mikudagur 4. apríl 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. arpíl 2018 · Nr. 38
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Byggingin við Jónas Broncks er
Meiningar og kjak
– Lat okkum siga, at tað um 10 ár fer at bera til at fáa 1.000 fólk ella kanska fleiri at búgva í Bronx og Havnargøtu.
Hetta hevði væl borið til við øktum trivnaði sum fylgju, um fíggjarfyritøkur tóku seg saman, um økiseigarar í
økinum tóku seg saman, um ein góð ætlan var løgd fyri byggifyrireiking og bygging - og um arbeiði varð gjørt
saman við íbúgvum og fyritøkum í økinum, skrivar Høgni Rasmussen, sum býr á Frúutrøð, í dagsins tíðargrein
Høgni Rasmussen
Frúutrøð 14
Hvussu skal Tórshavnar kommuna
handla, tá byggjast skal nýtt í mið
býnum? Skal kommunan einans
síggja til, at bygt verður á egnum
økjum, og síðani lata privat um at
byggja á sínum økjum uttan at gera
eina ætlan fyri miðbýin?
Hvussu
skapar
Tórshavnar
kommuna trivnað í býnum undir
skipaðum viðurskiftum? Hvussu
skal Tórshavnar kommuna taka
sær av ferðslu og parkering í hart
ferðsluraktum økjum?
Hvussu
skapar
Tórshavnar
kommuna øki, har íbúgvar, vinnu
lív, kafeir og restauratiónir ganga
hond í hond fyri at skapa býling
ar við hægsta trivnaði við grønum
økjum, tryggum gongu- og súkklu
breytum, samstundis sum at nógv
fleiri fólk koma at búgva á sama
øki?
Hvussu
skapar
Tórshavnar
kommuna eina skipaða loysn fyri
eitt stórt øki við nógvum aktørum,
so øll fáa nakað burturúr?
Hetta eru alt spurningar, sum
Bronx kann geva svar uppá, og sum
Bronx kundi verið eitt dømi um.
Einki øki í Havnini ella í Føroyum
er so væl egnað til at vísa, hvussu tú
skapar broyting frá einum tilvildar
liga hart sperdum øki til eitt skipað
øki við hægsta trivnaði.
Í Jónas Broncks koyra ikki
minni enn 10.000 bilar um dagin
við høgari ferð hálvan annan metur
frá úthurðini hjá fólki. Hetta er væl
meira enn dupult so nógv, sum fara
at koyra á Villingardalsvegnum,
sum er ein ferðslutrygg gøta. Við
Villingardalsvegin er ætlanin at
gera ein tunnil fyri yvir hundrað
milliónir.
Bronx er økið frá Glaðsheyggi
oman á Skansan. Her liggja komm
unal øki og privat øki hvørt um
annað. Kommunan ætlar at byggja
á parkeringsøkinum á Frúutrøð
uttan at draga onnur øki við í ætl
anina, sjálvt um byggingin vil fáa
víðfevndar avleiðingar, sum hond
átti at verði tikin um, samstundis
ella áðrenn bygt verður, um trivn
aðurin skal havast í huga.
Vóru íbúgvar og vinnulív drigin
við í eina langtíðarætlan bygda á
fakliga væl tilrættislagt arbeiði, so
kundi Bronx og Havnargøta blivið
heimið hjá nógva ferðir fleiri fólk
um og bústaðurin hjá nógv fleiri
virkjum, samstundis sum trivnað
urin í økinum vaks.
Verða, fyri Føroyar, slóðbrótandi
loysnir funnar við samstarvi mill
um íbúgvar, kommunu, fíggjar
fyritøkur og byggifyritøkur, so
ber til at skapa fordømi fyri best
møguligu loysnini.
Tað hevur ikki verið vanligt
at inndraga íbúgvar og vinnulív í
økjunum, har ætlanin hevur verið
at byggja. Vanligt hevur verið, sum
í hesum máli, einans at kunna fyri
síðani at skunda sær at byggja,
áðrenn fólk gera mótstøðu. Men
eg eri sannførdur um, at tað er við
at draga borgaran við, at vit koma
longst.
Vit hava nógv ræðudømi um
verkætlanir sum ganga galið, tí før
oyingar ikki hava samstarvað, ella
at fíggingin ikki hevur verið nóg
væl skipað.
Taka vit tildømis dangurnar,
sum vóru keyptar eftir kríggið, so
vóru hesi vánaligu skip keypt, tí
fíggarviðurskiftini í Føroyum ikki
vóru nóg væl skipað. Avleiðingin
var, at føroysk reiðarí ikki høvdu
ráð til at keypa tíðarhóskandi skip
við eftirfylgjandi kreppu í føroyska
samfelagnum sum fylgju.
Vit kunnu væl hugsað okkum,
at á leið tað sama kann fara at gera
seg galdandi fyri Havnina sum bý.
Taka vit Bronx, so kann roknast
við, at samlaði privati kostnaðurin
fyri bygging í økinum væl kann
koma upp í eina milliard yvir eini
10 ár (tað er nú bara 100 milliónir
um árið). Harafturat koma nakrar
tíggjutals milliónir í útreiðslum
hjá
Tórshavnar
kommunu
til
vegir, ferðsluviðurskifti, grøn øki
og trivnaðarøki.
Ein milliard kann ljóða sum
nógvir pengar, men í løtuni verður
bygt fyri um 200 milliónir um árið.
50 byggiloyvi verða givin um árið,
og kostnaðurin fyri eini sethús upp
á 180 til 200 m2 er um 4 milliónir við
øllum. Í 80unum vóru upp í 120
byggiloyvi givin um árið. Tað vil
siga, at ein skipað íbúðarbygging
fer at minka um ótíðarhóskandi
sethúsabyggingina og enntá køla
búskapin, tí sethúsabyggingin fer
at minka tilsvarandi.
Skipa vit ikki okkara tankar,
so kann avleiðingin væl verða álv
arsligari enn við dangunum: Ein
ótíðarhóskandi, óskipaður og óáhu
gaverdur býur, sum eingin tímir at
búgva í. Lat okkum tí taka okkum
saman!
Lat okkum siga, at tað um 10
ár fer at bera til at fáa 1.000 fólk
ella kanska fleiri at búgva í Bronx
og Havnargøtu. Hetta hevði væl
borið til við øktum trivnaði sum
fylgju, um fíggjarfyritøkur tóku
seg saman, um økiseigarar í økinum
tóku seg saman, um ein góð ætlan
var løgd fyri byggifyrireiking og
bygging - og um arbeiði varð gjørt
saman við íbúgvum og fyritøkum í
økinum.
Alt hetta hevði borið væl til,
um ein kerlig hond var tikin um
íbúgvar í Bronx og um samtakið,
sum skal at standa fyri byggingini,
keypti neyðugu bygningarnar frá
privatfólki fyri ein rímiligan penga,
til dømis okkara hús, aftur fyri at
vit fingu eina íbúð í nýggja byggj
arínum.
Kommunan eigur eisini at hava
í huga, at um bygt verður til 1.000
fólk (300 - 400 íbúðir) í Bronx og
Havnargøtu, so høvdu hesi fólkini
goldið um 25 - 30 milliónir í skatti
um árið longu um 10 ár. So tað er
møguligt, at kommunan skal leggja
nakrar tíggjutals milliónir út, men
pengarnir høvdu komið inn aftur
eftir sera fáum árum.
Býráðið hevur nú møguleika
fyri at skapa fordømi fyri, hvussu
eitt slíkt mál verður loyst á besta
hátt. Kommnan eigur at gera eina
ætlan fyri býlingin. Fáa serkunn
leikan at vísa á, hvar byggjast kann,
hvar grøn øki skulu vera, hvussu
vegaføringar skulu verða og so
framvegis. Kommunan eigur at
lata síni øki ókeypis í puljuna. Ein
loysn eigur at verða funnin, har
privatu eigararnir í økinum ganga
inn í ætlanina. Hjá privatu økiseig
arunum við vinningi fyri eyga (her
hugsi eg serliga um familjurnar
Breckman og Dam, sum eru stórøki
seigarar í Bronx). Onkur má duga at
hugsa eitt samtak og eina verkloysn
sum hóskar seg til endurnýggjan av
økjum í miðbýnum.
Á grundini hjá polistøðini hevði
Økið, sum í minsta lagi eigur at verið tikið við í ætlaninar hjá býráðnum
fyri at gera Bronx til ein býling við trivnaði