týsdagur 27. mars 2018síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. mars 2017 · Nr. 37
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Í sambandi við, at tað í dag eru 30 ár síðani, at
Atlantsflog fleyg fyrsta túrin, hevur Eyðfinnur
Jacobsen, advokatur, skrivað hugleiðingar um upprunan til
Atlantsflog. Eyðfinnur jacobsen arbeiddi í sam
ferðsludeildini í tinganesi og var við til allar fyrireikingar at stovna Atlantsflog. Hann var eisini nevndarformaður í
Atlantsflog í fleiri ár. Í dag prenta vit seinna partin. Fyrri partur var í prentaður í seinasta vikuskiftisblað
Eyðfinnur Jacobsen
Einaferð, vit báðir Atli Dam,
vóru staddir í Keypmanna
havn, fingu vit fundarboð
frá nevndarformanninum í
Maersk Air um ætlanina at
seta á stovn føroyskt flog
felag.
Fundurin var á føroysku
viðskiftastovuni. Fyri Ma
ersk Air møttu Michael Oluf
sen, nevndarformaður og
Bjarne Hansen, stjóri. Fyri
Danair møtti Frede Ahlgreen
Eriksen, nevndarformaður.
Ørindi teirra vóru at fáa
okkum at gevast við ætlan
ini at stovna egið flogfelag.
Teir lótu okkum eisini vita,
at ein slík ætlan kundi fáa
avleiðingar fyri føroysku sjó
menninar, sum vóru í starvi
hjá Maersk.
Vit lótu okkum ikki ræða
av hesum, men valdu at
halda fram við ætlanini,
segði Lasse Klein at enda.
Táverandi samgonga setti
eftir hetta eina sendinevnd,
sum skuldi samráðast um
millumlandaflúgving
við
Danair/Maersk Air og Cim
ber Air.
Í samgongusendinevndini
sótu Atli Dam, løgmaður,
Lasse Klein, landsstýrismað
ur, Jógvan Durhuus, lands
stýrismaður, Hilmar Kass,
løgtingsmaður, Tordur Nicla
sen, løgtingsmaður, Tummas
Arabo, løgtingsmaður, Her
geir Nielsen, løgtingsmaður
og Hans Jacob Debes, løg
tingsmaður.
Við á samráðingarfundi
við Danair/Maersk Air í
Keypmannahavn 26. juni 1987
og við Cimber Air í Sønder
borg 27. juni 1987 vóru eisini
Hans
Pauli
Johannesen,
nevndarformaður í Flogsam
band F.F., Trygvi Jacobsen,
advokatur hjá Flogsamband
F.F., Carl Vilhelm Weihe,
grannskoðari, Jógvan Sim
onsen, leiðari av Tyrlutæn
astuni og Eyðfinnur Jacob
sen, advokatur.
Á fundinum við Danair/
Maersk Air bjóðaði Atli Dam,
løgmaður, vælkomin og vísti
til fundin seinasta heyst,
sum hann og Lasse Klein,
landsstýrismaður
høvdu
havt við Danair/Maersk Air
á føroysku viðskiftastovuni.
Løgmaður tók samanum
tað, sum farið var fram árini
frammanundan, og støðuna,
sum hon var tá, íroknað kon
sessiónsbroytingina. Hann
segði, at tað helst verður
neyðugt við einum sam
starvspartnara hjá føroying
um, men at endalig støða enn
ikki var tikin til, hvør hesin
verður.
Fundurin
endaði
við,
at løgmaður bað Danair/
Maersk Air umhugsa tveir
møguleikar:
1) Luttøku her og nú,
2) Luttøku so við og við.
Frede Ahlgreen Eriksen
svaraði, at teir kundu koma
við einum uppskoti áðrenn
ólavsøku, áleið 22. juli.
Á fundinum við Cimber
Air dagin eftir bjóðaði Ingolf
Nielsen,
eldri,
vælkomin
og greiddi frá, hvat Cimber
Air er og hvørjar aktivitetir
felagið hevur. Viðvíkjandi
spurninginum um val av slag
av flogfari, so hevði prísurin
ikki avgerandi týdning fyri
Cimber Air.
Løgmaður segði, at føroy
ingar tíverri vóru í tí støðu,
at vit hava ikki valt sam
starvspartnara enn – tað fór
at taka ein mánað afturat.
Hann ásannaði, at Cimber
Air hevur havt avgerandi
týdning fyri møguleikarnar
fyri føroyskari luttøku, men
at føroyingar tíverri eru
noyddir at bíða til endan av
juli mánaði, áðrenn endalig
støða kann verða tikin.
Atli Dam helt, at tað hevði
verið áhugavert at hoyrt,
hvørja meining Cimber Air
hevur um val av flogførum,
títtleika, peningaligan vinn
ing o. s. fr. á føroyarutuni.
Ingolf Nielsen, eldri, svar
aði, at teir mæltu til at seta
eitt British Aerospace 146-
flogfar inn á føroyarutuna,
og at teir høvdu gjørt fyribils
avtalu um keyp av einum
slíkum flogfari, sum teir
vildu nýta til endamálið, um
so varð, at teir komu uppí
eitt tílíkt samstarv.
Hann hevði fingið at vita
frá avstralska flogfelagnum
Ansett , at hetta flogfar varð
nýtt til at seta seg á ógvuliga
stuttum flogbreytum, tað
var ljóðveikari enn onnur
jetflogfør og hevði tí loyvi
til framum onnur flogfør at
flúgva um náttina á ávísum
flogvøllum. Teir høvdu rokn
að seg fram til, at hetta flog
far einans hevur tørv á 60%
av flogbreytini í Vágum.
Viðvíkjandi títtleika og
rakstrarbúskapi høvdu teir
hugsað sær, at flogið varð
tvær ferðir um dagin yrka
dagar og eina ferð um dagin
leygar- og sunnudagar, til
samans 12 túrar um vikuna.
Teir høvdu roknað seg fram
til, at ein slík ferðaætlan
hevði givið avlop, um 42%
av plássunum í meðal vóru
seld. Viðlíkahaldsmiðstøðin
fyri hesi flogfør liggur í Glas
gow, sum varð hildið at vera
ein fyrimunur fram um t. d.
viðlíkahaldi av Boeing flog
førum.
Føroyska
sendinevndin
hevði ein innanhýsisfund
kl. 13.45, tá løgmaður vildi
hava at vita, um føroyingar
skuldu geva til kennar eina
jaliga óbindandi ábending
um eitt samstarv við Cimber
Air, so teir varðveita fyribils
avtaluna um keyp av Bae 146-
flogfarinum.
Allir limirnir í sendi
nevndini mæltu til at geva
Cimber Air ein slíka jaliga
ábending.
Fundurin við Cimber Air
varð hereftir uppafturtikin
kl. 14.05, har Atli Dam, løg
maður, takkaði fyri fundin,
sum hevði verið gagnligur
fyri føroyska vitan um flog
ferðslu.
Løgmaður endaði fundin
við at siga:
“Vi ser nødigt, at man ta
ber et eventuelt byggenum
mer. Mere kan vi ikke sige på
nuværende tidspunkt.”
Danair/Maersk Air vendu
Á føroyskum v