Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-27, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mars 2018síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 28. mars 2017 · Nr. 37 tíðindi ikki aftur við svari upp á fyr­ i­spurn­ing løgmans áðr­enn Ólav­søku, sum teir høvdu sagt seg vilja gera á fundi­ num í Keyp­manna­havn 26. juni. Ætlanaryvirlýsing Føroyingar avgjørdu tí at sam­ráðast um samstarv við Cimber Air um før­oya­flúgv­ ing­ina og 28. september 1987 undirritaðu Atli P. Dam og Lasse Klein vegna Lands­ stýr­ið og Ingolf L. Nielsen og Hans Ingolf Nielsen vegna Cimber Air A/S eina ætl­an­ ar­yv­ir­lýs­ing í Tinganesi í Tórs­havn. Í hesi yvirlýsing var á­sett, at partarnir vóru vorðn­ ir samdir um at stovna eitt partafelag við parta­pen­ ingi upp á 2 mió. kr., hvørs endamál var at reka flog­ ferðslu og vinnu, sum hevði sam­band við flogferðslu. Felagið skuldi hava heim­ stað og høvuðssæti, umframt stovn­ast og skrásetast í Før­ oy­um. Partapeningurin skuldi být­ast við 51% til eitt før­ oyskt eigarafelag og við 49% til Cim­ber Air A/S. Stovnandi aðalfundur skuldi haldast 10. nov­em­ber 1987 í Tórshavn og sam­ráð­ ing­ar um ein parta­eig­ar­a­sát­ tmála skuldu halda fram. Atlantsflog verður stovnað 4. november 1987 legði Lasse Klein, landsstýrismaður, vegna lands­stýr­ið fram á løg­ tingi uppskot til løg­tings­lóg um tekning av partapeningi í fel­ag við endamáli at taka lut í flog­ferðslu, sum heimilaði lands­stýr­inum landskassans vegna at seta upp til 1.020.000 kr. í part­a­ peningi í felagið og at rinda neyð­ugar útreiðslur í sam­ bandi við stovnan av felag­ num. Í viðmerkingunum til upp­skot­ið verður m. a. sagt, at lands­stýrið hevur í sam­ ráð­ingum við eitt danskt flogfelag funnið fram til eina nýtiliga loysn á spurn­ ing­i­num um at fáa í lag rutu­ flúgv­ing. Sagt verður, at ein fyribils av­tala er gjørd við felagið um at stovna eitt føroyskt part­a­felag til at standa fyri mill­um­landa loftferðslu. Før­oy­ingar skulu eiga 51% av partapeninginum, með­an danska felagið skal eiga 49% av partapeninginum, sum tilsamans skal vera 2 milli­ ón­ir krónur. Greitt verður frá, at ætl­ anin er at stovna eitt so­ kall­að “holdingfelag”, sum hev­ur til endamáls at eiga tann føroyska partin av part­a­pe­ning­i­num í um­rødda flogfelag. Flog­sam­band F. F. fær høvi til at vera part­ a­eig­ari við 1⁄4 av part­a­pen­ ing­i­num í hold­ing­fel­a­g­num sam­an við landsstýrinum. Málið varð undir 1. viðgerð tann 10. november 1987 beint í fíggjarnevndina. Ein meir­i­ luti (Jørgen Thomsen, Hilm­ ar Kass, Signar Hansen og Tord­ur Niclasen) mælti til at sam­tykkja uppskotið við teirri broyting, at holding­ fel­agið fær ein partapening á 1.200.000 kr., harav Flog­ sam­band F.F. fær høvi til at vera part­a­eigari við 300.000 kr. og landssýrið ­við 900.000 kr. Upp­hæddin í lógini varð tí broytt til at vera 900.000 kr. í stað­in fyri 1.020.000 kr. Ein minnuluti (Anfinn Kalls­berg, Eyðun Viderø og Iv­an Johannesen) gekk inn fyri, at føroyingar koma upp í flúgv­ing­ina og út frá tí tilfari og teim frágreiðingum, nevnd­in hevur at leggja til grund fyri støðutøku er helst møg­u­leiki til staðar fyri løn­andi rakstri, men helt, at tá føroyingar áður hava stovn­sett flogfelag, ið eitur Flogsamband F.F við tí enda­máli at koma upp í flúgv­ingina, og tá hetta felag hevur rúman egin­pen­ ing tøkan til slíka íløgu, setti minnilutin fram upp­skot um at áleggja lands­stýr­i­num at bera so í bandi, at Flog­sam­ band F.F. fekk høvi at seta seg fyri allan tann føroyska part­in av partapeninginum. Minnilutin helt, at ov skjótt var gingið fram í sam­ bandi við avtaluna við Cim­ ber Air, og at ov lítið er gjørt við at fáa í lag eina avtalu við Dan­air og/ella Maersk Air og setti við 3. viðgerð fram upp­ skot til samtyktar um, at áðr­enn løgtingslógin verð­ ur lýst, verða nýggjar sam­ ráð­ing­ar við Danair og/ella Maersk Air um eitt føroyskt- danskt flogfelag, og at hesar sam­ráð­ingar skulu verða lokn­ar áðrenn 1. apríl 1988. Lógaruppskotið varð við broyt­ingini hjá meiri­lut­a­ num samtykt 8. desember 1987 við 20-0 atkvøðum. Týskvøldið 10. november 1987 vórðu hildnir stovnandi aðal­fund­ir á Hotel Føroyum (tá var navnið Hotel Borg) av holding­felagnum, sum fekk navn­ið P/F Flogleiðir og av rakstrarfelagnum, sum fekk navn­ið P/F Atlantic Airways, Far­oe Islands. Nøvnini vórðu út­vald av teimum umleið 100 upp­skot­u­num, sum inn vóru kom­in aftan á almenna navn­a­kapping. Stovnarar av P/F Flog­l­eið­ um vóru Føroya Landsstýri, P/F Flog­samband F.F. og Eyð­ finnur Jacobsen og stovn­ arar av P/F Atlantic Airways, Far­oe Islands vóru P/F Flog­ leiðir, Cimber Air A/S og Eyð­ finn­ur Jacobsen. Valdir í nevndina í P/F At­ lan­tic Airways, Faroe Islands vórðu Eyðfinnur Jacobsen, Tórs­havn, Hans Ingolf Niel­ sen, Sønderborg, Jógvan Súni Sim­on­sen, Fuglafirði, Ingolf Lor­enz Nielsen, Sønderborg, Líggj­as í Bø, Klaksvík og Bjørn á Heygum, Tórshavn. Nevndin skipaði seg á sínum fyrsta fundi týs­dag­ in 15. desember 1987 við Eyð­finni Jacobsen, sum for­ manni. Á fundi mikudagin 27. jan­uar 1988 tók nevndin av­ gerð um at seta Hera Mohr Mort­ensen av Tvøroyri sum stjóra. Flogleiðir søkir um konsessión Í brævi til Ferðslumálaráðið dag­fest 18. november 1987 søk­ir Flogleiðir um kon­sess­i­ ón at reka flogferðslu millum Før­oya og Danmark. Upplýst verður í bræv­ i­num, at ætlanin í fyrstu syftu er at lata Atlantic Air­ways um at taka sær av flúgv­ing­ini vegna Flogleiðir. Á einum uppfylgjandi fundi 1. desember 1987 í Ferðsl­u­mál­a­ráð­num mill­um landsstýrið og ferðsl­u­mál­a­ ráð­harr­an greiddi Atli Dam, løg­maður frá, at før­oy­ing­ ar vóru komnir so langt á flog­ferðs­l­uøk­inum, at far­ast kundi undir almenna rut­u­ flog­ferðslu millum Før­oy­ar og umheimin, tá summ­ar­ ferð­a­ætl­a­nin kom í gildi tann 28. mars 1988. Hann upp­lýsti, at før­oy­i­ ng­ar høvdu stovnað eitt flog­ felag til at røkja hesa flúgv­ ing saman við einum verandi veingjum í 30 ár Føroyingur Hans Hansen var flogskipari í Noreg, tá Atlantsflog varð stovnað, og hann varð settur flogskipari frá fyrsta degi. Síðani tá eru nógvir føroyingar útbúnir flogskiparar