Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-27, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mars 2018síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. mars 2018 · Nr. 37 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Gimbradrongurin Hans Elmar Poulsen farin um kappaaldur 28. februar 1938 sá gimbradrongurin Hans Elmar Poulsen fyrstu ferð dagsins ljós í lítlu bygdini Ljósá, norðarlaga í Sundalagnum. Foreldur hansara vóru Sofus Poul­sen úr Ljósá og Poulina, ið var ættað úr Lorvík. Poulina og Sofus høvdu frammanundan fingið tveir aðrar synir, Poul Johannes og Andrias, sum búgva við Ljósá. Sofus, pápi Hans Elmar, plagdi at tala á møtum norðuri á Eiði, tá ið eg var smá­drongur. Somuleiðis minn­ ist eg væl mammuna, sum livdi mong eftir, at pápin var farin. Onkuntíð var á møti í salinum við Ljósá, sum var í kjallaranum hjá Poulinu og Sofusi. Eg minnist hend­an lítla fitta salin. Hans Elmar, ið er hálvtannað ár eldri og eg, mundi ganga í skúla eitt ár saman við mær í elsta flokki í Eiðis skúla. Vit høvdu eitt skúlablað, sum lærarin Jóhan Kalsoy, hevði skipað fyri. Ein blaðnevnd av børnum, sum gingu í tí elsta flokkinum, varð sett at stjórna blaðnum. Blaðið var í folio­stødd og sjálvandi hond­ skrivað. Lærarin las síðani søg­ur­ nar upp í skúlanum, so hvørt blaðið – einum eintaki - kom út. Serstakliga minnist eg eina søgu, sum Hans Elmar hevði skrivað. Haldi meg minnast, at søg­an hevði yvir­skriftina ”Ein útróðr­ar­túrur”. Tá ið lærarin Jóhan Kals­oy var lið­ ugur at lesa søguna upp, helt hann fyri: ”Hatta var ein sera góð søga.” Sum aðrir dreingir tókst Hans Elmar við gerandisarbeiði, ið gerast skuldi: Torvarbeiði, seta epli niður, taka upp epli og at hoyggja. Um vet­urin tá ið viðraði, varð torvið fingið oman úr haganum til hús. Úr krónni ella torvhúsinum. Hans Elmar upplivdi ann­an heimsbardaga sum lítil smá­drong­ ur. Hann sigur, at einasta út­ varps­tól, sum tá var í bygdini, átti pápabeiggin Hans Pauli. Haðani komu mestu tíðindi um krígs­ gongd­ina. Pápin var mest heima, men arbeiddi eisini hjá bretska her­ vald­inum uppi á Kolli á Eiði. Bretar høvdu ein verjuskansa har. Flogfør hoyrdust ofta. Ensku hermannabilarnir koyrdu milum Eiði og Oyrar. Teir koyrdu lands­ vegn­um tætt fram við húsum teirra við Ljósá. Skjóttgangandi svartir bátar sóust ofta á fjørðinum. Teir sigldu millum Eiði og Havnina. Myrka­lagt var við Ljósá og yvir alt føroyaland. 4-5 ára gamal minnist Hans Elmar døpra hending á sumri 1942. Tað var tá trolarin ”Tór 2” var søkt­ ur av týskum kavbáti undir Íslandi. Jógvan, pápabeiggin, var ein av teim­um sum sjólótust tá. Eisini tveir eiðismenn fórust vð ”Tór 2”. Tá ið pápin legðist á sóttarsong vegna tuberklasjúku, tóku brøð­ur­ nir Dia og Hannus sær av tí fíggj­ ar­liga í heiminum. Missurin av mann­inum var mikil smeitur fyri mamm­una, tólv ára gamla Hans Elm­ar og teir báðar brøður hansara. Allir beiggjarnir lærdu at spinna og binda. Í 1951 gekk 13 ára gamal Hans Elmar í mynstrutari troyggju, sum hann sjálvur hevði bundið. Eftir loknan fólkskúla fór 14 ára gamli Hans Elmar arbeiða veg uppi á Vombini, sum er hagaøkið mill­um Slættaratind og Vaðhorn. Ljósá­menn høvdu átikið sær at at gera eitt vegastrekkið eystur móti Eiðis­skarði. Í 1954 fór Hans Elmar til skips við ”H. M Stanley”, sum Karl Jo­han Joensen í Skorini á Eiði, førdi. Nakr­ ir javnaldrar á Eiði vóru eisini við. Leiðin lá til Íslands ein túr og síðani á sild norðan fyri Føroyar. Seinni var hann við ”Trygva,”sum Jákup Joensen á Eiði, Jákup hjá Elly, førdi. So fór hann við hvalabátinum ”Sumba”. Martin Martin Kruse, á Eiði, førdi hann. Hann var eisini við bátinum ”Varðin”, sum Wolfang Andrea­sen av Oyrbakkanum, førdi. Seinni var hann við ”Fame”. Ing­ álvi Andreasen á Oyrarbakka var skipari. Í 1957 var hann við íslendska garnabátinum ”Tórsteini”. So var hann við”Albert Victor”, slupp úr Vági, sum víkamaðurin Andreas Joen­sen í Velinum, førdi. Andrias búði á Eiði, giftur við Astrid, dóttir bónd­an, Olaf í Garði. Sálvdráttur var. Hans Elmar stóð fremstur har um­borð og var bestur at fiska tann túrin. Seinast í fimmtiárunum búsett­ ist Hans Elmar í Havn. Her var fann hann Kirstin av Vatnsoyrum. Hon arbeiddi á apotekinum. Tá ið arbeiðið við herstøðini í Mjørkadali byrjaði, fekk Hans Elm­ ar arbeiði har. Hann leigaði kamar í Havn. Hann fór eisini at arbeiða á Tunnu­virkinum á vestu bryggju. Seinni keypti hann eini innilokaði hús í Fjósátúni frá Peturi í Gong Hann innrættaði og smíðaði húsini sjálv­ur eftir arbeiðstíð. Hann og Kirst­in giftust og fluttu inn í húsini í Fjósa­túni. Í 1965 fluttu Hans Elmar og Kirst­in til heimbygd hennara, Vatns­oyrar. Har hann fór at byggja Zar­epta. Dánjal Nielsen, verfaðir hans­ara, stóð fyri hesum arbeiði. Á sumri 1966 fingu tey grundstykki og byggiloyvi í Vatnsoyrum. Har hava tey hava búð síðani. * * * Arbeiðið við at byggja Zarepta kom so at enda. Men tá byrjaði eitt spildurnýtt og spennandi tiðar­ skeið í lívinum hjá Hans Elmari. Verfaðir, hansara átti eina snikk­ ara­maskinu. Í mong ár hevði staðið í kjallarnum í Kedron. Verfaðirin hevði har lítið verkstað. Hans Elmar lænti hesa mask­ in­una. Hann fór undir at royna seg sum snikkara á Vatnsoyrum. Í 1970 keypti Hans Elmar bygningin á Vatnsoyrum, har maskinan stóð. Seinni kom so sølan og fram­ leiðsl­an av ”Husmor-vindeyganum”. Hetta var fyrst í 1970-árunum. Hetta gjørdist so byrjanin til ævintýrið við Vatnsoyra Snikkaravirki. Sølan kom rættiliga í gongd. Skjótt var neyðugt at byggja aftrat. Í 1973 seldi Vatns­oyra Snikkaravirkið umleið 3000 vindeygu. Í 1976 vóru tíggju fólk í arbeiði. Seinni var talið økt til 12. Tann dagin Hans Elmar fylti 40 ár varð ein stór og nýggj høll reist har á einum 1700 fermetra øki. Høll­in verður framvegis nýtt dagin í dag. Nógv var at gera á virkinum. Besta árið framleiddi virkið út móti 11.000 vindeygu. Fleiri lærl­ing­ar hava verið á virkinum. Teirra mill­ um tvær kvinnur. Við árslok 1992 vóru 32 fólk í arbeiði. Seinni varð so ognin Føroya Gluggi í Miðvági, keypt. Kreppuárini fyrst í 1990-unum raktu Vatrnsoyra Snikkaravirki meint. Fyrst í hesi øldini fór fram ogn­arskifti av Vatnsoyra Snikk­ara­ virki. Børnini tóku yvir. Sagt verður, at smádrongurin í okkum mannfólkum hvørvur ong­antíð. Hetta má sigast vera satt fyri gimbradrongin. Hann fór undir at útvega sær gamlar bilar – ellisakfør. Hann hevur keypt og selt og stuttleikað sær við gomlum bilum. Meiri skal hetta ikki verða umrøtt her. Aðrir duga betur at lýsa hesa serstøku søguna í lívinum hjá Hans Elmari. Í 2002 kundi Hans Elmar saman við sínum, hátíðarhalda 35 ára stovn­ingardagin hjá Vatnsoyra Snikk­aravirki. *** Hans Elmar tók á dreingjaárum greiða andaliga støðu. Hann valdi Jesus Kristus, sum frelsara, harra og leiðara í lívinum. Hann hevur dyggi­liga tikið lut í andaligum verki: Í 1977 vóru Kirstin og Hans Elm­ ar traktatferð í Esbjerg - saman við øðrum. Í juli 1971 vóru tey traktatferð í Ísland. * Í 2007 varð gamalt vaktarskip, keypt frá danska herflotanum. Enda­málið var at nýta skipið til kristni­boðsarbeiði í Grønlandi. Skipið, ið var ísstyrkt, hevði siglt við Grøn­lands strendur. Millum teirra, ið av fullum huga stuðlaðu hesum verki, var gimbradrongurin. Leygardagin 19. juli kom ”Juvel II” flaggskrýddur á Klaksvík. Sunnu­dagin 27. juli fór báturin til Grøn­lands at bera út evangeliið. Hans Elmar hevur meiri enn eina ferð verið við í hesum verki í Grøn­landi. Hann hevur eisini verið við at sigla bátin yvir um hav mill­ um Grønland og Føroyar. Tá ið evangeliski felagsskapurin ”Atlantic Mission” varð stovnaður, varð farið undir trúboðaraferðir til grannalond okkara. ”Juvel II” nýtt­ ur í hesum verki. Hans Elmar hevur verið við og spælt harmoniku á hesum trúboðaraferðum: Í Het­ landi 2011, í Orknoyum 2012, í Hebrid­unum 2013, í Føroyum 2014. Hans Elmar var eisini við á trú­ boð­araferð á Eysturlandinum í Ís­ landi við sluppini ”Jóhonnu” úr Vági. Vitjað varð á mestsum øllum pláss­unum av Hornafjørðinum og norð­ur til Seyðisfirðar. Eisini var hann við tá ið ferð varð gjørd til Ólavs­firðar á Norðurlandinum. Jógv­an Páll Sevdal og aðrir lorvíksk­ingar skipaðu fyri. Í mai 2016 var Hans Elmar eisini við Atlantic Mission í trú­boð­ara­til­ taki til Hebridurnar, Ork­oyggj­ar og Het­land. * Áttati ára føðingardagin helt hann, saman við sínum kæru, norðuri í Sundalagnum. Heimbygdin Ljósá var karmur um føðingardagin. Sigst má, at hesin faðirleysi gimbra­drongurin royndist væl á allan hátt við hjálp frá Gudi og góð­um fólki. Eftir loknan fólka­ skúla, varð hann noyddur at fara til skips. Hann mátti vinna til lívsins uppi­hald. Somuleiðis eldru brøður hansara. Hans Elmar og Kirstin fingu eitt gott heim. Heimið teirra gjørd­ ist ein tryggur karmur um hjúna­ bandið og kæru børn teirra. Børn­ini eru seks í tali: Dorit, Sofus, Dánjal Pauli, Heðin, Guðrun og Katr­in. Abbabørnini eru 21 í tali. Lang­ abbabørni telja nú 5. Hans Elmar, vinmaðurin, skyld­ maðurin og andaligi sam­verka­mað­ ur­in! Nú er lívssólin farin hand­an Mý­ling og nærkast Tjørnvu­víks­ stakki. Kvøldarroðin av setandi sól á Norð­havinum setur geislar sínar inn gjøgnum Eiðisflógva millum Líðar­enni og Torvanes - og suður á Bakka. Tú kanst nøgdsamur og við takksemi líta aftur á eitt virkið lívs­ skeið í andligu- gerandis­tæn­ast­uni. Takk fyri góð og ljós minni frá Ljósá og skúlaárunum á Eiði og fram ígjøgnum lívið til dagin í dag. Eg skal enda hesa føðingardagsheilsan við seinasta versinum í einum sangi, sum eiðismaðurin Hans Mart­in Miklagarð, yrkti. Hann and­að­ist bert 29 ára gamal í 1945 av tuberkla­ sjúku, eins og faðir Hans Elmar. Ja, tínum skjóli trygt hvønn dag, vit liva, styrkjast í, inntil ein dag har uppi klárt lívssólin skínur fríð. Svenning av Lofti NØVN