Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-27, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mars 2018síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. mars 2018 · Nr. 37 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ingunn og Eva deildarleiðarar Heimatænastan í Vágum hevur sett Ingunn Han­ sen og Evu Sofíu Gardar í starv sum deildarleiðarar á Sýnini, sum er ellis­ heimið í Vágum. Sýnin er umbygd, og nú karmarnar um virk­ semið í so stóran mun eru nýggir, hevur Heima­ tæn­astan í Vágum eisini skipað nýggjan bygnað. - Aðalmálið við nýggja bygnaðinum er at tryggja, at allir borgarar, ið koma í samband við heima­tæn­ astuna, fáa skjóta, smid­ liga og fakliga grund­ aða tænastu við atliti at heilsustimbran, fyri­byrg­ ing, røkt, viðgerð og re­ habil­itering. Í Heimatænastuni vísa tey á, at nýggju leiðararnir saman við verandi leiðslu skulu tryggja, at fakliga støðið er dygt og livir upp til ásetingarnar í lógini og normar á fakøkinum. Ingunn Hansen, sum býr í Sørvági, er útbúgvin fysioterapeutur og hev­ur starvsroyndir frá re­hab­ ilitering á Boðanes­heim­ in­um, Heilræði og frá tera­peutiskum virksemi á klinikk og sjúkrahúsi. Eva Sofía Gardar, sum býr í Sandavági, er út­ búgv­in sjúkra­røktar­frøð­ ing­ur og hevur royndir frá sjúkrahúsi í Føroyum og Danmark, fyrst og femst innan dialysu­virk­ semi. Hon hevur síð­ani árskiftið starvast á re­hab­ il­it­er­ingsdeildini á Sýnini. vilmund@sosialurin.fo Eyðun stýrir pengunum Fyrsti arbeiðsdagur hjá Eyðuni Kjølbro, sum fíggj­ arleiðari í Sunda komm­ unu, var hin 1. mars í ár. Maðurin er útbúgvin HD í fígging frá Copen­ hag­en Business School. Men, Eyðun Kjølbro hevur eisini arbeitt í banka­vinnuni í 22 ár, har­ av mong ár sum undir­ stjóri og kreditt­leið­ari í Norð­oya Sparikassa. Eyðun Kjølbro, sum er 45 ára gamal, og sum nú er partur av starvs­ fólka­hópinum hjá Sunda komm­unu, er búsitandi í Klaks­vík. vilmund@sosialurin.fo J&K Petersen brúk fyri timburmonnum - Vit kunnu bjóða góðar arbeiðsumstøður við skipaðum viðurskiftum. Vit hava nógvar verkætlanir fyri framman, og tí kunnu umsøkjarar vænta javnt og støðug arbeiði, sigur felagið Vilmund Jacobsen Á byggideildin hjá J&K Pet­ ersen er pláss fyri fleiri timb­ ur­monnum, og tað er nógva og veksandi byggi­virk­semið í felagnum, sum er orsøkin til, at felagið ynskir at veksa um starvsfólkahópin við hand­verks­fakligum út­búgv­ ing­um. Hjá J&K Petersen leita tey serliga eftir timburmonnum í Eysturoyar-og Streymoyar­ øk­inum. - Ynskir tú at gerast part­ ur av einum breiðum starvs­ fólka­hópi, og ert áhugað/ur í dygdargóðum handverki, ert tú vælkomin at søkja starv hjá okkum, siga tey í felagn­ um. Ynskini hjá byggi­fyri­tøk­ uni eru, at tey, sum søkja starv hjá felagnum í hesum um­fari, hava royndir sum hand­verkarar - og at hesi kunnu arbeiða sjálvstøðugt, eins og dentur verður lagdur á dygd og trygd. J&K Petersen ynskja, at umsøkjarar hava góðan ar­ beiðsmoral, og at fólk eru sam­starvsáhugaði. - Sum felag kunnu vit bjóða góðar arbeiðsumstøður við skipaðum viðurskiftum. Vit hava nógvar verkætlanir fyri framman, og tí kunnu um­søkjarar vænta javnt og støðug arbeiði, sigur felagið. Stórar verkætlanir J&K Petersen er eitt entre­ pren­ørfelag, stovnað í 1975, og er soleiðis millum elstu entre­prenørfyritøkur í land­ inum. - Vit gera jørð- og betong­ ar­beiði, umframt bygnings- og havnaarbeiði. Í løtuni hevur J&K Pet­er­ sen havnaútbyggingina hjá Tórshavnar havn um hendi, og fyritøkan byggir eisini nýggja trolvirkið hjá Vónini í Fuglafirði, har stóra høllin nú stendur innilokað. - Vit hava eisini aðrar stór­ar verkætlanir í gongd, eitt nú á Hvítanesi, umframt at aðrar verkætlanir liggja beint fyri stavn, siga tey hjá J&K Petersen. STARVSMARKNAÐUR Bygningurin hjá Vónini í Fuglafirði stendur nú innilokaður BÓKHALDSFÓLK UPPGÁVAN Uppgávan fevnir m.a. um: • Kassameistari – daglig eftirkannan og avstemman av kontantkassum • Skráseting av inngjøldum og krøvum í Búskaparskipan Landsins (BSL) • Kontering av útreiðslum í BSL • Mánaðarlig avstemman av kontum • Mánaðarlig eftirkannan av mánaðarroknskapi • Móttøka og skráseting av posti • Keyp av pappíri, brævbjálvum v.m. • Hjálpa til við skráseting av eigaraskiftum av akførum FØRLEIKAKRØV Vit hugsa okkum ein persón við skrivstovu­ útbúgving, HH ella líknandi útbúgving og arbeiðsroyndum í bókhaldinum á skrivstovu. Dentur verður lagdur á góð samstarvsevni og at vera fyrikomandi. Tað er ein treyt, at ein hevur kunnleika til bókhald og at arbeiða við teldu. SETANARTREYTIR Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjar­ málaráðið og Starvsmannafelagið. Starvssetanin hoyrir undir Samferðslumálaráðið við tilhoyrandi stovnum, umframt Løgmans skrivstovuna og onnur aðalráð. UMSÓKNIR Umsóknir við avritum av møguligum prógvum og viðmælum skulu sendast til: Akstovan Hoyvíksvegur 57 Postsmoga 3206 FO 110 Tórshavn Upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Tórunn S. Miðberg, deildarleiðara á telefon 35 04 18. Umsókn við møguligum prógvum og viðmælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 3. apríl 2018. Søkt verður eftir skrivstovufólki til bókhaldið á Akstovuni at byrja í seinasta lagi 1. juni 2018. Talan er um fulltíðarstarv. Akstovan er stovnur undir Samferðslumálaráðnum og hevur sum endamál at fremja akfarstøkniligar kanningar og akfarseftirlit, stíla fyri koyriroyndum, útvega fólki koyrikort, umsita skráseting av koyrikortum og umsita akfarsskráseting, skrásetingargjøld og vegskatt. Umframt høvuðsdeildina í Tórshavn, hevur Akstovan sýnsdeildir um alt landið. Á Akstovuni starvast 22 fólk. www.akstovan.fo