Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-27, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mars 2018síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 28. mars 2018 · Nr. 37 D agarnar 6. til 8. mars 2018 skipaði Bridge­ stone fyri kunnandi ferð til Kiruna í Norð­ ursvøríki. Við vóru tveir gestir úr Føroyum, Fríðrikur Bláhamar frá FirstStop – SuperDekk og Keld Andersen frá Bridgestone Danmark. Endamálið var at kunna seg um, hvat krevst av dekkum til tær heilt stóru maskinurnar, sum vit síggja nakrar av í Føroyum júst nú, og har er Bridge­stone rætti veitarin. Bridgestone veitir um­leið 90% av øllum dekkum til stóru mask­ in­ur­nar, sum arbeiða í grótbrotum og minum í Kir­una og við Malmberget. Koyrt var beinleiðis til stóra grótbrotið í Kir­ una. Fyri ein dekksølumann og ein, sum er vanur at arbeiða við stórum dekkum, var hetta ein heilt onn­ur verð. Maskinurnar eru veruligar kempur og so stórar sum háhús. Tú skalt ikki hava hædd­arræðslu fyri at klintra upp í stýrhúsið á størstu maskinunum. Tá vitjanin var liðug, varð koyrt beina leið til hotellið, vit skuldu gista í. Tað var ikki nakað van­ligt hotell. Nei, talan var um tað víðagitna Ice­hotel, ið er kent sum tað fyrsta hotellið av hesum slagnum. Alt var av ísi á hotellinum, gongdir, matstova, barr, kømur, sengur o.m.a., so tað var við eitt sindur av blandaðum kenslum, at tú fórt til songar. Tað vóru eingir trupulleikar yvirhøvur, sjálvt um tað var -6 stig inni í kam­ar­ in­um, og tað var -20 stig uttanfyri. Dagin eftir koyrdu vit eini 120 km til Malm­ berget, har vit skuldu síggja minurnar undir jørð og maskinurnar, sum koyra har. Tað vóru langar og brattar omanbrekkur, áðrenn vit komu á botn, sum var niðri á 1.250 metrum. Tað lægsta er umleið 1.500 metrar djúpt, men har komu vit ikki. Tað arbeiða umleið 400 fólk undir jørðini dag­liga, og tað eru umleið 500 kilometrar av vegi undir jørð. Vit koyrdu runt niðri í botninum, har vit hugdu eftir maskinum, verkstøðum, goymslum og kon­ trol­lrúmi. Eisini var ein vælútgjørd matstova í 1.250 metra dýpi, har vit fingu ein betri bita. Tað er so, at gravingin eftir málmi er so mikið stór, at nú er neyðugt at flyta býin. Hetta verður gjørt so við og við. Í stuttum kann sigast, at tað verða 940 tons av vatni pumpað upp úr jørðini um tíman, og 1200 tons av gróti verða flutt upp úr jørð­ini. Afturkomnir til Kiruna var koyrt runt í býnum, har vit vitjaðu býráðssalin, sum hevur eitt stórt modell av býnum, sum vísir, hvussu býurin verð­ ur fluttur. Tann sermerkta kirkjan frá 1912 verð­ur flutt í næstum. Sera áhugaverdi dagurin end­aði við, at Íshotellið skipaði fyri einum túri á kava­skutara. Vit fingu eisini ein góðan bita á túr­inum, so alt í alt ein sera áhugaverdur og gev­ andi túrur. Ferð við Bridgestone til Kiruna í Norðursvøríki Fríðrikur Bláhamar Dekkini eru millum heimsins størstu Ferðalagið í kuldanum Vit fáa eina frágreiðing Modell av býnum sum skal flytast l Maskinurnar er veruligar kempur Túrur á kavaskutara Eisini kirkjan skal flytast