Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-04, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. apríl 2018síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 4. arpíl 2018 · Nr. 38 borið til at bygt eini 40 - 50 í­búðir, um bygt varð eitt sindur upp­eftir (grundin er 3.000 m2). Á Frú­u­trøð/ revagarðarnir við keypi av granna­ húsum uppí eini 100 - 150 íbúðir - kanska meira (økið er 13.600 m2). Á øki­num frá Angus Steak House til Steph­ans­onshús hevði borið til at bygt um 60 íbúðir (bakkin er um 200 metrar langur). Økið alt er yvir 30.000 m2. So havi eg ikki nevnt økið hjá Damunum. Og heldur ikki økið frammanfyri Havnargøtu niðri á keiini. Her er roknað við at allar íbúðir eru 100 m2 - so endaliga verða tað væl fleiri íbúðir. Fyristillið tykkum so, at Havnar­ gøta verður grivin eitt sindur nið­ ur og ein kassi var stoyptur um ferðsl­una frá Betri til Betri, so­ leiðis at fólk gingu og súklaðu om­ an­á í hugaligum grønum økj­um. Harafturat kemur økið framm­an­ fyri Havnargøtu, tá Smyril og Norr­ øna ikki leggja at har longur. Fyri at nøk­ur sleppa at byggja høgt, skulu tey góðtaka at verða partur av loysnini fyri alt økið. Hetta er mítt am­at­ørspinn (við eitt sindur av se­ r­kønari hjálp). Hvat kundi ein p­ro­ fess­i­onell­ur ikki fingið burturúr? Havandi í huga, at ætlanin var at brúka væl yvir hundrað milliónir við Villingardalsvegin, tí ferðslan kanska fer upp ímóti 5.000 bilum um dagin, so eru nakrar tíggjutals milli­ónir væl brúktar í einum øki, har ferðslan liggur um 10.000 bilar um dagin og har kanska eini tús­ und fólk koma at búgva afturat. Eg trúgvi, at tað hevði verið gjør­ ligt at selt allar íbúðirnar í Bronx og Hav­nar­gøtu, áðrenn spakin so mik­ið sum hevði verið settur í. 30 til 40 íbúðir um árið er ikki so nógv í einum býi har trongdin eftir í­búð­ um er stór. Vit øll, kommunan, saman við okkara stóru fyritøkum hava á­byrgd fyri at lata ein betri bý til okk­ara eftirkomarar, enn vit fingu frá okkara forfedrum. Oljuvinnan vísir fordømi um, hvussu kompleksar verkætlanir verða skipaðar við fígging, bygg­ing og rakstri. Oljuvinnan vísir eis­ini á fordømi um, hvussu við­ur­skif­tini við landið og almennu mynd­ug­leik­ ar­nar verða skipað. Verð­ur rætt atborðið, so kann ein samlað langtíðarætlan fyri Bronx gerast vinningur til fíggjarfyritøkur, byggiánarar, byggi­fyritøkur, rakstrarfyritøkur, økiseigarar, fólk og fyritøkur í økinum og kommununa! Í end­a­ num ein vinningur fyri alt Føroya fólk! Setið neyðugu pengarnar av! Tos­ið við okkum í Bronx! Hugsið slóð­brótandi! Hetta eru mínir tankar, og havi eg ikki tosað við onnur í økinum um hetta. prinsippiel upp á nógvar mátar Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum. Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni, sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú. Høgni Rasmussen Edmund Joensen løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin Nú Heima­stýr­is­ lóg­in er 70 ár, er stór­ur áhugi fyri, um KVF fer at gera líka nógv burt­ur úr He­im­a­stýr­is­ lógini, sum tey há­ tíðarhildu fólka­at­ kvøð­una í 1946 fyri smá­um tveimum ár­um síðani Sum samfelag hava Føroyar verið skírdar eitt av bestu samfeløgum í heimi­num. Størsta veruliga sjálv­stýr­ ið, og eitt av ríkastu sam­ feløgum í heiminum upp á hvørt fólkið. Seinasta metið er, at vit eru eitt av mest demo­kratisku samfeløgum í heim­inum.

 Í 70 ár hevur karm­ urin um okkara pol­it­iska stýringsamboð verið Heima­ stýrilógin, og nú høvdu nógv væntað, at út­varp og sjónvarp fóru at mark­era hesa stórhending og søguligu sólskinssøgu við man­ér. Men lítið og einki hoyr­ist. Tá ið fólkaatkvøðan frá 1946 bleiv 70 ár fyri smáum 2 ár­um síðan, varð ómetaliga nógv gjørt burturúr. Gamlar mynd­ar­øðir frá tíðini vóru grivnar fram bæði úr Før­oyum og úr Danmark. Sam­røð­ur í hópatali vórðu gjørd­ar við søguføðingar og pri­vat­per­sónar um, hvussu tey mintust hendingina upp und­ir og aftaná fólka­at­kvøð­ una. Takk fyri tað KVF, gott ar­beiði. Heimastýrislógin 70 Nú mundu mong seta seg framm­an fyri skíggjanum ella lurt­inum fyri at fáa søgu­lig­ar sendingar um eina sanna sólskinssøgu: Heima­ stýr­is­lógina frá 1948. Sum løgfrøðingurin Tork­ il V. Rasmussen sigur so væl: ”Heimastýrislógin tryggj­aði føroyingum m.a. egið mál, egið flagg, líkarætt mill­um føroyingar og aðrar dansk­ ar ríkisborgarar í Rík­is­fel­ ags­skap­i­num. Harumframt tryggj­aði hon føroyskt lóg­ gáv­u­vald og útinnandi vald á yv­ir­tikn­um økjum”. Hetta var ein ovurstór broyt­ing, ið, eins og fólka­at­ kvøð­an fyri tveimum árum síð­ani, eisini eigur at fáa sítt heilt rímiliga pláss í almenna kring­varpinum. Hetta var lógin, sum javn­ að­ar­maðurin, Petur Mohr Dam, sáli, kallaði fyri fagrasta blað í Føroya søgu, og sum mang­ir aðrir hava havt á munni: Heimastýrislógin er sum ein harmonika, og at kalla alt rúmast í henni.
 Og hetta er eisini lógin, sum hevur verið karmurin um at skapa stóran framburð í Før­oyum í 70 ár. Óheft frásøgn í útvarpi og sjónvarpi Higartil hevur verið merk­i­ liga lítið at hoyrt úr okkara al­menna kringvarpi, nú Heima­stýrislógin er vorðin 70 ár. Áhugavert var annars at hoyra upptøkur, sum funn­ar vóru í kjallaranum hjá Rík­is­ um­boð­num. Somuleiðis prát millum pol­i­tik­arar og advokat, sum stað­festu tað sama um, hvussu meistarliga lógin varð skri­v­að. Nú vóni og vænti eg av KVF, at nógv verð­ur gjørt burt­urúr og minst líka nógv, sum gjørt varð burt­ur úr fólka­at­kvøð­ uni í 1946 fyri kortum. Ein ó­heft frásøgn, sum kunn­ar før­oyingar ob­jek­tivt um søg­ una hjá Heima­stýr­is­lóg­ini. 50 ára dagurin Tá ið Heimastýrislógin í 1998 fylti 50 ár, hevði Landsstýrið sum tá sæt, sett á skrá og av­ gjørt at hátíðarhalda Heima­ stýrislógina, ið hev­ur verið karmur um fram­burðin í Føroya landi. Fróð­skap­ar­ setur Føroya skuldi standa fyri tiltakinum. Ser­frøð­ ingar, bæði úr útlondum og okkara egnu, skuldu um­ røða og kunna um, hvussu Heimastýrislógin hevði roynst, og hvussu møg­u­ ligar broytingar og mod­ ern­is­eringar kundu gerast við fyri­muni. Tað harmiliga hendi, at fíggjarnevndin vildi ikki játtað tær 500 túsund kró­n­ur­nar, ið ætlanin kostaði. Politiska støðan var so betent, at vísundaliga og søgu­liga ætlanin mátti slepp­ ast. Við fólkaræðinum í huga Nógv vatn er runnið í ánni síðan tá. Full­veld­is­sam­ gong­an kom ongan veg, men seinni samgongur framdu broytingar í Heima­ stýrislógini, tær báar: Utt­an­ rík­is­heim­ild­arlógina og Yvir­ tøku­lógina. Harmiligt var, at Fróð­ skap­ar­setrið ikki fekk høvi at fremja ætlanina. Tað er helst líka um­ ráðandi við slíkari ví­s­und­ar­ ligari og søguligari kanning í dag, nú okkara Heimastýrið er 70 ár. Og ikki minst nú, ið alt bend­ir á, at bert ein lítil tri­ð­ ing­ur av Føroya fólki ynskir loys­ing, meðan góðir tveir trið­ingar siga nei og velja Rík­is­felagsskap.
 Tí hevði tað í hesum sam­ bandi verið upp á sítt pláss, at KVF fer undir ó­vild­ugar sendingar við tí fólka­ræð­is­ liga í huga, Føroya fólkið at gagni. Heimastýrislógin 70 ár Í Jónas Broncks koyra ikki minni enn 10.000 bilar um dagin við høgari ferð hálvan annan metur frá út­ hurð­ini hjá fólki. Hetta er væl meira enn dupult so nógv, sum fara at koyra á Villingardalsvegnum, sum er ein ferðslutrygg gøta. Við Vill­ing­ar­dalsvegin er ætlanin at gera ein tunnil fyri yvir hundrað milli­ónir (Tilgjørd mynd)