mikudagur 4. apríl 2018síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 4. apríl 2018 · Nr. 38
eisini er farið at eta meiri og meiri
av nýmótans ídnaðarmati, fáa tey
framvegis ein stóran part av tí, tey
teimum A, D og E vitaminum, tey
hava brú fyri, úr sínum gamla, sið
bundna kosti, nevniliga hvali, kópi,
fiski, fugli, harum, reinsdjórum,
eggum og úr tara, sum tey eisini eta
nakað av. Og bæði í grind, og í øðr
um siðbundnum mati, er rættiliga
nógv av D vitaminum.
– Í Føroyum er ikki so nógv sól
og ein avleiðing av tí er, at nógvir
føroyingar eru í D-vitamin troti.
Nýggjasta átakið fyri at bøta um
tað, er, at tey á mjólkarvirkið, MBM,
nú eru farin at seta D vitaminur til
okkurt slag av mjólkini, tey gera,
staðfestur evnafrøðilingurin.
– Fáa vit ikki nokk av D vita
minum, kann tað hava álvarsligar
avleiðingar fyri heilsuna, tí D vita
minur hevur týdning fyri heilt
nógvar heilsuligar trupulleikar,
eitt nú tunglyndi, skizofreni, hjarta
trupulleikar, beinbroyskni, krabba
mein, vánaliga sjón, blóðtrýst, gikt,
og nógv annað, sigur hann.
– Tað er eisini nógv av i heilsu
fremjandi evninum, Selen, í tvøsti.
Í hvørjum hundrað grammum av
toskaflaki eru 28 milliónpartar
av selen, men í hvørjum hundrað
grammum av tvøsti eru 185 millión
partar av selen.
– Og hevur tað stóran týdning
fyri okkara heilsustøðu, at vit hava
nokk av D vitaminum, hevur tað
somuleiðis stóran týdning at vit
fáa nokk av selen, tí tað er við til
at fyribyrgja krabbameini, diabetis,
hjartatrupulleikum,
aldurdóms
teknum, umframt at tað styrkir
bæði
immunverjuna,
heilavirk
semið og fruktbæri, soleiðis at tað
er lættari hjá kvinnum at verða við
barn.
– Tað eru eisini omega 3 fitisýrur
í spiki og tær eru eisini heilsugóðar,
tí tær styrkja nervaskipanina og
immunverjuna, tær minka um
matarlystin, tær styrkja bæði húð
ina, sjónina og liðirnar, tær tálma
brunar í kroppinum, og kropsfeittið
minkar, tí tað setir gongd á for
brenningina. Omega 3 fitisýrur eru
eisini gagnligar fyri kvinnur, sum
eru við barn og sum geva bróst.
– Tær fáa eisini hjartað at sláa
eini tvey, trý sløg seinni um min
uttin. Tað ljóðar ikki av nógvum,
men í einum heilum lívið, kann
tað merkja, at tú livir, tvey, trý ár
longri.
Merkisvert úrslit
Annars er nógv gjørt burtur úr
samanhanginum ímillum grind og
kyksilvur í blóði og hári á fólki.
Hóraldur Joensen sigur, at
hann hevur hevur eisini verið fyri
tí merkisverda, at eina ferð setti
ein ein mamma seg í sambandi
við hann og fortalt honum, at tá
ið sonur hennara var nýføðingur,
hevði hann 5,4 mikrogramm av
kyksilvuri í sær fyri hvønn litur av
blóði. Í miðal høvdu allir hinir 996
nýføðingarnir í somu kanning 22,5
mikrogramm av kyksilvuri í sær
fyri hvønn litur av blóði.
Kyksilvurið í hárinum á mamm
uni var 0,7 mikrogramm fyri hvørt
gramm, sum er rættiliga lágt aftur
ímóti øllum hinum mammunum,
tí tær høvdu 4,21 mikrogramm av
kyksilvuri í sær fyri hvørt gramm
í hári.
– Men tá ið sonurin var sjey ár,
var kyksilvurinnihaldið meiri enn
tvífaldað, hóast tey har í húsinum
hvørki ótu grind ella fisk, tí tá var
kyksilvurið í blóðinum 11,79 mikro
gram fyri hvønn litur av blóði, har
øll hini børnini í kanningini høvdu
níggju mikrogram í kyksilvuri fyri
hvønn litur av blóði.
Í hárinum hevði hann 3,78
mikrogramm av kyksilvuri fyri
hvørt gramm, har miðaltalið annars
var 2,99 mikrogramm fyri hvørt
gramm.
Tá ið sonurin var 22 ár, var kyk
silvurið í blóðinum annars fallið
niður aftur á 3,65 mikrogramm fyri
hvønn litur og í hárinum var tað
fallið niður á 1,95 mikrogramm fyri
hvørt gramm, har tað annars var
0,72 mikrogramm fyri hvørt gramm
í miðal hjá hinum børnunum.
Grundað á føroysku frálíku og
marksetandi kyksilvurkanningar
nar, sum Deildin fyri Arbeiðs- og
Almannaheilsu hevur staðið fyri,
mæla myndugleikarnir í USA til,
at nøgdin av kyksilvuri í blóðinum
ikki fer upp um 5,8 mikrogramm í
hvørjum lituri av blóði.
Hóraldur Joensen veit eisini at
siga frá kenda gøtumanninum og
sera fótbóltsáhugaða Haldgrimi
Gregersen, og sum dámdi væl grind.
Hann hevði latið seg kannað og tá
var úrslitið, at hann hevði ímillum
6,09 og 7,25 mikrogramm av kyk
silvuri fyri hvørt gramm av hári.
– Tey hava eisini kannað kyk
silvurið í hárinum á Rakul Nielsen
úr Funningsfirði, ið hevði livað sítt
fríska lív og sum doyði í 1921, 62 ára
gomul.
– Ein flætta varð klipt av henni,
sum var vanligt tá á døgum, og hon
hevur verið til skjals síðani, og er
tað enn. Men tá ið hárið á henni
varð kannað, hevði hon heili 20,34
mikrogramm av kyksilvuri fyri
hvørt gramm av hári. Umframt
grind og spik, hevur Rakul Nielsen
óivað eisini etið livur og nýru av
hvali. Hesi gøgn eru munandi verri
dálkað, tí í teimum er umleið 100
ferðir so nógv av kyksilvuri sum í
tvøsti, sigur Hóraldur Joensen.
– Men í dag etur eingin nýru og
livur av grindahvali, leggur hann
afturat.
Hóraldur Joensen sigur annars,
at markvirðini hjá ES fyri kyksilv
uri, sum eisini er sett í gildi fyri Før
oyar, eru hesi:
Kostískoyti: 0,1 mikrogramm
fyri hvørt gramm.
Fiskur I: 0,5 mikrogramm fyri
hvørt gramm. Her er talan um fisk
og fiskavørur yvirhøvur,
Fiskur II: 1,0 mikrogramm fyri
hvørt gramm: Hetta eru ofta gamlir,
feitir fiskar, eitt nú kongafiskur,
hávur, tunfiskur, állur og kalvi.
Annars kannaði Umhvørvisstov
HEVUR
GA
LSUNA
Tá ið sonurin
var sjey ár,
var kyksilvur
innihaldið meiri
enn tvífaldað,
hóast tey har í
húsinum hvørki
ótu grind ella
fisk
GRIND
Framhald á síðu 6