Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-27, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mars 2018síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 28. mars 2018 · Nr. 37 Havnar Telvingarfelag hevur verið flaggskipið í føroyskari telving stóran part av hesi tíð, tó onkur slaki hevur verið. Men tá hevur tað verið soleiðis, at onnur feløg hava traðkað til, sum td. hesi síðstu árini Sandavágs Talvfelag (ST). Og fyri eftirhondini nógvum árum síðani, var Kollafjarðar Talvfelag (KT) tað felagið, sum hevði flest lið í landskappingini og flestar virknar limir av øllum talvfeløgunum í landinum. Nú kunnu vit gleðast um, at hetta felag veruliga er komið við aftur, hugsi m.a. um altjóða talvkappingina, sum felagið saman við ST fyriskipaði í fjør í Kollafirði og nú endurtaka hesi somu í Sandavági í summar. - Hevði tann framíhjárætt at fáa um endan á hesi tíðini við teimum góðu gomlu, sum vóru onkusvegna kjarnin í HT, tá eg kom til Havnar í skúla 14 ára gamal. Var ógvuliga væl móttikin í talvhúsinum, sum stóð har ið Keypssamtøkan (í Dr. Jakobsens gøtu) er í dag. Sera væl móttikin av teimum øllum .. Palla Henriksen, Francis Goldney, Magnus Skæling, Sofus Joensen, Kristoffer Lutzen, Tórarinn Evensen o.ø. Slapp enntá at telva ímóti teimum. Fantastiskt upplivilsi fyri ein hugaðan ungan telvara av bygd, segði Hanus Joensen. Fyrstir í altjóða høpi Í hesum døgum arbeiðir ÍSF við hond og fót fyri, at tað skal eydnast at vinna limaskap í OL soleiðis, at tað skal bera til hjá føroyingum á jøvnum føti við ítróttarfólk í øllum heimsins londum at kappast á summarleikunum. Føroysku telvararnir hava í nógv ár verið partur av altjóða talvfamiljuni, og annaðhvørt ár fær telvingin serliga umrøðu, tá ið Føroyar luttaka í talv OL og dystast við bæði tær heilt stóru og kendu og tær smáu og minni kendu talvtjóðirnar. Hanus Joensen greiddi soleiðis frá leygardagin um, hvussu tað gekk fyri seg, tá ið Føroyar vórðu lim­ir í FIDE: Góðkendi limaskapurin í FIDE kom púra óvæntað upp á pláss, tó við bit og slit, við skrivum, tlf- sam­røðum, ferðum og fundum við topparnar í europæisku talv­ organisatiónunum – eldhugaða fyrsta forseta TSF, vinmanninum Jákupi Thomsen sála, at takka. Eitt bragd øðrum til fyridømis. Fyrsta al­tjóða viðurkenning føroyinga yvir­høvur á jøvnum føti við aðrar tjóðir. Og longu sama ár vóru vit við til OL í Siegen, har tað vildi so væl til, at vit møttu sjálvum Ruslandi og vóru so nær við at skriva søgu, tá Thor­stein Vilhelm kundi við rætta leiki­num (16. leikur Ric7 við hvítum í enskari byrjan) tryggja sær javnleik móti Russlandsmeistaranum, Poluga­ jevskij. Tíverri flutti Thorstein frún­na á c7 og Polugajevskij slapp við hvøkkinum. Bíðaðu eftir bygdunum Fyrru árini vóru tað bara telvarar, ið um­boðaðu Havnar Telvingarfelag, sum vóru meistarar. Tað var ikki fyrr enn í 1972, at tað fyrstu ferð eydn­aðist bygdamanni at vinna. Tá var tað Hans Petersen úr Vest­ manna, sum var meistari. J. P. Henriksen vann FM níggju ferðir, Olav Andreasen tríggjar ferðir og Tórarinn Evensen vann fýra ferðir. Teir drúgvastu síðani 1972 eru Heini Olsen úr Klaksvík (5), Jens Christian Hansen av Toftum (4), Martin Poulsen úr Havn (4), Luitjen Apol úr Havn (3), Torkil Nielsen úr Sanda­vági (3), John Rødgaard, sum um­boð­ar Vestmanna (3), og so Helgi Dam Ziska og Rógvi Egilstoft Niel­ sen, sum báðir hava vunnið tríggjar ferðir og báðir eru við í kappingini hesa ferð. Tað ber til at fylgja við í FM í talvi fyri einstaklingar á hesi leinkju­ni http://chess-results.com/tnr339663. aspx?lan=7&art=0&turdet=YES FM fyri einstaklingar 1938 J. P. Henriksen HT 1939 J. P. Henriksen HT 1940 Olav Andreasen HT 1941 Olav Andreasen HT 1943 Olav Andreasen HT 1945 J. P. Henriksen HT 1946 J. P. Henriksen HT 1947 Tórarinn Evensen HT 1948 J. P. Henriksen HT 1949 J. P. Henriksen HT 1950 J. P. Henriksen HT 1951 J. P. Henriksen HT 1952 J. P. Henriksen HT 1953 Tórarinn Evensen HT 1955 Tórarinn Evensen HT 1956 Tórarinn Evensen HT 1972 Hans Petersen VT 1973 Súni Ziska HT 1974 Luitjen Apol HT 1975 Luitjen Apol HT 1976 Luitjen Apol HT 1977 Hanus Joensen KT 1978 John Jacobsen VT 1979 Jens Christian Hansen TT 1980 Súni Ziska HT 1981 Jens Christian Hansen TT 1982 Jens Christian Hansen TT 1983 Andrias Ziska HT 1984 Torkil Nielsen ST 1985 Jens Christian Hansen TT 1986 Torkil Nielsen ST 1987 Bogi Ziska HT 1988 Torkil Nielsen ST 1989 Heini Olsen KTF 1990 Steintór Rasmussen KTF 1991 Heini Olsen KTF 1992 Heini Olsen KTF 1993 Heini Olsen KTF 1994 Torbjørn Thomsen KT 1995 Eyðun Nolsøe KTF 1996 Rógvi W. Rasmussen HT 1997 Rani Nolsøe KTF 1998 John Rødgaard VT 1999 Heini Olsen KTF 2000 Flóvin þór NæsFlóvin þór Næs HT 2001 John Rødgaard VT 2002 Hans Kristian Simonsen KT 2003 Martin Poulsen HT 2004 Martin Poulsen HT 2005 Carl Eli Nolsøe Samuelsen ST 2006 Martin Poulsen HT 2007 John Rødgaard VT 2008 Helgi Dam Ziska HT 2009 Martin Poulsen HT 2010 Olaf Berg HT 2011 Helgi Dam Ziska HT 2012 Rógvi Egilstoft Nielsen ST 2013 Olaf Berg HT 2014 Høgni Egilstoft Nielsen ST 2015 Rógvi Egilstoft Nielsen ST 2016 Rógvi Egilstoft Nielsen ST 2017 Helgi Dam Ziska HT 2018 HT Havnar Telvingarfelag VT Vestmanna Talvfelag KT Kollafjarðar Talvfelag TT Tofta Talvfelag ST Sandavágs Talvfelag KTF Klaksvíkar Talvfelag