týsdagur 27. mars 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. mars 2017 · Nr. 37
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
donskum flogfelag, Cimber
Air úr Sønderborg. Flogleiðir,
sum var høvuðspartaeigari
í Atlantic Airways, hevur
sent
Ferðslumálaráðnum
umsókn um at fáa loyvi til
at reka almenna rutuflog
ferðslu millum Føroyar og
Danmark. Hetta loyvi er so
ætlanin fyribils at lata Atlan
tic Airways røkja vegna Flog
leiðir. Endamálið við hesum
fundinum var at fáa at vita,
um Ferðslumálaráðið var
sinnað til at lata Flogleiðir
konsessiónina.
Frode Nør Christensen,
sum
var
ferðslumálaráð
harri, svaraði, at teir skuldu
hava tíð til at ganga ígjøgn
um og meta um umsóknina,
so Ferðslumálaráðið kundi
ikki geva eitt svar her og nú.
Umboð fyri Ferðslumála
ráðið spurdi, hvør kemur at
standa fyri tekniska viðlíka
haldinum og eitt annað um
boð nevndi, at eitt vanligt
krav var, at tað felagið, sum
flýgur fær konsessiónina, og
at hetta felagið eigur flog
farið.
Frá føroyskari síðu varð
svarað, at um samanborið
verður við donsk viðurskifti,
so kundi Flogleiðir sam
anberast við DDL, meðan
Atlantic Airways kundi sam
anberast við SAS og tí víst á,
at tá ið SAS kann flúgva uppá
eina konsessión hjá DDL, so
eigur Atlantic Airways eisini
at kunna flúgva uppá eina
konsessión hjá Flogleiðum.
Hvat spurninginum um at
eiga flogfarið viðvíkti, varð
upplýst, at Atlantic Airways
hevði fult ræði á flogfari
num, hóast Cimber Air stóð
sum eigari. Upplýst varð
eisini frá føroyskari síðu,
at Cimber Air í fyrstu syftu
fór at taka sær av tekniska
viðlíkahaldinum
og
hava
ábyrgdina av tí.
Í brævi til landsstýrið
dagfest 10. desember 1987
sipar Ferðalumálaráðið til
fundin 1. desember og vátt
ar, at tað er sinnað til at veita
einum føroyskum felag kon
sessión til at luttaka í flog
ferðsluni millum Føroyar og
Danmark og at viðvirka til at
fremja hesa ætlan skjótast
møguligt.
Ferðslumálaráðið skriv
ar, at tað krevur, at tað skal
vera samanfall millum kon
sessiónshavara
og
tann,
sum rekur flogferðsluvirk
semið fyri at tryggja, at tað
við hesum er hann, sum
ábyrgdast mótvegis mynd
ugleikunum fyri at trygdar
krøvini eru lokin. Eisini er
krav um, at konsessiónshav
arin hevur ræði yvir flogfør
unum, sum verða brúkt og
hevur ræði á bæði tekniskari
og operativari eind. Hesi
krøv gera tað neyðugt, at
broyta umsóknina soleiðis,
at Atlantic Airways verður
konsessiónshavari,
meðan
Flogleiðir verður at rokna
sum eitt holdingfelag.
Ferðslumálaráðið kravdi
eisini, at meirilutin av eigaru
num av konsessiónshavandi
felagnum skuldu vera føroy
ingar og at konsessiónin fór
at innihalda eina áseting um
at tryggja føroyskan eigara
skap.
Viðvíkjandi kravinum til
teknik og operatión, hevði
Statens
Luftfartsvæsen
sagt frá, at teir væntaðu
at góðkenna eitt slíkt sam
starv millum Cimber Air og
Atlantic Airways í eini skift
istíð.
Løgmaður svarar í brævi
dagfest 29. desember 1987, at
landsstýrið treyðugt gongur
við til at broyta ætlanina um,
at Flogleiðir skal verða kon
sessiónshavari. Hann greiðir
frá, at samstarvið, sum er av
talað við Cimber Air, fevnir
um tvey høvuðsevni: at før
oyski parturin fær rættindini
til at flúgva millum Føroyar
og umheimin (konsessión
ina) og at Cimber Air hevur
neyðuga førleikan til at
útinna flúgvingina. Hann
skrivaði, at partarnir hava
gjørt ein partaeigarasátt
mála um hetta samstarvið,
sum í fyrstu syftu skuldi
ganga yvir 5 ár og legði við
til kunningar avrit av parta
eigarasáttmálanum.
Eftir hetta fer fram eitt
nágreiniligt
samskiftið
og
kanningararbeiði
við
Ferðslumálaráðið um, hvørj
ir møguleikar eru fyri fremja
føroyska ynski um, at Flog
leiðir skuldi hava konsess
iónina og Atlantic Airways
hava raksturin um hendi.
Ferðslumálaráðið skrivar
í brævi dagfest 28. januar
1988 til nevndarformannin
hjá Atlantic Airways, at teir
veruliga hava lagt høvur í
blot fyri at kanna, um tað
er møguligt at geva einum
felag konsessiónina, meðan
ræði yvir flogfari og rakstri
liggur í einum øðrum felag
fyri at eftirlíka føroyska
ynskinum, men at teir síggja
nógvar trupuleikar í hesum.
Ferðslumálaráðið
sigur
seg vera sinnað til at med
virka til eina smidliga loysn
og skjýtur upp, at byrja
verður við einum uppbygg
ingarskeiði uppá tvey ár,
har Atlantic Airways fær
konsession til føroyaflúgv
ingina undir ávísum serlig
um treytum.
Serligu treytirnar eru, at
flogferðsluvirksemið í upp
byggingarskeiðinum verður
útint í einum samstarvi mill
um Atlantic Airways og Cim
ber Air eftir einari virkisætl
an, sum ásetur, at Cimber Air
skal hava ábyrgdina av tekn
iska/operativa virkseminum
grundað á rakstrarloyvið hjá
Cimber Air, at Cimber Air
hevur fult ræði á og ábyrgd
av øllum starvsfólkunum
og teimum flogførum, sum
verða brúkt til flutningin,
at tekniski ovastin og flog
ovastin hjá Cimber Air hava
ábyrgdina av virkseminum,
at Cimber Air hevur fult ræði
á flogskýlum, sum brúkt
verða.
Ferðslumálaráðið helt, at
hetta kundi latið seg gjørt í
verki á tann hátt, at Cimber
Air fær fullan rætt til at ráða
yvir manningini og tekniska
starvsfólkahópinum
hjá
Atlantic Airways sambært
skrivliga avtalu og rætt til at
brúka flogskýlið á flogvølli
num í Vágum.
5. februar 1988 varð fund
ur
í
Ferðslumálaráðnum
millum
Ferðslumálaráðið
og Statens Luftfartsvæsen á
einari síðu og Føroya Lands
stýri og Atlantic Airways á
aðrari síðu. Atli Dam, løgmað
ur, sum var framsøgumaður
hjá føroysku sendinevndini,
segði, at hann skilti ikki, hví
føroyska uppskotið frá 18.
november 1987 mátti verða
broytt soleiðis, sum Ferðslu
málaráðið ynskti og helt tí
fast um føroyska uppskotið,
sum eisini hevði verið við
gjørt í løgtinginum.
Aftaná hvast orðaskiftið,
skjeyt Atli Dam upp, at
Atlantic
Airways
fyribils
fekk konsessión til treytir
nar, sum Ferðslumálaráðið
hevði sett, hareftir konsess
iónin seinni kundi flytast
yvir til P/f Flogleiðir, men at
hetta vildi hava við sær eina
broyting í samstarvssáttmál
anum við Cimber Air viðvíkj
andi millum annað avhend
ing av partabrøvum.
Hetta kundi góðtakast frá
danskari síðu, men soleiðis at
konsessiónin bert varð givin
fyri eitt ár í senn fyri at meta,
um Flogleiðir uppfylti treyt
irnar í seinasta lagi áðrenn 5
ár.
Við brævi dagfest sama
dag (5. februar 1988) til
landsstýrið váttar Ferðslu
málaráðið avtaluna og at
konsessiónin seinni kann
flytast til Flogleiðir.
Í hesum brævi váttar
Ferðslumálaráðið eisini, at
konsessiónin verður latin
Atlantic Airways fyri eitt
ár í senn, tó í mesta lagi í 5
ár tilsamans. Áðrenn eina
møguliga leingjan vilja flog
ferðslumyndugleikarnir gera
eina meting av, hvussu langt
er komið við at fremja virk
isætlanina, sum umrødd er í
brævinum frá 28. januar 1988.
Tá virkisætlanin er framd,
vilja treytirnar fyri at flyta
konsessiónina til Flogleið
ir vera loknar treytað av, at
tekniska/operativa
funk
sjónin er flutt til Flogleiðir
og treytað av, at føroyingar
ynskja tað.
Ferðslumálaráðið endar
brævið við at biðja Føroya
landsstýrið um at geva sær
boð um, tað ynskir, at kon
sessiónin verður latin At
lantic
Airways
sambært
umrøddu treytir, so Ferðslu
málaráðið kann taka stig til
at veita Atlantic Airways
konsessiónina.
Samráðingar fóru beinan
vegin í gongd við Cimber Air
fyri at fáa felagið at ganga
við til at broyta partaeig
arasáttmálan, so føroyingar
kundu liva við treytunum,
sum
Ferðslumálaráðið
hevði sett føroyingum fyri
at kunna koma uppí føroya
flúgvingina.
Hóast Cimber Air ikki var
fegið um at broyta sáttmál
an, eydnaðist tað Atla Dam,
løgmanni saman við Eyðfinni
Jacobsen og Carl Vilhelm
Weihe á kvøldið 17. februar
1988 í Keypmannahavn at
gera avtalu við Cimber Air
um at broyta partaeigara
sáttmálan millum Flogleiðir
og Cimber Air soleiðis, at
konsessiónin framyvir altíð
kom at liggja hjá einum fel
ag, sum føroyingar hava
tamarhald á og at Flogleiðir
skuldi hava møguleika fyri
at keypa øll partabrøvini hjá
Cimber Air.
Við brævi frá 17. februar
1988 til Ferðslumálaráðið
boðar
løgmaður
Ferðslu
málaráðnum frá, at lands
stýrið mælir til, at Atlantic
Airways fær konsessión til at
røkja rutuna millum Føroyar
og Danmark.
21. mars 1988 undirskriv
aðu Cimber Air og Atlantic
Fyrsta flogfarið hjá
Atlantsflog kom til Sønder
borg úr Onglandi 21. mars
1988, har tað varð málað
í litunum hjá Atlantic
Airways og kom fyrstu ferð
til Føroya 26. mars 1988.
Tá var móttøka við horn
blástri og røðum. Aftaná
varð farið á flog ein rundtúr
yvir Føroyum við inn
bodnum gestum. Á myndini
er tað Heri Mortensen,
fyrstu stjóri felagsins, sum
tekur ímóti manningini á
fyrsta túrinum til Føroya