Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-26, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mars 2018síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 26. mars 2018 · Nr. 36 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð KLUMMAN André sigur sína hugsan... André Olsen At føroyskur ítróttur er í eini rúkandi menning, er lítið av ivast í. Um viku­skiftið vóru tvær altjóða kapp­ ing­ar hildnar í Føroyum – onnur hjá U20 kvinnum í hondbólti og hin hjá U20 monnum í flogbólti. Og afturmeldingarnir til vert­ skapin hjá Føroyum vóru eisini avbera góðar. Í øll­ um førum, tá tað kemur flog­bóltin. Í sam­røðu við morgun­send­ing­ina hjá Kring­varpi­num mána­ morgun­in, greiddi for­ maðurin í flog­bólts­sam­ bandi­num, Magnus Tausen frá, at afturmeldingar bæði frá leikarum og frá dómarum um umstøðurnar í Føroyum vóru framúr. Vit hava fingið avbera góðar afturmeldingar uppá vertskapin. Tað er einki at ivast í, at umstøðurnar at búgva á Hotel Føroyum eru í ser­flokki, og so vóru fleiri eisini imponeraði av, hvussu nýggja høllin á Hálsi var. Onkur sum hevði verið í Før­oyum fyri nøkrum árum síðani, helt at nýumvælda høllin á Hálsi var eitt serstakliga stórt frambrot fyri ítróttin, og var frálíkur karm­ur til kappingina, segði Magnus Tausen millum annað í morgunsendingini hjá Kringvarpinum. Onnur landslið vóru eisini í dysti Afturat at vera vertur fyri tvei­m­um altjóða kapp­ing­ um í Føroyum um viku­ skift­ið, var eisini annað før­ oyskt landsliðsvirksemi um vikuskiftið. Tí bæði a-lands­ liðið hjá monnum í fótbólti og a-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti, spældu um viku­skiftið altjóða dystir og framdu avrik, sum tey í báðum førum komu væl frá. Spain of the minnows Í øllum førum skrivaði ein heilt ókendur persónur úr Ungarn um vikuskiftið á sosiala pallinum, Twitter, at ”Spain of the minnows” vann greiðan 3-0 sigur móti Liktin­stein sunnudagin. Tá sipar hann til, at føroyska fótbólts­landsliðið leikliga er so mikið sannførandi í mun til aðrar smátjóðir, at før­oyska fótbóltslandsliðið nær­um at kalla spælir ”Tiki-taka” fótbólt, sum Spania ber orð við fyri at hava einarætt uppá – ”Tiki- taka” er fótbóltur á høgum teknisku­m støðið. Liggur stórt virði í ítróttinum Tí skal tað avgjørt ikki undir­metast, at føroyskur ítrótt­ur skal hava so góðar karm­ar sum møguligt til at avrika. Tað er bæði við til at marknaðarføra Føroyar úti í heimið, umframt at tað skapar eitt virði til føroyska samfelagið, sum avgjørt ikki skal undirmetast. Nakað sum verður lýst í klummuni hesa vikuna, sum sæst aðrastaðni á hesari síðuni. andre@sosialurin.fo t Tað er tørvur á eini fótbóltshøll! Um vikuskiftið var sermerkt, at Føroyar hýstu tveimum altjóða kappingum. Aðrari í hondbólti og hinari í flogbólti TVÆR ALTJÓÐA KAPPINGAR Í FØROYUM Í VIKUSKIFTINUM Í farnu viku løgdu andtstøðupolitikarnir, Bill Justinussen og Jákup Mikkelsen, eitt uppskot fyri løgtingið um, at landið skal stuðla teimum sum ætla at byggja nýggjar fótbóltshøllir við 50 prosentum av byggikostnaðinum. Síðani tá hevur nakað av kjaki verið um, um pengar ikki høvdu verið brúktir betur til onnur viðurskifti, og um ikki nokk av pengum eru brúktir til fótbólt og til ítrótt í síni heild. Men samfelagsligi týdningurin av fótbólti og ítrótti skal als ikki undirmetast. Í Føroyum eru eingin ítøkilig um, hvussu nógv ítrótturin í síni heild gevur, men tað er tað í Danmark. Har hevur danska fótbóltssamgongan, DBU, lagt fram tøl, ið vísa hvussu stórt samfelagsvirði fótbólturin gevur í Danmark. Og talan er ikki um smávegis tøl. Lutfalsliga kann roknast við, at fótbólturin og ítrótturin geva líka nógv til samfelagið í Føroyum, sum tey gera í Danmark. Tí er tað ikki til at taka feil av, at tørvur er á eini høll, sum kann hýsa fótbóltinum og frælsum ítrótti. Tað fer at lyfta føroyskan ítrótt á heilt nýggjar hæddir! andre@sosialurin.fo