Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-27, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mars 2018síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 28. mars 2017 · Nr. 37 tíðindi Air­ways avtalur viðvíkjandi ein­ari virkisætlan um tað tekniska og operativa virk­ sem­ið, ið hevði sum endamál, at At­lantic Airways skuldi byggja upp eina tekniska og op­e­rativa fyriskipan, ið gjørdi tað møguligt hjá At­ lan­tic Airways í seinasta lagi tvey ár seinni at upp­ fylla treytirnar fyri at fáa egið tekniskt og ope­ra­tivt rakstrarloyvi frá flog­ferðslu­ myndugleikunum. Fyrsta flogfarið hjá Atlantic Air­ways, sum var av slagn­um British Aero­space 146-200 og hevði fram­leiðsl­u­ numm­ar E2075, varð skrásett 23. mars 1988 og fekk skrá­set­ ing­ar­frá­merkið OYCRG. Felagið hevði 9. mars 1988 tikið 40 milliónir DM í láni til fígging av keypi av flog­far­i­num, tilhoyrandi eyka­lutum og neyðugar stovn­ing­ar­út­reiðsl­ur, eitt nú út­búgvi­ng av starvsfólki og tekn­iska ráðgeving frá fram­ leið­ar­u­num av flog­far­i­num og motorum. Aftu­r­gjald­ing­ ar­tíð­in var 15 ár og skuldi byrj­að 1. apríl 1989. Árliga rent­an var 4,5%. Flogfarið kom til Sønd­ er­borg úr Englandi 21. mars, har tað varð vorðið málað í litu­num hjá Atlantic Airways og kom fyrstu ferð til Føroya 26. mars 1988, tá móttøka var við horn­blástri og røðum. Aft­aná varð farið á flog ein rund­túr yvir Føroyum við inn­bodnum gestum. Flúgvingin byrjar 28. mars 1988 28. mars 1988 kl. 8.35 lætti flogfarið úr Vág­um og setti kós móti Keyp­manna­havn á sínum fyrsta túri við ferðafólki, har Keyp­mann­ a­havn­ar flogvøllur skipaði fyri mót­tøku. Sølan av ferðaseðlum var byrj­að 1. mars. Felagið hevði fingið góðkent eina ferð­a­ ætlan at galda frá 28. mars við fráferð úr Vág­um kl. 08.35 og komu til Keyp­mann­a­ havnar kl. 11.35. Síðan avstað aft­ur úr Keypmannahavn kl. 19.00 til Vágar, har tað setti seg kl. 20.40. Í juni, juli og au­ gust var eykatúrur settur inn úr Før­oyum kl. 15.00. O­rsøkin til, at flogfarið sam­bært ætlanina stóð í Keyp­mannahavn millum 11.35 og 19.00 var, at munnlig av­tala var gjørd við SAS um at leiga flogfari við manning í hes­um millumbili. SAS megn­aði tó ikki at halda av­ talu­na vegna mótstøðu frá teirr­a manningarfeløgum. Nevndin í Atlantic Air­ ways hevði á fyrsta fundi sín­um tann 15. desember 1987 sam­tykt at seta tveir skiparar og tríggjar stýrimenn um­framt 8 flogternur, og at Jógv­an Simonsen saman við Erik Koch, flogovasta hjá Cim­ber Air, skuldu standa fyri hes­ um arbeiði. Tann 28. mars var manningin klár at byrja sítt starv. Maersk Air stevndi Cim­ber Air Maersk Air, sum var parta­ eigari í Danair saman við SAS og Cimber Air, dámdi sum vera man ikki at fáa kapp­ing á føroyaleiðini av ein­um felag, sum Cimber Air átti ein stóran part av og sum harafturat syrgdi fyri, at kapp­ingar­neyt­i­n hevði tann mynd­ug­leik­akravda tekniska og op­e­ra­tiva førleikan til hetta flog­virk­ semi. Maersk Air segði, at hetta var brot á partaeigar­ a­sátt­málan millum Maersk Air og Cimber Air, sum parta­eig­ar­ar í Danair og kravdi tí, at Cimber Air tók seg úr At­lantic Airways. Tá hetta ikki hendi, byrj­ aði Maersk Air eitt gerð­ar­ rætt­ar­mál móti Cimber Air við kravið um, at Cimber Air tók seg úr sum partaeigari í og sam­starv­i­num við At­lan­ tic Airways. Hesum kravi fekk Maersk Air viðhald í av gerð­ar­ættinum, sum kom við úr­skurði 3. juni 1988 um, at Cim­ber Air skuldi gevast við sam­starv­i­num við Atlantic Air­ways í seinasta lagi 1. jan­ uar 1989 og gav harafturat Maersk Air viðhald í, at Cim­ ber Air hevði skyldu til at rinda Maersk Air endurgjald fyri tann peningamiss, sum sam­starvið við Atlantic Air­ ways hevði havt við sær. Úrskurðurin kom eisini illa við hjá føroyingum, tí At­lantic Airways í fyrstu syftu fleyg upp á tekniska og opera­tiva rakstrarloyvi hjá Cim­ber Air. Roknað hevði ver­ið við, at tað fór at taka um­leið tvey ár, áðrenn At­lantic Airways hevði upp­ bygt førleika til at fáa sítt egna rakstr­arloyvi, so nú varð enn størri ferð sett á ar­beiðið at fáa til vega egið rakst­rar­loyvi frá flog­ferðslu­ mynd­ug­leik­unum. Tað eydnaðist í juli 1988 at seta á stovn eina full­ fíggj­aða tekniska deild við ein­um tekniskum ovasta og í november 1888 var ein flog­ ov­asti settur at stjórna flog­ skip­aru­num. Tann 22. desember 1988 fekk At­lantic Airways sítt egna rakst­ra­r­loyvi frá flog­ ferðslu­mynd­ug­leik­unum og sama dag ella einans 9 dag­ar áðrenn Cimber Air sam­bært úrskurðin hjá gerð­ar­rætinum skuldi gev­ ast við samstarvinum við At­lantic Airways, gav Ferðsl­ u­mál­a­ráð­ið At­lantic Air­ways konsessión til rutu­flog­ ferðslu millum Føroya og um­heimin. Føroyskt burturav Leikluturin hjá Cimber Air var at læra føroyingar at flúgva. Tað varð roknað við, at hetta fór at taka nøkur ár, og tað var avtalað millum part­ar­nar, at so hvørt sum Atlantic Airways mentist, skuldu føroyingar yvirtaka størri part av felagnum frá Cim­ber Air. Verkætlanin millum Cim­ ber Air og føroyingar gekk nógv betri og skjótari enn rokn­að varð við. Longu á fundi fríggjadagin 17. februar 1989 vóru partarnir samdir um, at Cimber Air hevði lokið starv sítt í sambandi við upp­bygg­ing­ina av føroyska flog­fel­ag­num, og tað varð av­gjørt, at føroyingar longu tá skuldu yvirtaka part­a­ brøv­ini, sum Cimber Air átti í Atlantic Airways, so­leið­is at føroyingar komu at eiga allan partapeningin. Sam­ stund­is varð Cimber Air loyst frá sínum fíggjarligu skyld­um mótvegis Atlantic Air­ways og veitt varð lands­ kassa­veð­hald upp á 70 mill­i­ ón­ir sum trygd fyri láninum hjá At­lantic Airways. Í tíðindabrævi frá At­lan­ tic Airways var sagt, at tað hevði leingi verið ein dreym­ ur hjá føroyingum at flúgva á egn­um veingjum. Í eini 25 ár var “flogmálið” eitt av stór­mál­u­num í føroyskum poli­tikki. Og tá tað so at enda varð loyst, gekst nógv skjót­ ari og betri enn nakar kundi haft roknað við. Hetta var ikki minst Cimber Air fyri at takka. Teir høvdu gjørt eitt fram­úr­skarandi ar­beiði fyri føroyingar, sum før­oy­ing­ar altíð verða teimum takk­sam­ ir fyri. Í frágreiðing frá nevndini í At­lan­tic Airways viðvíkjandi fyrsta rokn­skap­arárinum varð m.a. upplýst, at í 1988 flugu 36.953 ferðafólk við felag­num og var tað 50% av øll­um, sum komu og fóru mill­um Føroyar og Danmark loft­vegis í tíð­ar­skeiðinum, sum flogið varð í. Um úrslitið varð sagt, at Atlantic Airways hevði svarað hvørjum sítt í 1988. Avlopið áðrenn av­set­ ing­ar og avskrivingar var góð­ar 8 milliónir krónur. Atlantic Airways skuld­ar­um­ skipað í 1992 Flogleiðir átti allan part­a­ peningin í Atlantic Airways, sum varð hækkaður upp í 14 milliónir krónur í 1989 stutt eftir, at Cimber Air fór burt­ ur­úr sum partaeigari. Tann ógv­us­liga bú­skap­ar­kreppan, sum rakti Føroyar í byrjanini av ní­ti­ár­u­num, rakti eisini At­lantic Airways. Ferða­ fólka­talið millum Føroya og um­heimin minkaði og hóast markn­a­ð­arparturin hjá Atl­ antic Airways í 1991 var økt­ ur upp í 60%, var eg­in­pen­ing­ urin vorðin negativur. Løgtingið samtykti sein­ ast í november 1992 upp­skot landsstýrisins lands­kass­ ans vegna at skjóta nýggj­a­n partapening upp á 75 mill­ i­ónir krónur inn í Atlantic Air­ways samstundis sum tann tá skrásetti parta­pen­ in­g­urin upp á 14 milliónir krón­ur varð niðurskrivaður til 0 kr. Flogleiðir, sum við hes­um eisini hevði ein neg­ a­tivan eginpening, varð av­ tik­ið og Føroya landsstýri átti nú allan partapeningin í At­lantic Airways. Fyrsta flogfarið hjá Atlantsflog fór á flog í Vágum á framsýningartúri við innbodnum 26. mars í 1988