Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mars 2018síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 28. mars 2018 · Nr. 37 TÍÐINDI við seg um málið. Tað hevur Sosialurin gjørt, men ikki fyrr enn søgan var avdúkað – sjálvandi. Tí vit vita, at tað sum Bjarni Hammer hevur sagt, tað hevur hann sagt. Tað nýtast vit ikki at spyrja hann um. Bjarni Hammer kallar søguna um hassjið fyri »ónd­ sinnað slatur, sum endar við eini ósannari søgu, sum hong­ur hann út fyri nakað, sum hann ikki hevur gjørt«, og at Miðlahúsið hevur havt »óndar ætlanir um at fella seg«. Nei Bjarni Hammer, hetta snýr seg ikki um slatur, men tíni egnu orð um, at tú vilt og kanst skaffa ungum kvinn­ um hassj, og at tú hevur ein góðan vin, sum javnan smuglar hassj til Føroya. Og nei Bjarni Hammer, tað er eftir okkara tykki ikki »ónt« at avdúka ein politikara og løgreglumann, sum fæst við slíkt virksemi, sjálvt um tað sjálvandi kann koma tær í ónáðir. Men har­ til er at siga, at sjálvgjørt er væl­gjørt. Ein politikari skal hava fólksins álit. Ein løgreglumaður skal hava fólksins álit. Tað, sum Sosialurin hevur ført fram í hesum máli er: • at Bjarni Hammer sigur seg kunna skaffa ungari kvinnu hassj • at Bjarni Hammer hevur ein góðan vin, (sum hann nevnir við navni) sum javnan smuglar hassj til Føroyar, sum er »primus motor á hasum økinum«, og sum vanliga letur Bjarna Hammer hassj. Hetta er vitan, sum Sosial­urin hevur frá Bjarna Hamm­er sjálvum. Hann hevur sjálvur sagt hetta. Tí hevði tað sømt seg betur, um Bjarni Hammer hevði svarað okkum hesum fylgjandi spurningum. Tað hevði sømt seg betur, um Bjarni Hammer hevði svarað okkum hesum spurningum: – Hví segði tú ungu kvinnuni, at tú kundi skaffa teimum hassj? – Hví boðar tú ikki løgregluni frá, tá tú veitst, at ein persónur javnan smuglar hassj og altíð hevur hassj inni? – Hví boðar tú ikki løgregluni frá, at ein maður, sum sambært tær sjálvum »altíð hevur skít etandi fult« av hassji er ávegis til Føroya? – Heldur tú, at Føroya fólk kann hava álit á einum løgreglumanni, sum sjálvur sigur seg hava tilknýti til ólógligt rúsevni? – Heldur tú, at tú livir upp til ásetingarnar í tænastumannalógini um, hvussu ein løgreglumaður skal uppføra seg, tá tú hevur samband við ólóglig rúsevni á slíkan hátt? – Heldur tú, at Føroya fólk kann hava álit á løgregluni sum heild, tá ið tú sum umboð fyri løgregluna sambært tær sjálvum er vitandi um lógarbrot, tó uttan at gera nakað við tað? – Heldur tú, at Føroya fólk kann hava álit á tær sum politikara, tá tú umgongst ólógligt rúsevni samstundis sum tú ert ein teirra, sum smíðar lógirnar í Føroyum?