týsdagur 27. mars 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. mars 2018 · Nr. 37
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KJAK
Birgit Clementsen
Tað er nakað sum hevur
fingið meg at fokusera á
kristindómin her hjá okkum
í Føroyum, um hann veruliga
er við at fara út um øll mørk,
nakað eg sá á rásini í sjón
varpinum herfyri.
Eg veit bert tað, at Gud
er ikki ein modernaður Gud,
hann er tann Gud, hann alla
tíð hevur verið og er til ævig
ar tíðir, hann gongur als ikki
upp i mótarákið.
Annars skal eg ikki gera
meg so klóka uppá, hvat ið
viðvíkir tí andaliga aspekti
num, eri hvørki pastor ella
prestur. Men hóast eg eri
uppvaksin í einum kristinum
heimi, har pápi mín visti
nógv at geva mær við á vegn
um.
Tá eg hugsi eitt lítið
sindur aftur, so síggi eg
kirkjuna standa so prýði
liga og hábærsliga og bíði
eftir
sunnudegnum
til
Gudstænastuna,
ið
øll
streymaðu til. Í dag verður
hon brútk so at siga til alt
møgulgit, men fær morgun
mat til tíðir – døgurða, kaffi
man fer til konsertir o. m. a.
Men kanska tað ikki er nakað
Gudsfordømandi, men so eru
tað teir kristnu bólkarnir, ið
hópa seg upp her, hava møtir
har øll eru vælkomin, tað er
heilt í ordan, tí tað er fyri at
fáa andaliga vegleiðing, man
fer til hesi møtir og eisini í
krikju.
Men nú er tað tíðanverri
so, at hesi møtir krevja, tú
hevur nokk av peningi við,
tí tað kunna verða gávur, ið
skulu gevast til hitt og hetta,
bøkur og fløgur verða um
talaðar og kunnu keypast á
møtinum.
Har haldi eg, at hesar sam
komur burdu vitað betur, tí
tað vita allir pastorarnir, at
handil eigur ikki at fara fram
í Guds húsi, tað er beinleðis
synd.
Og so komi eg til tað, ið
skelkaði meg at síggja og
hoyra, hvar ein kvinna á
rásini í sjónvarpinum segði
um samkomuna City Church
segði frá øllum tí góða, tey
høvdu at bjóða. Tey dekkaðu
upp við døgurða til fátøk
fólk, høvdu loppumarknað
og tombola og m. a., og at tey
høvdu gjørt sær tann ómak
at mála møtisalin svartan,
ja svartan, so at tey, ið ikki
føldu seg pen nokk og smart
nokk kundi koma ósmæðin
og ósædd inn til møtini.
Hvussu tey í allari víðu
verð kunnu hugsa handan
tankan er mær ein gáta.
Einki kann fjalast fyri Gudi,
bert fyri menniskjum við
lítlari virðing.
Haldi hatta var óvirðiligt
at leggja út menniskaiga
sæð, ikki minni andaliga sæð.
Eg haldi persónliga, at
myndugleikarnir
áttu
at
havt eygu við øllum teimum
kristnu bólkunum, ið hópa
seg upp í samfelagnum. Tað
kunnu verða sjúk fólk, ið
standa fram og forbrongla
tann kristna boðskapin, og
tað kann verða skaðililgt fyri
okkara lívsvirði, so sum tann
kristna boðskapin o. a.
Veikar sálir kunnnu falla
í ónáðir,og tað rakar ikki
bara tann einstaka, men alt
samfelagið. Tað síggja vit í
Amerika og runt allan heim
in.
Gud ruddaði allan pening
in av borðinum í Templinum,
og hann var óður! (úr Bíbliu
ni)
Viðmerking til Gud signi
Føroyar.
Prædikumaðurin segði í
taluni, at tað kostaði pengar
at boða evangeliið, og at
bankin var í húsinum, um
onkur ikki hevði kontantir,
um eg skilti tað rætt.
Gud náði Føroyar.
Gud náði Føroyar
– viðmerking til Gud signi Føroyar
Bozena Rasmussen
Svar:
Eg havi fingið svar upp á
klaguna um, at bussfarstøðin
verður stongd kl. 18.00 frá nú
av og frameftir.
”Tíverri bleiv terminal
urin brúktur sum eitt til
haldsstað hjá nógvum og
herverk gjørt á hølið. Tí
verður stongt kl. 18.00.”
Hvat heimilar kommun
uni at steingja fyri okkum,
sum koyra við bussinum
í øllum veðri? Í staðin má
finnast ein loysn, ið kann
forða fyri herverki. Rætta
loysnin er at lata uppaftur
fyri almenninginum og seta
eitt vaktarfólk, ið ansar eftir
hølinum, og sum eisini kundi
latið fólki, sum høvdu tørv á
tí, lykilin til almenna vesið,
so leingi sum bussurin koyr
ir.
Skoytast skal uppí, at
eisini hava ferðafólk tørv á at
sleppa inn á bussfarstøðina
eftir faldarum, ikki minst
nú ið ferðafólk eru her ein
stóran part av árinum.
Reyða bussskýlið, sum nú
stendur uppi, verður mest
nýtt av fólki, ið hugna sær
har og smakka sær á. Tað er
ikki nakað, sum prýðir um
miðbýin.
Vit vóna harumframt, at
bussurin fer at koyra leygar
kvøld og sunnudag, so til ber
at koma í kirkju, á kaffistovu,
á Býarbókasavnið ella á mat
stovu, so býurin ikki slokn
ar
orsakað
av
vantandi
busssambandi. Skal býurin
eisini liva í vikuskiftunum
bæði á degi og á kvøldi, má
busssamband vera – eins og
gjørt verður ólavsøkudagar
nar. – Tað hevur víst seg at
virka í verki.
Hetta er neyðugt fyri at
skapa trivnað í býnum!
Niðurstøðan má vera, at í
løtuni er kommunan kanska
vakin, men IKKI VIRKIN fyri
sínar medborgarar!
Er kommunan virkin og vakin
eisini fyri sinar medborgarar?
Nýggja fiskivinnulógin og
broytingarnar í hjúnabandslógini
Svenning av Lofti
Nakrar dagar áðrenn nýggja
fiskivinnulógin varð samtykt
var almennur fundur útvarp
aður úr Fuglafirði, har fyrr
verandi politikkarar vóru
og søgdu sínar hugsanir. Ein
teirra, ið talaði fyri nýggju
fiskivinnulógini, segði nakað
soleiðis:
”Áðrenn nýggju broyt
ingarnar í hjúnabandslógini
vórðu samtyktar, var stór
mótstøða móti hesi lóg. Men
síðani lógin varð samtykt,
hevur ikki hoyrst nógv frá
teimum,
ið
vóru
ímóti”.
Hann metti, at tað sama fer
at verða við nýggju fiski
vinnulógini, tá ið hon varð
samtykt.
Hvussu tað verður við
nýggju
fiskivinnulógini,
veit eg ikki. Men viðvíkjandi
broytingini, sum løgtingið
gjørdi í hjúnabandslógini,
so fari eg ongantíð at taka
undir við, at tvey av sama
kyni kunnu vígast sum hjún.
Var millum teirra, ið var
ímóti, at hjúnalagslógin varð
broytt. At vit, ið vóru ímóti
hesi lógini ikki hava latið
hoyrt so nógv frá okkum,
síðani lógin varð samtykt,
skal á ongan hátt skiljast,
sum vit góðtaka hesa lóg.
Tvørturímóti. Skal stríðast
móti ein lóg, so skal tað
gerast ÁÐRENN hon er sam
tykt og MEÐAN hon er til
viðgerðar í løgtinginum.
Savnaðar
vóru
saman
tætt í 3000 undirskriftir
frá fólki, ið IKKI vildi hava
broyting í hjúnabandslógini.
Eisini allir samkomuleiðarar,
ið spurdir vórðu, prestafelag
ið og felagið fyri kirkjuráðs
limir og mong, mong onnur,
ið skrivaðu og talaðu ímóti.
Men meirilutin av okkara
fólkavaldu politikarum lurt
aði ikki eftir.
Viðmerkingin hjá nevnda
fyrrverandi
politikkara
gevur mær høvi at staðfesta,
at vit, ið gjørdu vart við
okkum tá, framvegis eri
ímóti samtyktu broytingini í
hjúnabandslógini. Broyting
in stríðir ímóti persónligu
sannføring okkara, ímóti
hini heiløgu skrift og sjálvari
náttúruni.
Broytingarnar í hjúna
bandslógini eiga sjálvandi at
fara til fólkaatkvøðu. Men
henda sjálvsagda rætt unti
landsstýrismeirilutin
ikki
okkum føroyingum. Men
sagt verður, at arbeitt verð
ur framvegis fyri at fáa eina
fólkaatkvøðu um hesa broy
ting. Hetta er eisini hitt ein
asta rætta at gera.