Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. apríl 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. apríl 2018 · Nr. 38 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vit seta ferð á orkuskiftið Magn hevur keypt meginpartin av partapeninginum í hitafelagnum Demich. Hetta er liður í royndunum hjá Magn at styrkja seg á grøna el-marknaðinum í Føroyum. Danjal av Rana Demich hevur seinastu 10 árini ella so ment seg til at vera ein av fremstu veitarum av jarðhita og hitapumpum í Føroyum.   Magn hevur seinastu árini strembað seg eftir at sleppa inn at framleiða grøna orku í Føroyum og sær í hesum sambandi góðar møgu­ leikar við einum tøttum samstarvi við Demich, greiðir samtaktsstjórin í Skeljungi, sum eigur Magn í Føroyum, Hendrik Egholm, frá. - Hetta kann kollvelta føroyska el­marknaðin, um fortreytirnar annars verða lagdar til rættis, sigur Hendrik Egholm. Hann vísir á, at við hesum verður í framtíðini gjørligt, um el­ veitingarlógin verður broytt, hjá Magn at bjóða kundum hita frá grønari orku. - Vit kunnu seta ferð á orku­ skiftið frá oljufýringum til hita­ pump­ur hjá okkara kundum. Gjøgn­um Demich kunnu vit bjóða teim­um at taka oljufýringina nið­ ur og seta hitapumpu upp, broyta elski­panina og enntá bjóða teim­ um eina kontakt til at løða elbilin hjá sær. Soleiðis kann Magn í veru­ leik­anum niðurbróta sín egna olju­ marknað fyri at leggja seg eftir el­markn­aðinum, sigur Hendrik Eg­holm. Samtaksstjórin greiðir frá, at enda­málið er at geva eitt størri íkast til at náa visjón 2030 hjá land­inum, um at øll orka á landi skal koma frá grønari orku. Talan er um 16.000 húsarhald og stívliga 28.000 akfør, sum skulu skifta frá olju til el. - SEV hevur ongan møguleika at náa hesum málinum, um ikki el­veitingarlógin verður broytt. Nú hava vit tikið fyrsta stigið, men heita á politikkararnar, um at geva okkum betri fortreytir. Skal hetta skiftið veruliga løna seg fyri priv­ at­ar fyritøkur, mugu tær fáa møgu­ leikan at selja streym bein­leiðis til kund­an, greiðir hann frá. Hann sigur, at síðani SEV bygdi vind­myllulundina í Húsahaga, er einki hent á grøna økinum. - SEV fer at brúka meiri tungolju í 2018 enn í 2017, so soleiðis sæð gong­ur menningin skeiva vegin. Ein loysn er at lata fleiri privatar akt­ørar sleppa framat, sigur hann. Demich fer at koyra víðari sum eitt sjálvstøðugt felag, við Róa Kalsø sum stjóra. Hann er fyrr­ver­ andi stjóri í JT Electric, men hevur eisini áður arbeitt í Magn. Gomlu eigararnir halda fram í felagnum. Um elveitingarlógin verður broytt, er sannlíkt, at broytingar eisini verða gjørdar í skipanini av felagn­um, sigur Hendrik Egholm, samtaksstjóri í Skeljungur, sum eigur Magn í Føroyum. Vit náa ikki visjón 2030 við hetta lag Nú eru 12 ár til 2030, men síðani vindmyllulundina í Húsahaga hevur SEV einki gjørt á grøna økinum, sigur Hendrik Egholm, samtaksstjóri hjá Skeljingi, sum eigur Magn. Danjal av Rana 2030-visjónin sigur, at øll orku­ nýtsla á landi skal í 2030 koma frá varandi orkukeldum. SEV met­ ir sjálvt, at orkunýtstlan í 2030 fer at vera tað dupulta av tí, sum hon er í dag, tað vil siga 600 GWT. Grøna orkuframleiðslan í dag er gott og væl 150 GWT. Tí skal orku­ framleiðslan frá vatni, vindi, sjógvi og sól fýrfaldast, um málið skal røkkast. Hetta svarar til 11 vind­ myllulundir somu stødd sum tann í Húsahaga. Kostnaðurin er mettur at vera eina milliard krónur. - Tað er púra greitt, at tað fer SEV ikki at megna einsamalt, men hevur tørv á hjálp. Men fyri at onnur skulu tíma at fara undir fram­leiðslu, mugu tey eisini fáa møgu­leikan at selja orkuna til húsarhaldini. - Vit í Magn vilja fegnir lyfta hesa avbjóðinga saman við tykk­ um í felag. Tað krevur nakrar lógar­ broytingar í elveitingarlógini, men vit eru sannførdir um, at einasti møguleikin at náa hesum málinum er við at loyva privatum aktørum inn á elveitingarmarknaðin, sigur hann. - Tað kann ikki bera til, at priv­ atir veitarar skulu vera noyddir at selja streymin inn á netið hjá SEV fyri 30 oyru, og SEV síðani selir hann til kundan fyri 130 oyru. Fáa vit møguleikan at selja beinleiðis til brúkaran, fáa vit eisini høvi at bjóða teimum eina heilt aðra vøru. Á tann hátt kunnu vit kanska tjena eina lítla upphædd upp á fleiri lið í elveitingini, heldur enn at vit einans kunnu vinna eitt yvirskot upp á orkuframleiðsluna. Tí fyri 30 oyru fyri hvønn kilowatttíma verður tað ógjørligt, sigur hann. Tað er eisini fallið honum fyri bróstið, at politikkarar óbeinleiðis hava kallað Effo og Magn fyri ama­ tør­ar á orkuøkinum. - Tey vilja ikki loyva amatørum fram­at, siga tey. Men Effo og Magn standa fyri 85% av allari orku­ veiting í Føroyum. Tey siga, at vit ikki kenna til veitingartrygd, men hev­ur tú nakrantíð uppliva mangul uppá brennievni í Føroyum? Tað er nakað fjas at kalla okkum fyri ama­ tørar, sigur hann. - Tað er eingin ivi um, at vit fara at mangla orku í Føroyum, um øll skulu skifta til elorku, sum visjón 2030 sigur. Tí mugu aðrir aktørar sleppa framat. Men tað loysir seg ikki hjá nøkrum øðrum at framleiða el­orku, uttan so at tað verður gjørligt at selja hana beinleiðis til brúk­aran. Tí má elveitingarlógin broyt­ast, um vit skulu náa visjón 2030, sigur Hendrik Egholm. Nú verður grøn orka main­stream Danjal av Rana Fyrrverandi stjórin og eigarin í Demich, Torbjørn Hansen, er væl nøgdur um at hava selt fyri­ tøkuna til Magn. - Vit hava staðið einsamallir í langa tíð, men nú vóna vit at fáa ferð á, sigur hann. Demich hevur verið ein tann fremsti veitarin av jarðhita og hitapumpum í Føroyum seinastu árini. Stjórin sigur, at teir skifta okkurt um 50 til 70 oljufýringar um við hitapumpur um árið, men at tað er alt ov lítið, um málini frá visjón 2030 skulu náast. - Talan er um 16.000 sethús og 2.000 vinnubygningar, sum skulu fáa grøna orkuveiting innan 2030. Tá muna smá 100 um árið lítið. Við Magn í rygginum fáa vit betri atgongd til marknaðin, sig­ ur hann. Demich hevur verið við í fleiri av størstu verkætlanunum sein­astu árini. Teir hava veitt grønar orkuloysnir til Glasir, H-bygn­ingin hjá Lands­sjúkra­ hús­inum, Boða­nes­heimið, tann­ lækna­stovuna á Óðinshædd og Vinnuhúsið á Óðinshædd. Demich verður framvegis rikið sum sjálvstøðugt felag, men Rói Kalsø verður settur sum stjóri. Gomlu eigararnir og stjór­ arnir halda fram í fyritøkuni.