hjá kvinnum
í hondbólti spælir HM-
undanakappingarbólk í
Hoyvíkshøllini, har tær tapa
fyri Slovenia og síðani vinna
ímóti Turkalandi og blíva
nummar tvey.
HM-steypið í mansfótbólti
vitjar í Føroyum, higar
tað kemur við Coca Cola-
flogfarinum og verður sýnt
fram á væl vitjaðum tiltaki á
Tórsvølli. Við á ferðini er eisini
kendi Christian Karembeu.
Føroyska A-landsliðið
hjá monnum vinnur 3-0 í
vinardysti ímóti Liktinstein.
Málskjúttar eru Kaj Leo
í Bartalsstovu, Brandur
Hendriksson og Sonni Ragnar
Nattestad.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Dávið Hentze
Føddur: 17
Yrki: Flogbóltsspælari
(Mjølnir og Føroyar U20)
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1. Sølvi og Gunnar
Vatnhamar
2. Ægir
3. Per Klarup
4. Helgi Dam Ziska
5. Ansy og Heidi
6. Kyndil
7. Eli Hentze
8. Marianna Geirsdóttir
Eystberg
18. juni 1994 stendur eftir sum
ein dapur dagur í fótbóltssøguni
hjá Norðurírlandi. Meðan øll
tjóðin hevði eyguni á HM-dysti
ímóti Italia, brustu fýra gernings
menn inn í eina bar í lítlu bygdini,
Loughinisland, har teir skutu
frá hond og endaðu við at drepa
seks mans, ið allir vóru fótbólts
fjepparar og hugdu at lands
dystinum í sjónvarpinum.
Hóast drúgt kanningararbeiði,
so hava myndugleikarnir ongan
tíð funnið fram til gerningsmenn
inar.
Eftir sita fleiri hart raktar
familjur, ið sóknast eftir svari
upp á hvat hendi, og tey ynskja
eisini at fáa sett navn og andlit á
hvør tað var, ið drap teirra kæru.
Nógv illgrunavert er farið fram
í kanningararbeiðnum hjá løg
regluni, og tað er ikki fyrr enn nú,
tey seinnu árini, at familjurnar
hava sligið seg saman og kravt
nýggjar frágreiðingar, at tað
veruliga er hent nakað í málinum,
og at avdúkandi upplýsingar um
leiklutin hjá myndugleikunum
eru komnar undan kavi.
Maðurin handan dokumen
tarin, amerikanski Alex Gibney,
er við til at avdúka avgerandi
upplýsingar um hesa ræðuligu
hendingina, og hansara kann
ingararbeiði í hesum dokumentari
fær avgerandi týdning og svarar
einari rúgvu av spurningunum, ið
familjurnar høvdu.
Alex Gibney dugir meistarliga
væl at endurskapa tað, ið hendi,
og hann hevur eina rúgvu av týð
andi fólkum við í dokumentari
num.
Dokumentarurin er fyrst og
fremst avdúkandi, men sam
stundis eisini upplýsandi og
hevur dýpd í við frágreiðingum
um spentu støðuna í tí tá yvir
gangsherjaða Írlandi.
HYGG UM: Tú hevur áhuga í
fótbólti ella detektivsendingum.
IKKI HYGG UM: Tær ikki dámar
at síggja útvið tveir tímar langar
sendingar.
HVUSSU ER AT HYGGJA: Góð
raðfylgja – so líðandi avdúkandi
og sera spennandi.
HVAT SIGUR TÚ? Vælgjørdur
og upplýsandi dokumentarur. Tó
drúgvur – ein má seta tveir tímar
av.
FAKTA: Dokumentarurin, ið á
enskum eitur “No Stone Unturn
ed”, bleiv útgivin í 2017 og er 1
tíma og 51 minuttir langur. Hann
hevur fingið góð ummæli og er at
finna á DR TV.
Fótbóltsmorðið
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
1. Tveir brøður eru nú á føroyska manslandsliðnum í
fótbólti. Hvussu eita teir?
2. Hvørjum føroyskum svimjifelagi svimur Signhild
Joensen við?
3. Hvussu eitur danski venjarin hjá føroyska U20-
kvinnulandsliðnum í hondbólti?
4. Hvussu eitur føroyski stórmeistarin í talvi?
5. Hvussu eita Sevdal-systrarnar á føroyska
landsliðnum í fótbólti?
6. Hvat føroyskt hondbóltsfelag hevur vunnið bestu
mansdeildina flestar ferðir?
7. Hvør er venjari hjá føroyska U21-landsliðnum í
fótbólti?
8. Hvussu eitur leikarin á myndini?
Hvussu hevur upplivingin
verið at spælt EM
á heimavølli?
- Tað er altíð fantastiskt at spæla
heima. Nógvir áskoðarar hava
verið og hugt og tað hevur hjálpt
okkum væl í hesari kappingini.
Allir dystinir hava verið líka
spennandi at spæla, og tað hevur
gjørt hesa kappingina sera góða.
Hvussu var hýrurin í
hópinum aftaná Skotland,
og hvussu var hann so
aftaná Luksemburg?
- Hýrurin var ikki serliga góður
aftaná tapið móti Skotlandi, ser
liga tí at tað var so tætt allan
vegin í gjøgnum dystin. At tapa
tað so tætt sum tað endaði gjørdi
ikki tapið betri. Hýrurin aftaná
dystin ímóti Luksemburg var
fantastiskur. Vit vunnu nokk tann
ringasta dystin í allari kappingini,
og sjálvt um vit endaðu nummar
tvey, so bilti tað ikki. Rajko,
venjarin hjá okkum, segði at sjálvt
um Luksemburg vann kappingina,
so kunnu vit gott vera stoltir av
okkum sjálvum, tí vit vunnu á
teimum. Eg kundi ikki sjálvur
verið meira samdur.
Hvat lærir man av einari
slíkari kapping, og føla tit,
at tit hava ment tykkum?
- Man lærir rættiliga nógv av
einari slíkari kapping. Man spælir
ikki bara nakrar góðar dystir, men
man mennir seg eisini sum leikari
og persónur. Tað er nakað heilt
annað at vera við landsliðnum
enn at spæla í kappingini her
heima. Eg haldi sjálvur, at allir,
sum vóru við, hava ment seg nógv
til hesa kappingina, serliga sum
flogbóltsleikarar.
Hvat metir tú er styrkin
við hesum føroyska
U20-landsliðnum?
- Styrkin við U20-landsliðnum er
heilt klárt samanhaldið, sum vit
allir hava. Vit spæla altíð ímóti
hvørjum øðrum í tí føroysku kapp
ingini, men allir leikararnir, sum
eru við, hava eitt so gott forhold
til hvønn annan og trívast væl
saman. Tað hjálpir okkum heilt
klárt.
Hava tit á hesum
landsliðnum aðrar altjóða
uppgávur fyri framman?
- Sum nú er, er eingin dystur ella
kapping sum U20-landsliðið skal
luttaka í, men vit hopa at sleppa
uttanlanda skjótt aftur.
“Eg eri ikki á landsliðnum fyri at gera mál, men
hetta var eitt deiligt bonus og enn eitt kapittul í
reypibókini hjá mær um 10 ár.”
- Atli Gregersen um fyrsta málið á landsliðnum
“Jú meira feløgini eru við, jú størri stuðulin
er – størri verða tiltøkini, størri verða
úrslitini.”
- Magnus Tausen, formaður í FBF