Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-04, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. apríl 2018síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. apríl 2018 · Nr. 38 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 - Havi ikki upplivað eitt slíkt samdøgur í 45 ár Trolbátarnir, sum hava fiskað í sonevnda i-kassanum norður úr Mýlingi, fingu upp í eftir 20-30 tímum, og meginparturin av veiðini er stórur toskur Vilmund Jacobsen - Tað er ikki rætt, tá sagt verður, at fiskurin nú fer at koma aftur. Fiskurin ER komin aftur, og tað er ein rúgva av fiski á landgrunninum. Tað sigur Osmund Justinussen, sum saman við øðrum eigur trol­ bát­arnar, Jens Leon, Sigatind, Búgv­an og Birting. Nú sonevndi i-kassin norður úr Mýlingi, sum hevur verið gýt­ ingarfriðaður, læt upp aftur, hevur slíkur rokfiskiskapur verið á leiðini, sum menn ongantíð áður hava sæð. Fiskiskapurin hjá trolbátunum hevur verið óføra góður í vár, og nú hesin kassin læt upp aftur, vóru menn serliga spentir eftir at vita, hvussu fiskiskapurin fór at royn­ ast. Og tað er ikki smávegis, sum her var bæði nógvur, stórur og góður tosk­ur at fáa. Osmund Justinussen, sum hevur verið virkin í føroyskari fiski­vinnu í meira enn 45 ár, sigur, at hann ongantíð áður hevur hoyrt um eitt so gott samdøgur til fiski­ skap. - Eftir bert 20-35 tímum á felt­in­ um høvdu allir bátarnir hjá okkum, Jens Leon, Sigatindur og Búgvin, fingið uppí, og tað høvdu aðrir trol­ bátar, sum royndu í i-kassanum, eisini. Tá teir tríggir trolbátarnir, sum eru heimahoyrandi í Leirvík, land­ aðu í gjár, týsdagin, hevði Jens Leon heili 72.000 pund, Sigatindur hevði 63.000, og Búgvin hevði 58.000 pund - allir fullir undir lúk­ ur­nar. - Eg eri júst komin úr Leirvík, har eg kundi staðfesta, at eini 80 prosent av veiðini hjá øllum trim­ um bátunum er 6-12 ára gamal tosk­ ur - ja, eg vil siga yvirvaksin toskur, sig­ur Osmund Justinussen. Fiskurin er komin Í eina tíð hevur verið sagt, at nát­ túran í havinum er við okkum, og tí er væntandi, at fiskurin - ikki minst hýsa og toskur - fara at koma aftur. Men, her endurtekur Osmund Justinussen, at fiskurin er komin aftur, og at nógvur fiskur er á land­ grunninum. - Trolbátarnir hava fingið nógv­ an fisk, og várið hevur eisini roynst væl hjá snellubátunum norðanfyri. Hinvegin hava útróðrarbátar við línu kanska ikki merkt so stóran bata, men tað er heldur ikki ókent í einari tíð, tá fiskurin annars hevur nógv at eta, sigur hann. El Nino-ávirkan Umframt at vera kendur sum reiðari í nógv ár, hevur Os­mund Justinussen eisini gjørt nógv burt­ ur úr at granska veður­fyri­brigdið El Nino, sum tekur seg upp í Kyrra­ havinum við jøvnum mill­um­bili. - Vit eiga at fiska, meðan fiskur er, tí tá livilíkindini broytast aftur, er fiskurin burtur sum døgg fyri sól. El Nino hevur stóra ávirkan á veðrið og fiskiskap undir Føroyum. Tilgongdin av toski hevur verið góð seinnu árini, men vit síggja lítið og einki aftur í landingarnøgdum og hagtølum. Osmund Justinussen vísir á, at tey fáu skip, sum eru eftir á grunninum,  eru “hegnað” úti av brúkiligum fiskimiðum - við kass­ um og friðingum, og sjálvt Før­oya­ banki er hermetiskt stongdur. - Eingin fær vent sær á grunn­ in­um, og eingin sleppur at fiska, har fiskurin heldur til, og tískil sæst fiskurin ikki aftur í land­ing­ ar­tølunum, sigur hann. Sjóvarhitin avgerandi Osmund Justinussen er sannførdur um, at ikki síðan í seinnu hálvu av nítiárunum hava livilíkindi hjá fiski á Føroyagrunninum verið so góð sum nú. - Her er bæði æti, nebbasild og toskasild ella hvítingsbróður, og nú hava vit eisini hin rætta sjóvarhitan við botnin, sum er altavgerandi og sum eisini er ein positiv avleiðing av El Nino. Osmund Justinussen sigur, at umleið hálvt ár eftir, at El Nino hevur verið í hæddini í Kyrra­hav­ in­um, ávirkast eisini sjóvarhitin við botnin á Føroyaleiðini og harvið alt gróðrarlív og sostatt eisini fiski­ skap­urin á grunninum. Myndirnar eru tiknar í Leirvík í gjár - týsdagin - tá trolbátarnir, Jens Leon, Sigatindur og Búgvin, landaðu