Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. apríl 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. apríl 2018 · Nr. 38 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 GRIND OG SPIK Kunnu vit ikki eta grind, skulu vit eta okkurt annað, men nógvur av tí innflutta matinum er eitt sera vánaligt alternativ til grind, sigur granskari Áki Bertholdsen – Tað er ikki so nógvar kanningar, sum vísa, hvørji gagnlig evni eru í tvøsti og spiki. Tað staðfestur Hóraldur Joen­ sen, evnafrøðingur á Fróð­skap­ar­ setr­in­um. Nógv hevur verið at frætt um, hvussu heilsuskaðiligt tað er at eta grind. Men tað eru ikki bara skaði­ lig evni í grind, tí at eta grind hev­ ur eisini rættiliga stóra, gagn­liga ávirk­an á okkara heilsu. Og herfyri var Hóraldur Joen­sen á aðalfundi í Grinda­manna­felagn­ um, har hann nettupp greiddi frá teim­um heilsugóðu evnunum, sum eru í grind. Í roynd og veru heldur hann ikki, at tað er so løgið, at so lítið er granskað í hesum viðurskiftum, tí tað eru at kalla bara føroyingar, grøn­lendingar og inuittar í Kanada, sum eta tvøst og spik, so áhugin fyri at kanna tað hevur kanska verið avmarkaður. –  Men tað er eyðsæð, at tað mugu vera nøkur gagnlig evni í tvøsti og spiki, tí tað hevur verið ein stór­ur partur av kostinum hjá inuitt­um í túsundtals ár, og hjá føroy­ing­urin hevur grindin verið álitið í fleiri hundrað ár, heldur Hór­aldur Joensen   Álvarsligar avleiðingar Hóraldur Joensen vísir, at ein nýggj kanning vísir, at hóast upp­runa­ fólkið í arktiska partinum í Kan­ada AT ETA GRIND H NÓGVA GAGNLIG ÁVIRKAN Á HEIL GRIND Tað er eyðsæð, at tað mugu vera nøkur gagnlig evni í tvøsti og spiki – Í roynd vita vit alt ov lítið um, akkurát, hvørji gagnlig evni eru í tvøsti og spiki, og tí áttu vit at farið undir fleiri kanningar fyri at vita akkurát, hvørjar vitaminir, eru í tvøsti og spiki, heldur Hóraldur Joensen, evnafrøðingur