mikudagur 4. apríl 2018síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 4. apríl 2018 · Nr. 38
ÁRSAÐALFUNDUR Í P/F ATLANTIC PETROLEUM
www.petroleum.fo
Boðað verður við hesum til ársaðalfund í P/F Atlantic Petroleum at
verða á Hotel Hafnia, Áarvegur 4-10, 100 Tórshavn
mánadagin tann 30. apríl 2018 kl. 10.00 (føroysk tíð)
við hesi fundarskrá:
1. Val av fundarstjóra.
2. Frásøgn nevndarinnar um virki felagsins í farna
roknskaparári.
3. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til
góðkenningar.
3A. Góðkenning av nevndarsamsýning fyri 2017 og 2018.
A. Góðkenning av nevndarsamsýning fyri 2017.
Nevndin skjýtur upp at aðalfundurin góðkennir faktisku
nevndarsamsýningina fyri 2017 á íalt DKK 766,666.64.
B Góðkenning av støði fyri nevndarsamsýning fyri 2018.
Nevndin skjýtur upp, at støðið fyri nevndarsamsýning fyri
2018 verður:
• Støðisnevndarsamsýningin skal vera kr. 200.000,00.
• Formaðurin móttekur 2,00 fer
støðisnevndarsamsýningina.
• Næstformaðurin móttekur 1,50 fer
støðisnevndarsamsýningina.
• Vanligur nevndarlimur móttekur 1,00 fer
støðisnevndarsamsýningina.
• Formaðurin fyri grannskoðaranevndina móttekur 0,50
fer støðisnevndarsamsýningina afturat vanligu
nevndarsamsýning síni.
4. Avgerð um nýtslu av yvirskoti ella rindan av halli
sambært góðkenda roknskapin og ársfrágreiðing.
Nevnd felagsins mælir til, at úrslitið sambært góðkenda
roknskapin verður flutt fram til næsta ár.
5. Val av nevnd.
Allir nevndarlimir standa sambært viðtøkunum fyri vali fyri eitt
1 ára skeið, nevniliga: Birgir Durhuus, Charles Hendry og Yves
Francois Paletta.
Birgir Durhuus ynskir ikki at vera valdur aftur. Nevndin skjýtur
tí upp afturval av Charles Henry og Yves Francois Paletta og at
velja sum nýggjan lim kandidat, ið verður skotin upp. Valevnini
hava boðað frá at teir taka við vali.
Um fleiri upplýsingar ynskjast um valevnisuppskotini, verður
víst til heimasíðu felagsins, www.petroleum.fo.
6. Val av grannskoðara, ið situr til næsti vanligi
ársaðalfundur er lokin.
Grannskoðari felagsins er P/F Januar løggilt
grannskoðanarvirki, Óðinshædd 13, 100 Tórshavn, og skjýtur
nevndin upp at afturvelja P/F Januar løggilt grannskoðanarvirki
at sita sum grannskoðari felagsins til næsta ársaðalfund.
7. Ymiskt.
- - - 0 - - -
Viðtøkumeiriluti.
Uppskot á skránni fyri fundin kunnu viðtakast við vanligum
atkvøðumeiriluta.
Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum,
umframt atkvøðugreiðsluháttur.
Rættur parteigarans at luttaka á aðalfundi og at greiða atkvøðu í
sambandi við partabrøv síni, verður ásettur í mun til tey partabrøv,
sum viðkomandi partaeigari eigur skrásetingardagin.
Skrásetingardagurin er mánadagin hin 23. apríl 2018.
Partaeigari, fulltrúi hansara vegna, umframt fjølmiðlarnir, hava
rætt til at luttaka á aðalfundinum, um viðkomandi í seinasta lagi
hósdagin hin 26. apríl 2018 hava fráboðað felagnum hetta.
Fráboðan um luttøku á aðalfundinum fer fram umvegis heimasíðu
felagsins www.petroleum.fo ella á skrivstovu felagsins Yviri við
Strond 4, stovuhædd, , FO-110 Tórshavn ella á tlf nr. + 44 7720 29
66 49 og/ella á teldupostinum graemef@petroleum.fo.
Um so er, at partaeigari ikki kann luttaka á aðalfundinum,
hevur hann møguleika at geva øðrum skrivliga fulltrú til at møta
sína vegna. Á heimasíðu felagsins www.petroleum.fo, umframt á
skrivstovu felagsins Yviri við Strond 4, stovuhædd, F0- 100
Tórshavn, kunnu partaeigarar útvega sær fulltrúarskjal, sum kann
nýtast í hesum sambandi. Parteigarar, ið eru tilknýttir Investor
Portal umvegis heimasíðu felagsins, kunnu greiða fulltrúaatkvøðu
umvegis henda portal.
Atkvøðugreiðsla, ið ikki fer fram við brævatkvøðu, fer fram á
sjálvum aðalfundinum, við at viðkomandi partaeigari (ella fulltrúi
hansara), ið rættstundis hevur fráboðað luttøku á aðalfundinum,
møtir upp á aðalfundinum og har greiðir atkvøðu. Atgongumerki
og atkvøðuseðlar verða útflýggjaðir við dyrnar til aðalfundin.
Brævatkvøður
Partaeigarar hava møguleika at atkvøða við brævi, t.e. at atkvøða
skrivliga, áðrenn aðalfundurin verður hildin. Á heimasíðu felagsins
www.petroleum.fo er atgongd til oyðublað at nýta í sambandi við
brævatkvøðu. Um so er, at partaeigari ynskir at greiða
brævatkvøðu, skal brævatkvøðan verða móttikin á skrivstovu
felagsins Yviri við Strond 4, stovuhædd, FO-110 Tórshavn ella á
teldupostinum graemef@petroleum.fo í seinasta lagi sunnudagin
hin 29. apríl 2018.
Rættur partaeigaranna til at seta fram spurningar.
Partaeigarar kunnu undan aðalfundinum skrivliga seta leiðslu
felagsins spurningar um viðurskifti, sum eru av týdningi fyri at meta
um ársfrásøgnina 2017 og støðuna hjá felagnum annars ella um
spurningar, sum avgerðir skulu takast um á aðalfundinum. Ynskir
partaeigari at nýta henda rætt sín til at spyrja, kann hann senda
spurning við brævi til P/F Atlantic Petroleum, Yviri við Strond 4,
stovuhædd, F0- 110 Tórshavn ella við teldubrævi á graemef@
petroleum.fo.
Harumframt kunnu partaeigarar á sjálvum aðalfundinum
munnliga seta leiðslu felagsins spurningar um nevndu viðurskifti.
Skjalatilfar til aðalfundin, harundir ársroknskapurin 2017
og dagsskrá við fullfíggjaðum uppskotum.
Skjalatilfar viðvíkjandi aðalfundinum, harundir (1) ársroknskapurin
2017 við grannskoðaraátekning og ársfrágreiðing (2) dagsskrá, (3)
fullfíggjað uppskot til aðalfundin (4) upplýsingar um samlaða talið
av partabrøvum og atkvøðum í felagnum dagin innkallað verður til
aðalfundin og (5) fulltrúaskjøl og oyðublað til brævatkvøður liggja
frammi og eru tøk á skrivstovu felagsins Yviri við Strond 4,
stovuhædd, F0- 110 Tórshavn (tlf nr. + 44 7720 29 66 49) í
seinasta lagi 3 vikur áðrenn aðalfundin, og kann fáast eintak av
hesum við at venda sær til felagið, umframt at alt hetta tilfar eisini
er tøkt á heimasíðu felagsins www.petroleum.fo.
Partapeningur, atkvøðurættur og kontoførandi
peningastovnur.
Partapeningur felagsins er kr. 3.697.860 býttur sundur í partabrøv
á kr. 1,- og multipla av hesum.
Í § 5 stk.1 í viðtøkunum er ásett, at partaeigararnir hava 1
atkvøðu fyri hvørjar kr. 1,- teir eiga í partapeningi.
Tal av pørtum er: 3.697.860 og tal av atkvøðum: 3.697.860.
Felagið hevur kosið sær P/F Betri Banki til kontoførandi
peningastovn og kunnu parteigarar felagsins venda sær til henda
peningastovn á bústaðnum Yviri við Strond 2, 100 Tórshavn ella á
heimasíðuni www.betri.fo ella á telefon nummar + 298 348 000
fyri at útinna fíggjarligu rættindi síni í felagnum.
Tórshavn, hin 4. apríl 2018
P/F Atlantic Petroleum
Nevndin