mikudagur 4. apríl 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. arpíl 2018 · Nr. 38
mikudagsblaðið
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Enn hava vit einki frætt um, hvørt
Magni Laksafoss ætlar sær upp í
samgonguna – ella um hann ætlar
sær at stuðla samgonguni so ella so.
Men tað er í øllum førum púra
greitt, at Sambandsflokkurin hevur
gjørt ein stóran taktiskan brølara
við at styggja Magna Laksafoss úr
flokkinum.
»Høgt til loft og vítt til veggja«
verður ofta sagt í politiskum undan
førslum, tá innanhýsis brotasjógvar
ganga. Og tað vil so vera, at fólk eru
ósamd, tá meiningar skulu brýnast
og samansjóðast.
Men at leggja upp til eitt stríðsval
í einum andstøðuflokki – ið skuldi
verið alternativið til løgmansflokkin,
tá hægst eitt ár er til val, tað er ikki
taktiskt skilagott. Tí fyri Sambands
flokkin og fyri veljararnar kann tað
verða fluntrandi undirorðnað, hvør
er næstformaður í Sambandsflokk
inum. Tað hevur ongan politiskan
ella praktiskan týdning, hvørki fyri
flokkin ella fyri veljaran.
Hinvegin vita vit, at Magni Laks
afoss hevur gjørt fleiri semjur við
samgonguna. Sum skilst hava hann
og Kaj Leo Holm Johannesen sam
ráðst seg at kalla til semju um fisk
ivinnunýskipanina og pensjónsný
skipanina. Men floksformaðurin
kveistraði báðar semjurnar av borð
inum, tí tað av taktiskum ávum
loysti seg betur at vera ósamdur við
samgonguna.
Tað kann onkuntíð verða takt
iskt smart. Men tað hevði helst
verið taktiskt smartari av Bárði
Nielsen at víst, at hann ikki bara
hongur uppi í Jørgeni Niclasen – og
at hann kundi vunnið Sambands
flokkinum nakrar sigrar við til døm
is fiskivinnunýskipanini og pen
sjónsnýskipanini.
Grundleggjandi er ikki tann
stóra hugsjónarliga ósemjan um
pensjónsnýskipanina.
Sambands
flokkurin var saman við Javnað
arflokkinum um at seta fólkapen
sjónina á stovn í 1959 – og stríðið um
grundarupphæddina tykiskt verða
meira at verða eitt skapt stríð fyri
at dyrka eina ósemjuna heldur enn
at tosa seg til rættis um eina semju.
Tí Jørgen Niclasen vildi jú eisini
mótrokna grunarupphæddina, tá
hann
var
fíggjarmálaráðaharri
og Kaj Leo Holm Johannesen var
løgmaður.
Málið um clearingina millum
Kristin Michelsen og Magna Laksa
foss, sum Bárður Nielsen var so mis
nøgdur við, sigur nógv um støðið,
sum føroyskur politikkur er niðri á.
Annaðhvørt hevur tú eina clearings
skipan, ella hevur tú ikki. Tað ber
ikki til, at floksformaður skal meta
um, hvat mál livir upp til eina slíka
clearingsavtalu.
Tað sigur seg sjálvt.
At her er illa telvjað hjá Sam
bandsflokkinum er eyðsýnt. Sam
bandsflokkurin er nú í stødd á sama
støði, sum hann var í 1974 – einstu
ferð áður, hann hevur havt fimm
tingfólk.
Sambandsflokkurin hevur
ongantíð verið minni enn nú
Telvaðu magna í samgongu?
1.000
fleiri fólk
við Jónas
Broncks
Høgni Rasmussen
Tíðargrein síða 11
Heima
stýrið 70
ár á baki
Edmund Joensen
Kjak Síða 11
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Í samband við fýra ára
føðingardagin hjá Foun
tainhúsinum
verður
skipað fyri einari lista
uppboðsølu.
Talan er um tiltak,
sum eisini varð hildið
fyri tveimum árum síð
ani, og tað eydnaðist sera
væl.
Peningurin, sum kem
ur inn, fer til eina Dan
markarferð fyri limir og
starvsfólk
í
Fountain
húsinum, har vit skulu á
eina ráðstevnu fyri foun
tainhús í øllum Evropa.
Henda
ráðstevna
verður
hildin annað hvørt ár og
síðsta varð hildin í Amster
dam.
Endamálið við europeisku
ráðstevnuni er m.a. at styrkja
um samstarvið millum foun
tainhúsini í Europa og vera
við í menningini av tilboð
num.
Fountainhúsið í Føroyum
hevur fingið sæti í Europiska
sekteriatinum, sum hevur
til uppgávu at upplýsa um
Fountainhús kring heimin.
Endamálið við Fountain
húsinum er, at fleiri fólk við
sálarligum avbjóðingum fáa
eina meiningsfulla tilveru,
sum fyri tann einstaka gevur
innihald í gerandisdagin og
nakað at koma upp til. Og
at hvør einstakur verður
stuðlaður í at brúka egnar
styrkir og byggja upp egnar
førleikar og fær møguleika
at skapa nakrar positivar og
varandi broytingar. Hetta
gevur betur møguleika at
megna eitt arbeiði, skúla og
ein gerandisdag so sjálvstøð
ugan, sum tilber.
Arbeitt verður málrættað
við
førleikunum
fyri
at
megna at vera á arbeiðs
marknaðinum. Tað verður
tilrættalagt til tann einstaka
í einum tryggum umhvørvi
og í einari ferð, sum hvør ein
stakur avger.
Arbeiðið er ein týð
andi leiklutur í Foun
tainhúsinum – gjøgnum
arbeiði, skapan av net
verki, verða stuðlaður í
at megna egna lívsførslu,
styrkist hvør einstakur
í at koma fyri seg. Ar
beiðið er við til at skipa
lívið í mun til tíð og stað
og gevur møguleikar fyri
sosialum relatiónum. Til
knýtið
til
arbeiðslívið
skapar samleika, sjálvsálit
og sjálvsvirði.
Uppboðsølan
verður
hildin í auluni í Finsen. Teir
listalutir, sum eru við á upp
boðsøluni, hava eitt høgt
listarligt virði. Í hesi vikuni
verður kunngjørt á Facebook
síðun hjá Fountainhúsinum,
hvørji listaverk eru við.
Uppboðsølan
verður
leygardagin
7.
apríl
og
byrjar kl. 14. Millum kl.12
og 14 er møguleiki at síggja
listaverkini.
Í samband við uppboðsøl
una fara við eisini at hátíðar
halda fýra ára føðingardagin
hjá Fountainhúsinum, so
øll eru vælkomin framvið í
Finsen til kaffi og køku.
Fountainhúsið fýra ára
føðingardag og uppboðssølu
Leygardagin 7. apríl kl 15.00
verður
Barnafestivalurin
2018 settur.
Til setanina fer eitt barna
kór at syngja, tvær fittar
lundapisur flúgva framvið og
onkrar løgnar verur fara at
dansa grønlendskan masku
dans. Eisini vitjar vælkenda
røddin hjá Jonnu Fritsdóttir
Mortensen
út
barnaút
varpinum, sum fer at seta
festivalin og lata barnafram
sýningina hjá Hansinu Iver
sen, Sansarúm upp.
Byrjað verður við vitjan úr
Grønlandi og eini stuttligari
verkstovu í grønlendskum
maskudansi. Tá ið liðugt er at
dansa, verður farið til sjónleik.
Barnafestivalurin fær vitjan
av spælandi og sjarmerandi
svenska
einmansleikinum
”Inferno”.
Umframt
Sansarúm,
sum er ein framsýning við
absrtraktari list fyri børn,
letur eisini ein videofram
sýning upp hendan leygar
dagin við stuttfilmum, sum
føroysk børn hava gjørt.
Sunnudagin verður farið
til
konsert.
Vælumtóktu
barnakonsertirnar hjá Føroya
Symfoniorkestri eru fastur
táttur á barnafestivalinum, og
í ár verður tað søgan hjá Ed
wardi Fuglø um vitapassaran
Poetikus, sum verður søgd við
orðum, tónleiki og myndum.
Mánadagur til fríggjadag
eru halgaðir barnagarðum og
skúlum. Tá koma eini 5000
børn í Norðurlandahúsið at
uppliva list og mentan á all
arhægsta stigi.
Endabresturin av barna
festivalinum er eitt heilt viku
skifti av fjølbroyttum uppliv
ingum til allar aldursbólkar.
Tey allaryngstu (1-5 ár) sleppa
til sirkus við írska bólkinum
Fidget Feet, sum framføra
fittu og vøkru sýningina
”Strange Feathers” um tveir
løgnar fuglar, sum royna
at læra seg at flúgva. Eisini
sleppa tey yngstu (3-6 ár) til
spildurnýggja
barnaleikin
”Luddi og Lundisa”. Til tey,
sum eru eitt sindur eldri (7-13
ár), verður ein ævintýrakend
frásøgukonsert,
har
Ann
finnur Heinesen og tónleika
bólkurin hettarher endugeva
søgur frá okkara forfedrum.
Og til tey elstu (10-17 ár) verð
ur ein spennandi konsert við
bólkinum Dánjal.
Barnafestivalurin er 7.-15.
apríl. Sí skránna á nlh.fo.
Barnafestivalurin
byrjar leygardagin
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin