týsdagur 27. mars 2018síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 28. mars 2018 · Nr. 37
Jens Petur
Jensen 70 ár
Sunnudagin fyrsta apríl fyllir Jens
Petur Jensen bilasølumaður í Havn
70 ár.
Jens Petur er uppvaksin í Fugla
firði. Hann flutti til Havnar í 1965,
lærdi til tekniskan assistent, og
fór síðan niður til Danmarkar, har
hann í fýra ár lærdi til verkfrøðing.
Heimaftur komin arbeiddi hann
sum verkfrøðingur í eini 10 ár, men
hugurin stóð meira til handilslívið.
Hann fór tí til P/F Jákup á Dul,
har hann m.a. byrjaði søluna av
teimum kendu HTH køkunum.
Eftir tað hevði hann egið virki sum
verkfrøðingur og saman við konuni
ein klædnahandil í SMS í 5 ár.
Í 1985 byrjaði Jens Petur saman
við Øssuri Hjalt egna fyritøku við
sølu av Danica Køkum og hvítvør
um. Hendan fyritøkan fekk, sum
so mangar aðrar, ein enda í 1993,
tá búskaparkreppan rættuliga fór
at gera um seg. Eftir hetta byrjaði
hann so at selja bilar hjá P/F Mein
hardt Arge.
Í 1997 keyptu hjúnini bygningin
hjá Jóan Jakku í Vágsbotni, núver
andi Sirkus, har høvdu tey móta
handilin “LEI” fram til 2002, tá tey
seldu bygningin.
Frá 2002 til 2004 seldi Jens Pet
ur Daewoo bilar hjá P/F Esmar
Simonsen á Kambsdali. Tá bilasølan
Sp/f Nordcar varð stovnað í 2004,
varð Jens Petur ein av eigarunum
og stjóri.
Í 2014 seldi Jens Petur sín part
í fyritøkuni til Gordon Rajani,
sum í dag er stjóri í Nordcar, og
Jens Petur arbeiðir framvegis í
fyritøkuni. Enn er heilsan góð, og
møguliga verður tað ein tíð afturat,
at hann kemur at arbeiða har.
Hóast Jens Petur lærdi til
verkfrøðing, so trívist betur í
handilsverðini. Hann heldur at
hetta møguliga ert arviligt, tí
pápi hansara, Ansgar Jensen, var
handilsmaður tað mesta av lívi
sínum, og tað segðist um hann, at
hann var ein ómetaliga dugnaligur
handilsmaður í Fuglafirði. Jens
Peturi verður ynskt hjartaliga til
lukku við føðingardegnum.
Ein undangongu
maður innan
tónleikin er farin
Jóannes í Innistovu farin heim í
dýrdina.
Eg kom at kenna Jóannes í
80´unum og fekk stóran tokka
til fantastisku røddina, sum fylti
rættiliga nógv.
Hann spældi inn kasettubandið
"Brúgvin" í upptøkuhølinum hjá
Milson, har eg gav ein hond við
produktiónini.
Seinni fluttu tey til Danmarkar,
har tey hava búð seinastu mongu
árini.
Hvíl í friði og má Harrin styrkja
tykkum øll.
Við samkenslu
Fríðálvur A. Jensen
Til minnis um Jógvan
Páll Háberg
Hóskvøldið komu boðini um, at
Jógvan Pàll, systkinabarnið, so
stillisliga sum hann livdi, var farin
foldum frá. Hann gjørdist bara 71
ára gamal. Men hann gjørdist eitt
fyridømi fyri onnur.
Jógvan Páll var sonur Hjørdis
og Petur Háberg, bæði framúr
menniskju. Petur var ættaður úr
Geil. Omma hansara, Isalina, var
systir Djóna í Geil. Tískil var Malla,
mamma Petur, systkinabarn teir
báðar Kristin í Geil og Petur Al
berg.
Petur var eisini ein rættur
geilamaður við teimum listarligu
evnum, sum eru eyðkend fyri hesi
fólkini. Hann kundi eisini vera
nakað bráur, men tann milda og
jarðbundna Hjørdis fekk altíð
hildið Petur niðri á jørðini.
Hetta var eitt heim, har øll
kendu seg væl. Og tað var sum
eitt ævintýr at koma úr Gøtu til
Havnar at ferðast í teimum trongu
1950-árunum og at koma inn til
Petur og Hjørdist og teirra børn,
sum vit vóru meira og minni javn
gomul við.
Jógvan Páll var eins og pápin
ein ordiligur geilamaður við hans
ara evnum á nógvum økjum. Á
ungum árum lærdi hann at spæla
klaver, og hann var ein fínur pian
istur.
Tað lá eisini væl fyri hjá honum
at tekna og klippa, og hann hevði
framsýningar saman við Jórun á
Dul, sum er ein vinur hjá familjuni.
Hann hevur klipt jólakort og
hevur eina ferð gjørt jólamerki
fyri Barnahjálpargrunnin, sum
pápi hansara hevði verið við til
at stovna. Hetta merki fekk eitt
framúr ummæli í donskum fakbl
aði.
Jógvan Páll hevði eisini áhuga
fyri søgu, ikki minst havnarsøgu,
so tað kundu vit altíð fáa eitt prát
um. Hann kundi meira enn so geva
okkurt íkast til hesa skriving her í
blaðnum.
Sum ungur var hann við í ein
um ungdómskóri í Ebenezer, sum
fólk kallaðu “einglakórið”.
Hann dugdi eisini væl at
skriva og yrkja. Dømi um hans
ara yrkjaragávur síggast í Nýggju
sangbók – Guds Fólks, har Jógvan
Páll meistarliga hevur týtt tveir
sálmar. Tað liggur ein hópur av
yrkingum eftir hann. Millum
annað ein sera vøkur yrking til
Elsebeth á silvurbrúdleypsdegn
um.
Fyrsta arbeiðið hjá Jógvan Páll
var á Skipafelagnum, síðani var
hann á Føroya Brunatrygging.
Men so gjørdist hann skrivari í
Starvsmannafelagnum, har Ernst
Hansen tá var formaður. Hetta
var í eini tíð, tá ið tað ikki var so
vanligt við føstum starvsfólki í
fakfeløgunum, so hetta hevur
verið ein avbjóðing.
Hetta gjørdi Jógvan Páll skikk
aðan at fara at arbeiða á lønar
deildini í landsstýrinum og seinni
í innanlendismálaráðnum. Í øllum
sínum arbeiði varð sagt, at hann
var ein álitismaður og gjørdi sítt
arbeiði til lítar.
Men fyri góðum 11 árum síðani
fekk Jógvan Páll eina heilt aðra
avbjóðing. Tá fekk hann eina
sjúku, sum gjørdi hann avlamnan,
og sum kom at binda hann í rulli
stóli restina av lívinum. Tá komu
vit at kennast betri enn framman
undan. Vit búðu stutt frá hvørjum
øðrum, so tað var ein sjálvfylgja at
støkka inn á gólvið viðhvørt.
Her vísti Jógvan Páll eina ser
liga styrki. Hóast hansara skerdu
førleikar,
so
merktist
eingin
beiskleiki um ta hørðu lagnu hann
fekk, sum eisini merkti títtar inn
leggingar á landssjúkrahúsinum.
Hann var tann sami sáttligi Jógv
an Páll, sum kundi tosa við um
gerandismál. Tað kom ikki fyri, at
hann gramdi seg um sína støðu,
sum vit onnur hveppa okkum við
at hugsa um.
Elsebeth sigur, at tey hóast alt
hetta ongantíð stúrdu. Tey kendu
tað, sum at tey fingu hjálp úr erva.
Men hann hevði samkenslu við
onnur, sum vóru illa fyri.
Hann hevði mist nakað av
sjónini. Men hann hevði fingið
skurðviðgerð í somu viku, sum
hann doyði. Nú sá hann heilt væl.
Men tað gleðini fekk hann bert
nakrar fáar dagar.
Her skal eisini takast fram tann
fantastiska familjan, sum Jógvan
Páll hevur havt. Fyrst og fremst
er tað Elsebeth, sum hann giftist
við í 1974.
Hon hevur gjørt tað møguligt
hjá Jógvani Páll at vera heima,
hóast hann veruliga var røktrar
sjúklingur. Hon hevur verið um
hann, hjálpt honum og stuðla
honum, alt tað, sum hon hevur
kunnað. Og altíð hevur hon havt
yvirskot til at vera blíð, tá ið fólk
eru komin inn á gólvið. Hetta er
ein innsatsur, sum er allan prís
verdur. Elsebeth má sigast, at vera
sum tað verður sagt á donskum
ein av “hverdagens helte.” Hon
sat eisini undir liðini á honum, tá
ið hann stillisliga, tá óvæntað, dró
sín seinasta andadrátt.
Eisini hava børnini, Annika
og Bárður, barnabørn og systkin
havt sín leiklut at gera tilveruna
hjá Jógvani Páll so góða, sum hon
yvirhøvur kundi vera. Her skal
heimarøktin ikki gloymast. Hon
hevur gjørt sítt til, at hetta hevur
verið møguligt.
Tey vóru nógv, sum fylgdu
Jógvan Páll mánadagin. Og jarðar
ferðin var tignarlig við síni lýsing
av einum merkismanni.
Vit onnur kunnu læra av Jógv
an Páll, hvussu hann tók sína
tungu lagnu. Vit koma at minnast
hann við virðing.
NØVN
Elsebeth og Jógvan Páll á silvurbrúdleypsdegnum.