Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-27, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mars 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. mars 2018 · Nr. 37 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ER ALKOHOLIÐ Á VEG ÚT? Sjálvt um gransking vísir, at ein lítil nøgd av alkoholi hevur eina røð av fyrimunum fyri heilavirknaðin, hjartaæðravirknaðin og lívslongd - í øllum førum hjá fólki, sum eru 40 ár og eldri - so er tilráðingin hjá danska Heilsustýrinum ikki at drekka alkohol av heilsuávum Vilmund Jacobsen Enski psykiatarin og heiliráð­frøð­ ing­urin, professarin, David Nutt, sum áður hevur verið misbrúk­ara­ ráðgevi fyri ensku stjórnina og her­ in, heldur, at alkohol er á veg út. Hann væntar, at vesturheimurin tey næstu 20 árini fer at frávelja alko­hol til fyrimunar fyri syntet­ iskt - ella rúsfrítt - alkohol, sum ikki gevur timburmenn. Hann vænt­ar eisini, at elektroniskar sig­ar­ettir fara at loysa av vanligu sigar­ettirnar. Í hvønn mun boðskapurin hjá David Nutt er “litaður” ella ei, nú pro­fessarin sjálvur arbeiðir við at fram­leiða syntetiskt alkohol, kunnu vit bara gita um. Fyrstu alkoholfríu vørurnar hjá professaranum, róptar Alcosynth, bygdu á eitt evni, sum er ein úr­ dráttur úr benzodiazepin, men nú ger professarin eisini royndir við øðrum evnum og einum heilivági ella heilsubótarevni, sum hann kall­ar Chaperone - á føroyskum rópt sómadadda, sum hann meinar demp­ar virknaðin av alkoholi. Men, fyribils eru eingi av hesum evn­um vorðin góðkend sum sølu­ vøra. Virknaðurin av alkoholi Tað er vælkent, at alkohol kann broyta kenslur og atferð hjá fólki, men ein bólkur av enskum gransk­ arum gjørdu í 2017 eina kanning av, hvørji sløg av alkoholi helst gera teg glaðan, og hvørji sløg helst gera teg mótleysan og ágangandi. Úrslitið av kanningini varð al­ manna­kunngjørt í tíðarritinum BMJ Open. Kanningin bygdi á spurnarsvar frá 30.000 fólkum millum 18 og 34 ára aldur og úr 21 ymiskum londum um allan heim. Roynt varð at finna út av, hvørja ávirkan ymisk sløg av alkoholi hava á ávísar eginleikar hjá fólki. 29,8 prosent av teimum spurdu søgdu, at tey føldu seg ágangandi, tá tey drukku sterkt í mun til bert 7,1 prosent, sum føldu seg ágang­ andi, tá tey drukku reyðvín. Spurnarkanningar av slíkum slag hava altíð sínar avmarkingar og skulu tískil takast við ávísum fyrivarni. Heilsugott í smáum Sjálvt um gransking vísir, at ein lítil nøgd av alkoholi, ein ella tveir snapsir um dagin, hevur eina røð av fyrimunum fyri heilavirknaðin, hjartaæðravirknaðin og lívslongd - í øllum førum hjá fólki, sum eru 40 ár og eldri - so er tilráðingin hjá danska Heilsustýrinum ikki at drekka alkohol av heilsuávum. Sambært Heilsustýrinum eru 140.000 danir bundnir av alkoholi, 585.000 hava eina skaðiliga alko­hol­ nýtslu og 860.000 eru stórbrúkarar av alkoholi. Kelda: www.helse.dk  HEILSA Tá ein avvarðandi skal í viðgerð Tað er ongantíð stuttligt at seta einum í familjuni krøv um rúsdrekkaviðgerð, men tað gleðiliga er, at næstan øll enda við at fegnast um, at familjan gjørdi bart Vilmund Jacobsen Tá alkoholikari verður settur and­ lits til andlits við spurningin um drekkarí og við kravi um við­gerð, vil hesin ofta avnokta, at alko­holið er ein stórur trupulleiki, og alko­hol­ ikarin vil stríðast fyri fram­haldandi at sleppa at drekka. Reaktiónin hjá tí sum drekkur kann verða ágangandi, ella at trupul­leikin verður gjørdur til eink­is, samstundis sum sagt verður, at tað eru tey avvarðandi sum yvir­ dríva trupulleikan. Tað er sjáldan, at alkoholikarin sjálvur er motiveraður at søkja sær hjálp, og tað kann vera ógvu­liga trupult at motivera ein alko­hol­ik­ ara. Millum ráðini um, hvussu tú set­ir ein alkoholikara andlit til and­lits við trupulleikan, er ikki at taka hetta stig, meðan viðkomandi er drukkin. Ofta passar tað best at taka prátið tíðliga um dagin. Tú kanst skriva tað niður, sum tú ætlar tær at siga, soleiðis at tú ert vís/-ur í, at einki liggur ósagt. Tað er skilagott at koma við nøkr­um dømum um, hvussu at­ burð­urin hjá tí, sum drekkur, ikki kann góðtakast. Talan kann vera um, at persónurin koyrir drukkin, ikki heldur avtalur og skyldur, hev­ ur óhóskandi og órímiligan atburð og er ljótur í talu. Tú eigur at greiða tí, sum drekk­ ur, klárt og týðiliga frá, hvussu alko­holmisnýtslan ávirkar teg - hvussu støðan ger tilveruna ótrygga, hvussu pínligt tað er at vera úti saman, hvussu pínligt tað er, tá avtalur ikki vera hildnar, og hvussu ótrygg/-ur tú ert um børn­ ini. Tú kanst fortelja, hvat tú saknar í tilveruni orsaka av drekkarínum, og hvørjar positivar møguleikar tú sært í framtíðini, um viðkomandi fer í viðgerð. Tað er ongantíð stuttligt at seta einum í familjuni krøv um viðgerð, men tað gleðiliga er, at næstan øll enda við at fegnast um, at familjan gjørdi bart. Í uppgerðini við tann, sum drekk­ur, eigur tú ikki at fara inn á spurn­ingin, um viðkomandi er alko­holari ella ei, tí hetta førir helst bara til eitt endaleyst og nyttuleyst kjak. Hinvegin eigur tú at greiða frá - og halda fast við - at misnýtslan av rúsdrekka ikki kann góðtakast. Hevur tú ætlað tær at seta krav um viðgerð, er týdningarmikið, at tú vísir á eitt - og bert eitt - við­gerð­ ar­stað. Er avgerðin tikin um, at alko­ hol­ikarin skal í viðgerð, mast tú eisini hava gjørt tær greitt, hvørj­ar avleiðingarnar verða, um alko­hol­ik­ ar­in ikki vil í viðgerð. Tú eigur tískil ikki at fara í hesa tilgongd - uttan so, at tú ert full­ komi­liga avklárað/-ur um møguligu av­leið­ingarnar. Kelda: Dansk Misbrugers Behandling Professarin, David Nutt, sum áður hevur verið misbrúkararáðgevi fyri ensku stjórnina og herin, heldur, at alkohol er á veg út