Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-27, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mars 2018síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. mars 2018 · Nr. 37 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Vilmund Jacobsen H av ra n n s ó k n a r s k i p i ð Magnus Heinason er júst komin aftur av túri, har mann­ingin hevur gjørt váryvir­lits­trolingar á Føroya­banka, og tað er mang­ur fiski-og útróðrar­ maður, sum í spenningi hevur bíðað eftir at frætta frá hesi havfrøðiligu roynd­ ini á bankanum. Petur Steingrund, fiski­ frøð­ingur, var toktleiðari á túri­num, og hann sigur - ikki óvæntað - at tað er ógvuliga nógv av smáari hýsu á banka­num. - Í fjør var nógv smáhýsa, og eg haldi, nøgdin í ár er enn størri, sigur hann. Nebbasild er allastaðni Men, tað er ikki bara smá hýsa á Føroyabanka. Her eru ymiskir árgangir av hýsu, og her er eisini nakað av heilt stórari hýsu. Petur Steingrund metir, at størsta nøgdin er av 2-3 ára gamlari hýsu, eins og her er hýsa, sum kanska er eini 10 ára gomul og er einar 60-80 senti­metrar stór. Fiskifrøðingurin vísir á, at fiskurin á Føroyabanka sum heild er væl fyri, og tað huga­liga er, at nebbasild er um allan bankan, sum hann tekur til. - At vit aftur hava nógva nebbasild víða um á landgrunninum er ógvu­ liga hugaligt, nú fleiri fiska­ stovnar annars hava verið so illa fyri í fleiri ár, leggur Petur Steingrund aftrat. Smáfiskur á bankanum Tað er ikki minst toskurin, sum spenningur hevur verið um millum fiski-og útróðrar­ menn. - Men, vit fingu ikki nógv av toski, og eftir okkara royndum og tølum at døma, er toskurin á bankanum fram­vegis á einum lutfalsliga lágum støði. Og tó. - Eitt, sum vit løgdu til merkis í yvirlitstrolingunum hesa­ferð er, at nú er smá­ fiskur aftur á bankanum, og hetta haldi eg er eitt positivt tekin, tó at eingin við vissu kann siga, hvussu langt hesin smáfiskurin kemur, sigur fiskifrøðingurin. Veldugur vøkstur Sum mongum kunnugt, veks­ur toskur ógvuliga skjótt á Føroyabanka, tá um­støðurnar annars eru til vildar. - Smáfiskur, sum er um 2-3 ára gamal, liggur um einar 50 senti­metrar og toskur, sum er eini 3-4 ára gamal, liggur um 70-80 sentimetrar. Petur Steingrund vísir á, at onnur ár, tá alt var sum van­ligt á Føroyabanka, fekst oftast bara stórur toskur á banka­num - og smáur fiskur sást næstan ikki. - Nú hava vit so eisini nakað av smáfiski, sum alt annað líka átti at verið eitt gott tekin, heldur hann. Útlitini eru spennandi Fiskifrøðingurin endurtekur, at ógjørligt er at siga, hvussu langt smáfiskurin fer at røkka, tó at hann veksur skjótt. - Í løtuni er nógv nebba­ sild, og náttúran er soleiðis við okkum á havleiðunum. Vit kunnu bara vóna, at náttúran verður við okk­ um í nøkur ár, soleiðis at smáfiskurin, sum er á Føroya­banka í dag, sleppur at liva, veksa og gýta, tá tann tíð­in kemur Petur Steingrund heldur av­gjørt, at batar eru at hóma á bankanum - ikki minst við hýsuni, sum er í ógvuliga stór­um tali og nøgdum, men eisini við toskinum, nú stað­ fest er, at her er aftur smá­ fiskur at síggja og væl meira, enn tað hevur verið í fleiri ár. MAGNUS HEINASON JÚST KOMIN AFTUR AV FØROYABANKA: Nú eru bæði smáhýsa og smáfiskur á Føroyabanka Tað er ikki minst toskurin, sum spenningur hevur verið um millum fiski-og útróðrarmenn, nú tíðin stundaði til, at Magnus Heinason skuldi út aftur á bankan. Túrurin er nú lokin, og Sosialurin hevur skift orð við Petur Steingrund, toktleiðara og fiskifrøðing