Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-27, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mars 2018síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. mars 2018 · Nr. 37 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nú tað í høvuðsstaðnum verður kappast um FM fyri einstaklingar í talvi, eru tað 80 ár síðani, at fyrsti meistarin varð funnin Jóannes Hansen Myndir: Talvsamband Føroya, Arild Rimstad Síðani leygardagin hava telvararnir sitið yvir borðunum í høllini ella skálanum í Finsen, sum kommunu­ skúlin í høvuðsstaðnum verður nevnd­ur, nú hann er innrættaður til bú­staðir. Havnar Telvingarfelag er vert­ ur. Felagið er tað elsta av sínum slag í landinum. Tað varð stovnað 18. apríl í 1923. Harvið er 95 ára føðingardagurin bara nakrar dagar burtur, nú felagið saman við Talv­ sam­bandi Føroya er vertur fyri FM kapp­ingini fyri einstaklingar. Havnar Telvingarfelag er eisini tað sigursvandasta. Fyri stuttum eydnaðist tað at vinna enn eitt FM fyri lið – aftur í ár var tað í tættari kapp­ing við Sandavágs Talvfelag – og tað skal nógv venda øðrvísi langa fríggjadag, tá ið sjeynda og seinasta umfar verður í FM kapp­ ing­ini fyri einstaklingar, um tað ikki verður ein av telvarunum hjá Havn­ar Telvingarfelag, sum fer at vin­na FM. Hetta er fyrsta ferðin, at FM fyri ein­staklingar er í høvuðsstaðnum, síðani Helgi Dam Ziska 12. sep­ tem­ber í 2016 og á talv OL Í Baku í Aserbadjan tryggjaði sær stór­ meistaraheitið. Í fjør var FM kapp­ ingin fyri einstaklingar í Løkshøll í Runa­vík, og tá vann Helgi FM fyri triðju ferð. Millum teir átta, sum kappast um FM, eru fimm telvarar, sum áður hava vunnið kappingina. Teir eru Rani Nolsøe, sum var meistari í 1997, Hans Kristian Simonsen, sum var meistari í 2002, Carl Eli Nolsøe Samuel­sen, sum var meistari í 2005, Helgi Dam Ziska, sum var meistari í 2008, 2011 og aftur í 2017, og Rógvi Egilstoft Nielsen, sum var meistari í 2012, 2015 og 2016. Vertirnir vaknaðir úr dvala Hóast Havnar Telvingarfelag eigur stinnasta telvaran av øllum í Føroyum, og hóast tað í lið­kapp­ ingini hilnaðist so mikið væl, at tað annað árið á rað eydnaðist at vinna FM, so hevur felagið inntil fyri ikki so langari tíð síðani verið í aldudali. Hølisviðurskiftini vóru ótol­ andi, tí tað bar ikki til at vera í talv­ húsinum í R. C. Effersøesgøtu. Tað gekk striltið at manna nevndina, og onkrir av góðu telvarunum høvdu hug at hjálpa til aðra staðni í landinum. Nú er vent í holuni. Fyri einum árið síðani tók nýggj leiðsla við í felagnum, eftir at fyribils arbeiðs­ nevnd hevði stjórnað felagnum í nøkur ár. Jóannes Vitalis Hansen er formaður, Øssur Joensen er næst­ for­maður, Sveinur Thomassen er kassa­meistari, Suni Merkistein er skrivari, og Helgi Dam Ziska er nevndar­limur. Felagið verður hundrað um fimm ár, og tað verður fram ímóti hundrað ára degnum miðað eftir at fáa felagnum haldgott støði at standa á. 80 ár Fyrsta kappingin um FM í talvi fyri einstaklingar var í 1938. Harvið er talan um 80 ára føðingardag, um tað verður roknað frá tí, at fyrsta kapp­ingin var og fram til kapp­ ing­ina, sum í hesum døgum er í høvuðs­staðnum. Tað hevur tó ikki verið kappast øll árini síðani 1938. Undir krígnum var eingin kapping í 1942 og 1944, tað var heldur ikki kappast í 1954, og so datt kappingin heilt niðurfyri soleiðis, at tað var ikki kappast um FM fyri einstaklingar frá og við 1957 og fram til og við 1971. Síðani 1972 hevur verið kappast um FM á hvørjum ári. Hetta var í kjalarvørrinum av, at Talvsamband Føroya sá dagsins ljós 14. februar 1970. Tá ið tað leygardagin varð farið undir kappingina í Finsen, helt Hanus Joensen røðu. Hann er ein av talvveteranunum og greiddi liv­ andi frá, hvussu hetta kom í lag. Hanus segði soleiðis: Her í grannalagnum, Tórsgøtu 32, varð uppskotið til felagslóg fyri Talv­samband Føroya gjørt í januar 1970 á nøkrum fundum. Teir, sum gjørdu hetta uppskotið, vóru Jákup Thom­sen, Rubek Rubeksen og sj. Upp­skotið varð samtykt á stovn­ andi aðalfundinum 14. febru­ar sama ár. Stovnanin av TSF í 1970 setti veruliga ferð í føroyska telving við FM-kappingum fyri lið og einstaklingar, altjóða viðurkenningum og altjóða luttøku her og har. Og um Havnar Telvingarfelag segði Hanus soleiðis: Tað er ikki ov nógv at siga, at FM FYLLIR 80 Í FINSEN