Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. apríl 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. apríl 2018 · Nr. 38 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fáa ókeypis mat fyri 45 milliónir krónur um árið AVGERANDI ÍSKOYTI Grind er eitt avgerandi ískoyti til húsarhaldið hjá øllum teimum, sum ikki hava góða løn, heldur Hóraldur Joensen, granskari Áki Bertholdsen –  Hjá nógvum húskjum kring landið, er tann ókeypis grindin, tey fáa, eitt ógvuliga virðismikið ískoyti til húsarhaldið. Tað heldur Hóraldur Joensen, evnafrøðingur á Fróðskaparsetrinum. Hann var á aðalfundi í Grinda­ mannafelagnum, har hann greiddi frá teimum gagnligu evnunum, sum eru í tvøsti og spiki. Tað verður um­røtt í hinari greinini, men hann nam eisini við tann fíggjarliga týdn­ing, grind hevur fyri fólk. Tað er vanligt at hoyra um­ hvørvis­verndarfelagsskapir tví­ halda um, at vit hava ikki brúk fyri grind longur, tí handlarnir eru rok­aðir við mati. Men tað er evnafrøðingurin ósamd­ur í, og hann hevur eisini sett eitt rokni­stykki upp. Drepa vit 1000 hvalir um árið, sum eru seks skinn í miðal, svarar tað til 450.000 kilo av tvøsti og spiki. Skulu vit keypa 450.000 kilo av kjøti í einum handli fyri 100 krónur kilo, hevði tað kostað 45 milliónir krónur. Sosatt fáa vit ókeypis mat fyri 45 milliónir krónur um árið. Men fyri at kunna keypa fyri 45 milliónir krónur, skulu vit forvinna næstan 90 milliónir, tí vit skulu eisini rinda skatt av lønini. Gamalt er, at eitt skinn av grind er 50 kilo av tvøsti og 25 kilo av spiki. Nógv hava ikki ráð Hóraldur Joensen vísir eisini á, at tað eru túsundtals fólk í Føroyum, sum hava so lága inntøku, at tey eru beinleiðis í fátækváða og hjá teimum er tað lættari sagt enn gjørt at ganga í handilin at keypa hvønn bita, sum skal á borðið. –  Tað letur seg gera hjá teimum, sum hava góðar inntøkur, men tað eru verri enn so øll, ið hava ráð til at dúva upp á handilsmat burturav, sigur Hóraldur Joensen. Hann sigur, at tá eiga vit eisini at hugsa um, hvussu ovurdýrt tað er at seta búgv, serliga í Havn, men eisini nógva staðni á bygd –  Tað eru nógv olk, sum als ikki hava ráð til at keypa allan døgverða­mat, sigur Hóraldur Joen­sen. Tað eru verri enn so øll, ið hava ráð til at dúva upp á handilsmat burturav an hvalirnir í eini grind í Hvalvík í 2009, fyri kyksilvur, og í miðal høvdu teir  0,9 mikrogramm av kyk­ silv­ur fyri hvørt gramm. Nógv kyksilvur í nátúruni Evnafrøðingurin staðfestur eisini, at spurningurin er um kyksilvur er eitt nýtt fyribrigdi í náttúruni, ella ikki. Ein lutfalsliga nýggj kanning vísir, at tað kyksilvurið, sum endar í umhvørvinum av púra nátúrligum ávum, er eini 5000 tons um árið, men tað mannaskapta kyksilvurið, sum endar í náttúruni, er 2000 tons um árið, sigur Hóraldur Joensen. – Sostatt er tað natúrliga útlátið av kyksilvuri nógvar ferðir størri enn tað mannaskapta, staðfestur hann.  Hann vísir eisini á, at nýliga vóru rovini av einum barduhvali, sum hevði ligið 1000 ár í permafrosti, funnin í Alaska og hann hevði áleið somu nøgdir av kyksilvuri í sær, sum barduhvalar hava í dag.   Sera vánalig alternativ til grind Hóraldur Joensen staðfestur, at kunnu vit ikki eta grind, skulu vit eta okkurt annað, tí onkrum skulu vit liva av. Og tað kann so enda við, at tað burgarar, pitsur, pylsur, og aðr­ar skundverðar, sodavatn, lysti­ meti, søtmeti. –  Tað er eitt sera vánaligt alt­ erna­tiv, tí tað er alt ov feitt, og nógv av tí er eisini alt ov søtt og tað loypir ólag á mannakroppin. Eitt nú kann tað elva til bruna í æðraskipanini og tað órógvar bakteriufloruna í mag­anum og hon hevur rættiliga stór­an týdning fyri heilsustøðuna. Kemur ólag á bakterufloruna kann tað elva til trupulleikar av nógvum yms­um slagi, eitt nú diabetis og ovurfitu, fyri bara at nevna tvær. – Tað vísir seg eisini, at heilsuligi árinini av skeivum kosti hjá einum ættarliði, arvast niður í komandi ættarlið. Hann sigur, at vit kunnu sjálv­ andi eisini eta høsnarungar, svína­ kjøt, oksakjøt, og annan innfluttan mat. Men tað vísur seg, mangan, at tað er heldur ikki nummar eitt, tí tað tað er púra vanligt at brúka anti­biotika í sambandi við fram­ leiðslu av kjøti, eisini í Dan­mark. – Tað er avgjørt ikki gagnligt fyri heilsuna at eta kjøt við anti­bio­tika og eitt nú vísir tað seg í USA, at tað er beinleiðis samband ímill­um nýtsl­una av antibiotika í land­bún­ að­in­um og ovurfiti hjá fólki. – Og tað er óneyðugt at penslað heilsuligu avleiðingarnar av ovur­ fiti út, men diabetis, hjarta­trupul­ leikar, astma, ovurviðkvæmi, krabba­ mein, migrena, vánaligt svøvn­lag, eru bara nakrar. –  Frukt og grønmeti er lítið mætari, tí tað vísur seg at tað er fult í týningarevnum. Frægast stendur til á tí, sum er dyrkað í Danmark, har týningarevni eru funnin í 27 prosent av grønmetinum, men hin­vegin er týningarevni funnið í helvt­ini av tí, sum er dyrkað aðra­ staðni. Mangla gransking Hóraldur Joensen heldur, at í roynd vita vit alt ov lítið um, akkurát, hvørji gagnlig evni eru í tvøsti og spiki, og tí heldur hann, at vit áttu at farið undir fleiri kanningar fyri at vita akkurát, hvørjar vitaminir, eru í tvøsti og spiki. – Tað er nógv eftir at kanna, tí vit hava at kalla púra onki gjørt á hesum øki, og vit kanna heldur ikki sambandið ímillum mat og heilsu hjá fólki. Hann heldur eisini, at vit eiga at fáa greiði á um nakar munur er á innihaldinum av vitaminum eftir árstíðunum, og um munur er á feskum, visnaðum og turrum tvøsti. Hann heldur eisini, at vit eiga at granska sambandið ímillum mat og heilsu hjá børnum, ungum, vaksnum og gomlum. Og at enda heldur hann, at vit eiga at seta gransking í verk fyri at vita, hvussu dálkandi evni kunnu reinsast út matvørum. Tey, sum hava hug at seta seg nágreiniligari inn í hesi evnini, kunnu leita sær til hesar keldur: H.V. Kuhnleina, V. Bartheta, A. Farrena, E. Falahia, D. Leggeea, O. Receveurb,P. Bertic (2006). Vitamins A, D, and E in Canadian Arctic traditional food and adult diets. Journal of Food Composition and Analysis 19 (2006) 495–506 Sridevi Devaraj,1,2 Peera Hemarajata,1,2 and James Versalovic1,2*. The Human Gut Microbiome and Body Metabolism: Implications for Obesity and Diabetes. Journal of Clinical Chemistry 59:4, 2013 Pál Weihe and Høgni Debes Joensen (2012). Dietary recommendations regarding pilot whale meat and blubber in the Faroe Islands. Int J Circumpolar Health. 2012; 71: 10.3402/ijch.v71i0.18594. Tað er eitt sera vánaligt alternativ GRIND