Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mars 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. mars 2018 · Nr. 37 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri Sosialurin Barbara Holm blaðstjóri Sosialurin Orsøkin til at Sosialurin setir fram skuldsetingarnar er, at vit hava orðini hjá honum sjálvum uppá, at hann kann og vil útvega hassj og at hev­ ur hann góðan vin, sum javn­ an smuglar hassj og út­veg­ar Bjarna Hammer hassj. Hetta er ikki nakað, sum vit hava funnið uppá. Bjarni Hammer sigur tað sjálvur. Og tá Bjarni Hammer er løg­ tings­maður, býráðslimur og løg­reglu­maður, so er tað okkara skylda at fáa hetta fram. Tað hevur einki við at gera, um onkur vil hava Bjarna Hammer úr politikki ella ikki. Men fólkið eigur at vita tað, um ein av okkara máttmiklastu politikarum fer so lætt um ólógliga rús­ evnið hassj. Og fólkið eigur eisini at vita tað, um ein løg­ reglu­maður fer so lætt um ólóg­liga rúsevnið hassj. Tí um ein løgreglumaður kann gera tað, so kunnu aðrir løg­ reglu­menn eisini gera tað. Endurgeva bara tað Bjarni Hammer sjálvur sigur Tað er ilt at skilja, hvat Bjarni Hammer meinar við, tá hann sigur, at vit fremja karakter­morð ímóti honum. »Karakter­morð« er sambært orða­bók »óndsinnað og órætt­vís oyðilegging av góða um­døminum hjá einum per­ sóni«. Um tað var Sosialurin, sum fann upp á hesa søguna, so kundi Bjarni Hammer kall­að tað fyri karaktermorð. Men tað er ikki Sosialurin, sum finnur upp á eina søgu. Sosialurin endurgevur bara tað, sum Bjarni Hammer sjálv­ur sigur við nakrar ungar kvinnur: At hann vil og kann skaffa teimum hassj, og at hann hevur ein góðan vin, sum javnan smuglar hassj og sum gevur sær hassj. So nei, her er als ikki talan um nakra samansvørjing. Tað er ikki okkara uppgáva, og vit fara heldur ikki út at fella nakran politikara við lygu­søgum. Men vit vilja fegin siga hesa søguna, tí tað hevur nógv at gera við trúvirðið hjá okkara polit­ isku skipan og hjá løg­reglu­ni, um politikarar og løg­reglu­ fólk umganga hassj á sama hátt sum Bjarni Hammer sigur seg gera. Sum løgtingsmaður er Bjarni Hammer parla­men­ tar­iskt grundarlag undir løg­manni og landsstýri. Tað gevur honum stórt vald. Sum partur av Tvøroyrar bý­ráð hevur Bjarni Hammer eisini stórt vald, so stórt, at hann hevur tikið valdið frá borgarstjóranum á Tvøroyri, sum nú situr í minniluta. Sum løgreglumaður hevur Bjarni Hammer eisini stórt vald, har hann umboðar og handhevar lógina. Sum løg­reglumaður er hansara uppgáva millum annað at av­dúka fólk, sum smugla rúsevni, so tey kunnu revsast. Kann tað veruliga passa, at fólk við so stórum valdi – fólk sum gera lógir, fólk sum útinna lógir og fólk sum umsita lógir – fara so lætt um ólógliga rúsevnið hassj, at tey bjóða sær til at skaffa ungum kvinnum tað og hava góðan vin, sum javnan smuglar hassj og gevur politikara og løgreglumanni hassj? Tað er einfaldi spurn­ing­ urin, sum málið snýr seg um. Bjarni Hammer fyriheldur seg ikki til kjarnuna Bjarni Hammer svarar ikki ein­falda spurninginum. Hann tosar uttanum og flyt­ur fokus. Hann sigur, at Sosial­urin ólógliga hevur út­ vegað sær upplýsingarnar um, at Bjarni Hammer hevur sagt, at hann kann skaffa hassj. Bjarni Hammer brisklar eisini Sosialinum, at blaðið ikki hevur sett seg í samband BJARNI HAMMER FLYTUR FOKUS: SVARA OKKUM HELDUR HESUM SPURNINGUM BJARNI HAMMER Tað eru ikki hissini konspiratiónsteoriir um samansvørjing og karaktermorð, sum Bjarni Hammer, løgtingsmaður, býráðslimur og løgreglumaður, borðreiðir við í aftursvari til skuldsetingarnar um hassj, sum vórðu settar fram í Sosialinum 26. februar í ár. Bjarni Hammer vevur soleiðis uttan um tað, sum málið snýr seg um: At hann sigur seg kunna skaffa ungum kvinnum hassj, og at hann hevur ein góðan vin, sum javnan smuglar hassj til landið og sum hann fær hassj frá